hósdagur 28. mai 2015síða 21
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 29. MAI 2015
SOSIALURIN 60
21
TÍÐARGREIN
TÍÐARGREIN
Tíðargreinin verður skrivað av skiftandi
fólkum, sum ikki dagliga eru knýtt at blaðnum.
Evnini eru ymisk, men viðgera øll okkurt evni,
sum er viðkomandi fyri tíðina júst nú.
Katrin á Neystabø
aðalskrivari í Amnesty Føroya Deild
S
tutt eftir, at popp-drotningin
Madonna var flutt til New
York at royna eydnuna, varð
hon neyðtikin. Hon var 19 ára
gomul, ov sein til ein dansitíma, og
hurðin til venjingarhølið var stongd.
Hon hevði ikki pening at ringja frá
mynttelefonini uttanfyri, og tá ein
vinarligur maður beyð henni við sær
heim at lána telefonina, játtaði hon.
Sama kvøld varð hon við knívi noydd
út á eitt tak og neyðtikin. Madonna
er í dag 56 ára gomul, men tað gingu
fleiri enn trý ártíggju, áðrenn hon
valdi at tosa um neyðtøkuna. Hví
valdi henda sterka kvinna at dylja
hendingina, og hví valdi hon ikki at
melda?
»Skaðin var longu hendur«, segði
Madonna í samrøðu í mars í 2015, tá
hon umrøddi traumatiserandi til
burðin. »Tað var ikki tað vert. Tað var
ov eyðmýkjandi«.
Madonna varpaði ljós á, hví neyð
tøkur eru eitt tað mest ósjónliga
brotsverkið í samfelagnum, og hví
kanningar vísa, at bert ein brotpartur
av neyðtøkum verða meldaðar. Tað er
ov eyðmýkjandi at setast í bás sum
neyðtøkuoffur, og hetta er ein stórur
trupulleiki fyri rættarstøðuna hjá
viðkomandi.
Sambært norðurlendskari kann
ing, sum Amnesty gjørdi í 2010, upp
liva neyðtøkuoffur, at myndugleikar
seta spurnartekin við teirra trúvirði.
Hóast sjónlig tekin á kroppinum er
teirra sak ofta ov veik. Í eini kanning,
sum danska deildin hjá Amnesty
gjørdi í ár, svaraði ein av sjey, at ein
kvinna, sum sjálvboðin fer heim við
einum manni eftir t.d. eitt ball ella
ein býtúr, hevur ábyrgd sjálv, um
hon verður neyðtikin. Eitt nei er
sostatt ikki eitt nei í øllum førum.
Hetta er serliga hugstoytt, tá hugsað
verður um, at flestu neyðtøkur eru
sonevndar »kontaktneyðtøkur«,
har offur og neyðtakari kennast
frammanundan. Og hetta boðar
frá, at neyðugt er arbeiða við eini
hugburðsbroyting, tí eitt ja til kaffi
merkir sjálvandi ikki ja til sex.
Hjálparsleys kunning
Veruleikin anno 2015 er, at støðan hjá
føroyskum neyðtøkuoffrum er verri
enn í okkara grannalondum.
Mótvegis okkara grannalondum
finst eingin almenn kunning um,
hvat ein skal gera og hvørji rættindi
ein hevur, um ein hevur verið fyri
neyðtøku. Tú kanst ikki »googla«
teg fram til nakað.
Einki kemur fram á
heimasíðunum hjá Lands
sjúkrahúsinum ella løgregluni,
tá tú leitar við orðinum »neyðtøka«.
So hvat er at gera, um tú eisini ert
bangin fyri avleiðingunum av at
ringja til løgregluna?
Ein kann sjálvandi ringja til
læknavaktina, men tankin um at
sita í einum almennum bíðirúmi fær
fleiri at halda seg aftur í hesi sárbæru
støðu.
