hósdagur 28. mai 2015síða 20
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 29. MAI 2015
SOSIALURIN 60
20
KJAK
KLUMMAN
Streymleys
í Stockholm
E
g eri streymleys í løtuni.
Tað er meira óvanligt her uttanlands enn
heima í Føroyum, havi eg skilt.
Men bara seinastu 10 minuttirnar eri eg
gjørd varug við, hvussu nógv eg ikki kann, tí ongin
streymur er.
Uttanfyri mathandilin stóðu eini 30 fólk og
hugdu inn ígjøgnum einar stongdar dyr. Hurðarnar
lata upp við streymi - og heldur ikki ber til at keypa í
bølamyrkri.
Trafikkljósini lýsa ikki, so tað var við neyð og
deyð, at eg slapp av motorvegnum og inn í okkara
lítla býarpart.
Garaguhurðin kundi ikki latast upp, og her heima
er tað so deiligt og friðarligt, nú ongi køliskáp ella
frystiskáp eru frá.
Internetið er sløkt og um 65% slóknar teldan.
Vit eru so sárbar. Alt, sum vit hava bygt upp,
slóknar um ein gravkúgv grevur galið.
Tað er eitt sindur ræðandi. Tí besti hátturin at
elva stóran skaða í einum nútíðarsamfelagi er ikki
at bresta eina bumbu, men at sløkkja samfelagið,
so vit ikki kunnu hoyra tíðindi, ikki keypa mat, ikki
samskifta, ikki frysta mat og alt hitt, eg ikki kann í
løtuni.
Synirnir hava ikki lagt til merkis, at vit eru
streymleys - teir spæla uttanfyri í kvøldarsólini - og
takk og lov er tað enn so, at ein partur av spælinum
hjá teimum er uttan hjálp av streymi.
Eg elskaði streymloysi, tá eg var barn. Mamma
gjørdi mat við gassfløsku og stearinljósini vóru
tendrað allastaðni. Eg minnist ongantíð, at eg havi
verið hvørki køld ella svong, hóast tað onkuntíð
kundu vera dagar til streymurin kom aftur.
Mest minniliga streymloysið var tó í summar
húsinum á Álandi ein jólaaftan fyri nøkrum fáum
árum síðani.
Tað var bítandi kalt uttanfyri og klokkan 17,
tá seinasta hondin skuldi leggjast á matin, fór
streymurin. Og hann kom ikki aftur - tíma eftir
tíma bíðaðu vit, til vit ótolin ringdu til álendska SEV.
Maðurin, sum svaraði okkum segði »Hugsa heldur
um hann, sum má standa uttanfyri og reparera
leidningar jólaaftan í 15 minusgradum«. Tá tagdu vit.
Jòlapakkarnir vóru uppakkaðir, og hóast vit ikki
sóu, hvat var í teimum, so var gleðin stór. Sjálv
lýsandi tannabustirnar hjá syninum vóru avgjørt
besta gávan tað árið.
Nú kom streymurin aftur. Og um eina lítla løtu
fer hendan klumman gjøgnum leidningarnar til
Føroya, har hon verður prentað í morginári. Hvat er
tað ikki herligt við streymi!
Zakarias Wang
Nú
stendur
fólkatingsval
fyri
durum.
Hetta er ásett
í galdandi lóg
um. Vit eru
nøkur sum halda, at tær lógir,
sum hetta áseta, eru ólóg
ligar, og vit vísa á sambands
sáttmálan millum okkum og
Danmarkar ríki, sum siga at
hvør partur er javni hins, og
hvørgin kann leggja seg út
í innanlands viðurskifti hjá
hinum partinum. Men óbid
nir samtyktu danir í 1850 eina
lóg um at vit skuldu vera
umboðaðir á teirra tingi, og
henni eru vit ikki slopnir
burtur úr aftur, hóast vit á
fólkaatkvøðuni 14. september
1946 feldu uppskotið um at
hava slíka umboðan.
Men hvussu er hetta yvir
høvur komið í lag?
