hósdagur 28. mai 2015síða 22
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 29. mai 2015
sosialurin 60
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
46
Óli Jacobsen
Harry Wilson vardi okkum
bæði móti týskarum og
grindamótmælum
Ein av luttakarunum á minningarhaldinum í Newcastle var tann 96 ára gamli Harry Wilson.
Hann var hermaður í Føroyum undir krígnum og hevur vart okkara áhugamál síðani
Krígssøgan 8. partur
T
að var hugtakandi at hitta teir
gomlu krígssiglararnar í Newcastle,
men tað var ikki minni hugtakandi
at hitta tann 96 ára gamla Harry
Wilson, sum er ein av teimum fáu bretsku
hermonnunum í Føroyum, sum er eftir á lívi.
Hann er hóast aldurin eins bragdligur, sum
tey ið vóru yngri. Hann hevði eisini orðið
á samkomuni, sum var um kvøldið aftaná
kirkjugongdina.
Harry og hansara føroyska kona, Johanna,
hava javnan verið til hesar árligu minnisguds
tænasturnar. Hetta hevur eisini samband við,
at tey alla sína tíð í Hull hava verið virkin í
donsku sjómanskirkjuni í býnum.
Nú Johanna er deyð, kemur Harry einsa
mallur.
Miðvikan hevði í 2007 tríggjar partar við
frásøgn hjá Harry og Jóhonnu. Her skal verða
trivið eitt sindur í hesa søgu.
Frá “working class”
Harry kemur frá eini arbeiðaraklassaumhvørvi.
Bretar føla seg meira enn vit onnur býtt upp í
klassar, og hjá Harry er tað “the working class”,
sum hann kennir seg sum ein part av.
Hann er føddur og uppvaksin norðanfyri
Manchester. Mamman byrjaði longu 11 ára
gomul at arbeiða á eini bummullsverksmiðju.
Umframt hetta gekk hon í skúla, og var hetta
vanligt tá í tíðini. Pápi Harry, sum eisini æt
Harry, var handverkari.
Farin úr skúlanum 14 ára gamal fór Harry
at arbeiða sum skrivstovudrongur á einum
arkitektavirki. Hetta gav honum áhuga
fyri hesum øki, og hann byrjaði at ganga á
kvøldskeið at lesa til arkitekt. Hesum mátti
hann steðga við, tá ið hann sjálvboðin fór í
herin í 1940.
Máttu rýma undan týskarum
Harry var í Frankaríki tíðliga undir krígnum
í 1940. Hann var tá saman við sínum feløgum
evakueraður til Onglands, tá ið týski herurin
trongdi bretska herin í Europa uppí ein krók,
og hann mátti flýggja um Ermasund. Mest
kent í hesi søgu er Dunkerque.
Men tað vóru fleiri túsund hermenn eftir
í Frankaríki eftir Dunkerque. Hesir vóru
evakueraðir frá Saint Nazaire í Bretagne á
vesturstrond Fraklands tvær vikur seinni, og
var hetta beint áðrenn Frankaríki fall.
Í hesum sambandi hendi størsta vanlukkan
hjá Bretlandi undir 2. heimsbardaga. Hetta
var tá ið bretska troppaskipið Lancastria varð
bumbað fimm míl frá havnini í Saint Nazaire.
Eldur kom í skipið, tað koppaði og sakk eftir
20 minuttum. Í minsta lagi 4.000 fólk lótu
lív. Hetta var eitt slíkt bakkast fyri Bretland,
at Churchill setti forboð fyri, at tíðindini um
vanlukkuna skuldi koma út millum fólk. Hetta
kundi oyðileggja moral hjá fólkinum.
Sigast kann, at Harry hevur veruliga verið
har, tað hevur staðið á!
Harry greiðir frá: Roknaði við at
verða sendur til heitari lond
Summir av vinum mínum vórðu sendir til
Norður Afrika, og eg roknaði eisini við at verða
sendur hagar. Men tey sendu meg til Cornwall
við Ermasund, sunnast og vestast í Onglandi.
Har høvdu bretar lagt minur, sum skuldu
forða fyri møguligari týskari innrás í Bretlandi.
Neyðugt var at gera eitt nágreiniligt yvirlit yvir,
hvar hesar minur lógu, so tað tær ikki gjørdust
vandafullar fyri bretsk og sameind skip.
Frá Cornwall varð eg sendur til Plymouth í
útsynningspartinum av Onglandi . Plymouth
var ein stór flotastøð. Eg skuldi vera við til
at gera eina herstøð fyri lord Mountbatten,
sum var admiralur, og sum seinni gjørdist
seinasti bretski varakongurin í India. Hann
var systkinabarn pápa Elisabeth drotning,
King George. Tað var í Plymouth, at D-dagurin,
innrásin í Europa, skuldi fyrireikast.
Eg skuldi fara av landinum aftur, men hetta
varð so avlýst. Síðan vóru einir 40 okkara tiknir
út at verða sendir til okkurt stað, vit vistu ikki,
hvar tað var. Vit roknaðu við at verða sendir
onkustaðni við Miðalhavið.
Tað hendi ikki, men í september 1943 varð
eg saman við øðrum boðsendur at fara til
Halifax í Yorkshire, norðarlaga í Onglandi. Vit
vandu har átta vikur, og var hetta ein hørð og
áhaldandi venjing.
Tá fingu vit boð um at fara til goymsluna
á herstøðini at fáa tropuklæðir. Hetta tóku
vit sum eina ábending um, at vit skuldu fara
í heitari lond.
Leiðin gongur til Føroyar
Men skjótt fingu vit boð um at lata klæðini
inn aftur, so onkur ætlan hevur verið broytt.
Vit vistu framvegis ikki, hvagar vit skuldu
fara. Síðan vórðu vit sendir til Glasgow, har
vit skuldu fáa nærri boð. Júst tá varð vístur
ein filmur fyri okkum um ein oyggjabólk í
Kyrrahavinum, Hawaii, og vit spekuleraðu
uppá, um vit mundu fara at verða sendir
hagar!
Men úr Glasgow vórðu vit sendir
til Inverness í Skotlandi og haðani til
Invergordon, har tað var ein stór flotastøð.
Her sóu vit hermenn, sum vóru komin heim
í farloyvi úr Føroyum. Hetta sást á einum
tjaldursmerki, teir høvdu á uniforminum. Tá
fingu vit varhugan av, at tað var til Føroya, vit
skuldi fara.
Vit fara umborð á skipið Ben My Cree,
sum vanliga sigldi við ferðafólki til Isle of
Man í írska havinum, og sum nú varð nýtt
til troppaflutning. Vit komu upp til Føroyar
ein sera myrkan dag seint í september ella
fyrst í oktober 1943. Tað var jú myrkalagt, tá
vit komu inn móti Havnini, so tað var lítið
vit sóu. Men síðan sigldu vit til Sørvágs.
Tá vóru framvegis ein hópur av bretskum
hermonnum í Vágum, sum var høvuðsstøðin
fyri bretarnar í Føroyum. Her vóru jú upp til
5000 bretskir hermenn í senn. Vágafólk vóru
Siðsøga
96 ára gamli Harry Wilson, sum var ein teirra, sum
vardi Føroyar undir heimsbardaganum