Eingin kanning
Á Landssjúkrahúsinum er hjálpin
eisini avmarkað. Tí í hesi skelkandi
støðu skal ein taka eina skjóta
avgerð um at melda málið, áðrenn
ein fær møguleikan at kannast av
einum lækna og m.a. tryggja spor
av eini neyðtøku og at prógva sína
søk seinni. Tí fyri at fáa kanning
eftir neyðtøku krevst, at neyðtøkan
verður meldað til løgregluna
áðrenn. Amnesty undrast stórliga
á hesa mannagongd, serliga tá tað
sambært løgregluni er avgerandi
fyri kanningararbeiðið og prógvini,
at kanningin fer fram so skjótt sum
gjørligt – helst áðrenn ein hevur verið
í bað, á vesi, bustað tenn ella skift
klæði. Hetta er ein ómenniskjanslig
mannagongd, sum átti
at verið endurskoðað.
Í grannalondum okkara
eru møguleikarnir nógv betri.
Googlar tú um neyðtøku, finnur tú
fram til nærmastu neyðtøkumiðstøð,
har ein fær kunning, tryggleika,
sálarfrøðing, sexolog, sosialráðgeva
og læknafrøðiliga kanning, áðrenn
løgreglan kemur inn í leikin. Spor og
prógv verða goymd í tríggjar mánaðir,
meðan offrið kann umhugsa sína
støðu. Raðfylgjan er vend á høvdið,
og rættartrygdin er nógv betri.
Sum støðan er í dag kann eitt
neyðtøkuoffur heldur ikki tryggja
egna sálarliga heilsu, tí hóast ein
lækni kann velja at senda eina ávísing
til Psykiatriska depilin, so er bíðitíðin
ofta drúgv, og vandin fyri varandi
sálarligum løstum er vaksandi.
Hálv revsing fyri
summar neyðtøkur
Men Føroyar eru ikki bara afturút
sigldar í mun til kunning og manna
gongdir. Lógarverkið, sum endur
speglar, hvat vit sum samfelag meta
vera rætt og skeivt, er eisini frá eini
farnari tíð. Galdandi revsilóg gevur
avsláttur á summum økjum. Ein
neyðtøka av einum verjuleysum,
har offrið t.d. er rúsað ella svevur,
gevur bara hálva revsing, og í fleiri
førum er neyðtøka, sum fer fram í
hjúnarbandinum, als ikki revsiverd.
Við øðrum orðum leggur lógin upp
til hálvar og heilar neyðtøkur, og tað
undirgrevur meginregluna um, at eitt
nei er eitt nei, og at øll neyðtøkuoffur
hava 100 prosent javnrættindi. Um
framt hetta umtalar núverandi
revsilóg eina neyðtøku sum eitt
»siðamisbrot«, sum vanliga sipar til
almennan moral. Í staðin átti lógin
at lagt dent á kropsliga sjálvræðið
hjá øllum menniskjum og kalla eina
neyðtøku fyri eitt seksualbrotsverk.
Hóast allir myndugleikar siga seg
stuðla rættinum til kropsligt sjálv
ræði, trongja bæði lóg og manna
gongdir til grundleggjandi eftir
meting.
Amnesty Føroya Deild fer í
summar at heita á politisku skipanina
og á okkara myndugleikar um at
broyta bæði mannagongdir og lóg í
mun til hendan átrokandi spurning.
Og vit fara eisini á summartiltøkum
at tosa um, hví eitt ja til ein kaffimunn
sjálvandi ikki eisini er eitt ja til sex.
Ja til kaffi merkir
ikki ja til sex
HJÁSITI: Tá neyðtøka
verður meldað til løg
regluna, hevur órætt
aða rætt til at fáa ein
hjásita, sum skal hjálpa
og vegleiða í sárbæru
støðuni. Sjálvt um løg
reglan skal upplýsa um
hendan lógartryggjaða
rætt, so vísir tað seg, at
hjásitin kemur alt ov
seint inn í leikin.
»Eitt nei er sostatt ikki eitt nei í øllum førum.
Hetta er serliga hugstoytt, tá hugsað verður
um, at flestu neyðtøkur eru sonevndar
”kontaktneyðtøkur”, har offur og neyðtakari
kennast frammanundan. Og hetta boðar frá,
at neyðugt er arbeiða eini hugburðsbroyting, tí
eitt ja til kaffi merkir sjálvandi ikki ja til sex«
MYND: INGILÍN STRØM