Fyrsta vit hoyra um hetta
fyribrigdi er í dagbókini hjá
krúnprinsinum Kristian,
sum 1839-1848 var kongurin
Kristian VIII. Hann sat 1831 í
statsráðnum, og hann skriv
ar, at teir høvdu viðgjørt upp
skot um stættarting, sum em
bætismenninir høvdu gjørt.
Eitt teir høvdu skotið upp, var
at Ísland skuldi vera umboðað
á danska stættartinginum.
Tann gamli professarin í ríkis
rætti, Schlegel, sum visti meir
enn nakar annar um rættar
støðuna hjá Danmørk og
Noreg, var heilt forfardur av
hesum uppskoti. Hann visti jú
at Ísland ikki var ein partur av
Danmørk, men var ein partur
av tí Noreg, sum Danmark
hevði sambandssáttmála
við. Men honum lurtaðu em
bætismenninir ikki eftir og
tíansheldur stjórnin. Tá hann
so ikki fekk viðhald í, at Ísland
ikki skuldi hava umboðan í
danska stættartinginum, segði
hann, at skuldi Ísland hava
umboðan, so máttu Føroyar
eisini vera við. Talan hevði
verið um at Ísland skuldi hava
trý umboð, men nú tóku teir
eitt burturav at geva Føroyum.
Hvørki føroyingar ella ís
lendingar komu tó nakrantíð
at velja nakað umboð til
stættartingið. Stjórnin valdi
umboðini, og tað vóru van
liga fyrrverandi danskir em
bætismenn sum fingu hetta
bein. Í 1840 varð ein adressa
send kongi við umbøn um at
vit skuldu velja umboð. Burt
ur úr hesum kom ein nevnd
arviðgerð, har tað kom fram, at
um so var, at vit skuldu velja
umboðið, so skuldu vit gjalda
tær útreiðslur, sum stóðust av
umboðanini. Higartil høvdu vit
einki goldið, tí umboðið hevði
verið valt av kongi, sum átók
sær kostnaðin. Hetta vil siga,
at teir, sum skuldu eitast at
umboða okkum, vóru goldnir
av donsku skattgjaldarunum.
Vanliga verður sagt, at ein
diplomatur er ein maður,
sum fær løn fyri at lúgva
fyri sítt land. Tað landið, sum
rindaði hesum umboðum. var
Danmark, og lugu teir, so var
tað til gagn fyri Danmark, sum
hevði teir í starvi.
Tá føroyingar fingu at vita,
at teir sjálvir skuldu gjalda,
um so var, at teir skuldu velja
umboð á danating, bakkaðu
teir beinanvegin. Hetta hildu
teir vera ovboðið, og als ikki
pengarnar vert.
Tá fyrsta danating varð
valt í 1849 var tí einki umboð
fyri Føroyar. Men um jóltíðir
1850 samtyktu danir óbidnir,
at føroyingar skuldu vera
umboðaðir. Men skuldu teir,
eins og fyrr kravt, sjálvir gjalda
fyri sína umboðan? Nei, als
ikki. Tað skuldi danska stjórnin
gera, og legði hon hesa byrðu
á donsku skattgjaldararnar og
ikki teir føroysku.
Tað eydnaðist at fáa føroy
ingar at velja umboð á danating,
og var tað ein feitur biti at fáa
hjá tí valda, serliga teimum
frynsugóðum fyri at takka, sum
fáast kundu, um so var at hann
fór í part við stjórnini. Okkara
fyrsti fólkatingsmaður Niels
Winther dugdi ikki hetta so væl,
og hann legði sessin frá sær.
Hvussu stóran týdning
fyri føroyskan politikk hesar
donsku tingmannalønirnar
hava havt sóu vit eina best í
sambandi við fólkaatkvøðuna
í 1946. Tá var Petur Mohr Dam
sera ivingasamur um stjórn
aruppskotið líka til stjórnin
kom við, at vit skuldu fáa ein
fólkatingsmann afturat. Tá sá
hann tann møguleika, at hann
kundi gerast fólkatingsmaður,
og gjørdist heitur talsmaður
fyri uppskoti stjórnarinnar og
sensureraði Sosialin so hart, at
tingmaður Javnaðarfloksins
Jákup í Jákupsstovu, sum
ikki stuðlaði hesum uppskoti,
ikki fekk innivist í blaðnum.
Tá stjórnaruppskotið fall,
gekk Petur donsku stjórnini
til handa við at seta partar av
tí ið fallið var í gildi, og hvat
kom við? Jú rætt gitt: teir
tveir fólkatingsmenninir, og
eydnaðist tað Damminum at
seta seg á annan av hesum
sessum tann 28. oktober 1947.
Síðani hevur komedian hildið
fram, og eftir at staturin í 1987
er farin at gjalda fyri hvørja
atkvøðu, er skommin full
komin.
Men eitt er tó sera áhuga
vert.
Eingin donsk lóg er
galdandi í Føroyum uttan so
at hon er lýst og sett í gildi her.
Danskar lógir verða sendar til
ríkisumboðið, sum síðan sendir
tær til landsstýrið, og viðhvørt
verða tær lagdar fyri løgtingið.
Sjálvt lógin um fólkatingsval í
Føroyum er lýst her.
Men henda lóg, sum nú
gevur flokkunum 22,50 krónur
úr stastkassanum fyri hvørja
atkvøðu, teir fáa til fólka
tingsval, er ongantíð send til
ríkisumboðið, tíansheldur
landsstýri ella løgting og er
ikki lýst her. Fá hava vitð um
hana.
Tað er tí greitt, at talan er
um eina óheimilað útreiðslu
hjá danska statinum. Hevði
tað verið soleiðis, at hetta fór
fram í einum øðrum landi, so er
einki at ivast í, at danir høvdu
reist uggafjarðarnar og víst á,
at talan var um korruptión,
ólógligt útgjald av pengum
fyri at fáa móttakaran at gera
sær eftir vild.
Einasta, vit hava at ugga
okkum við, er at tað ber til hjá
flokkunum í Føroyum at siga
nei til hesar pengar.
Meiningar og kjak
Umboðan okkara á danatingi
KJAK
Inna
Törnroos
Sólvit E. Nolsø
Hetta er ikki
veruleiki í dag
– tíverri. Vit
hava
hoyrt
nógv um Setrið
í samband við
50-ára dagin, og øll eru samd
um, at eitt nýtt kampus skal
gerast til Setrið. Eingin ivi er
um, at tørvur er á hesum.
At hava eitt nýmótans øki
til Fróðskaparsetrið, ið tænir
næmingum, undirvísarum
og granskarum, vildi økt um
trivnað og eisini økt um at
dráttamegina, ið Setrið hevur.
Hetta økið eigur sjálv
andi at liggja í Havn, og helst
liggur tað best á Frælsinum,
við eini bygging, ið bindur
Læraraskúlan og Venjingar
skúlan saman. At samla alt
virksemið saman vildi givið
eina betri virkandi eind.
Samstundis eigur mann
at leggja dentin á at fáa ment
gransking á Setrinum, tí har
liggja ómetaliga stórir sam
felagsligir og búskaparligir
møguleikar í gransking. Mill
um annað er danska DTU kent
fyri at samstarva við danska
vindmylluídnaðin og hevur
ment økið saman við vinnuni.
Hetta samstarvið hevur kastað
nógv gott av sær.
Sambært grein í Politiken
frá frá 2013, dregur hvør ein
stakur danskur granskari
meir enn kr. 243.000 um árið
frá vinnuni til gransking, ið er
tengd at tí hægra lærustovni,
har viðkomandi er í starvi.
Hetta er ikki peningur, ið er
fingin til vega frá tí almenna,
men frá privatari vinnu. Hví
leggur privat vinnan pening í
gransking á hægri lærustovni?
Tí tað liggja stórir møguleikar,
peningarligir og samfelagsligir,
í vitanarøking.
Ein fyritreyt fyri at fáa eina
ætlan sum hesa til veruleika,
er ein vilji frá politiskari og
vinnuligari síðu til tær íløgur,
ið eru neyðugar. Stórar upp
hæddir skulu til, men tær
kunnu fleirfaldast í vinningi
um rætt verður farið fram. Tað
er ein íløga, ið er verd at gera.
Tillukku Setrið – Gávan er eitt
spildurnýtt universitetsøki í Havn
Ver við í kjakinum!
Send teldupost til post@sosialurin.fo