hósdagur 28. mai 2015síða 23
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 29. mai 2015
sosialurin 60
47
Komandi partur
Í Newcastle var eisini umboðað ein slóð frá Niklas Leo,
sum gjørdist kendur skipari í Grimsby í 19. øld. Komandi
partur verður ein dagførd lýsing av hansara søgu.
ein lítil minniluti í oynni.Tað kravdist pass fyri
at fara vestur í Vágar. Her vóru bretskir stovnar
av ymiskum slagi sum sjónleikarhús, kirkja og
eisini sjúkrahús.
Antiklimaks at koma til Føroyar
At koma til Føroyar var eitt slag av antiklimaks.
Eg var væl útbúgvin hernaðarliga, og hevði
eisini eina góða venjing av krígnum, har eg
hevði verið úti fyri einum sindri av hvørjum.
Men so at koma til Føroyar, har tað veruliga
ikki var nakar bardagi. Hetta var sanniliga ein
stórur munur.
Her var eisini ein deild av Cameronians,
sum veruliga hevði roynt at verið í bardaga
aðra staðni, teir høvdu tá mist 120 av 850
monnum. Teir vóru sera væl vandir. Leiðarin
hjá teimum hevði fingið eina ta hægstu
medaljuna í bretska herinum. Teir munnu
hava havt somu kenslu, sum eg sjálvur.
Sjálvur var eg við í einum verkfrøðingaliði,
sum hevði byggiuppgávur um hendi.
Eg var so í Vágum í 20 mánaðir. Tað vóru
aðrir, sum høvdu verið í hálvt fjórða ár. Fólk
vóru sera vinarlig, og eitt tað fyrsta eg minnist
er, at tveir hermenn vórðu giftir við tveimum
systrum.
Gentan kemur upp i leikin
Endin á krígnum gjørdist fyri meg heilt øðrvísi,
enn eg hevði roknað við. Eg hevði fingið gott
eygað á eina gentu í Havn, men visti ikki
rættuliga, hvussu eg kundi koma í samband
við hana.
Við krígslok marsjeraðu allir ensku
hermenninir gjøgnum býin í Havn. Tá tók
júst hendan gentan myndir av skrúðgonguni.
Tá eg sá hana taka myndir, tók eg kjansin, fór
til hennara spurdi, um eg kundu fáa myndir
frá henni. Jú, tað var so gaman í! Vit máttu
so eisini hittast aftur, tá ið filmurin varð
framkallaður, so eg kundi fáa mínar myndir.
Soleiðis komu vit at kennast og byrjaðu at
koma saman.
Hetta dámdi ikki foreldrunum í fyrsta
umfari, men tá vit so hittust varð eingin
trupulleiki.
Eg fór úr Føroyum í september 1945 og varð
sendur til Italia. Italia var jú ein av taparunum
í krígnum, og nú var tað ábyrgdin hjá teimum
sameindu at tryggja, at landið kundi verða
skipað aftur á einum fólkaræðisligum støði.
Har var eg liðugur í juli 1946. Hjá Jóhonnu
var einki at gera uttan at bíða í Føroyum. Í
Italia vóru nógvar vakrar gentur, men hjartað
lá eftir í Føroyum! Vit skrivaðu eisini saman
hvørja viku.
Síðan fór eg til Bretlands, og so er at koma
aftur til Føroya til gentuna, sum bíðaði.
Besti møguleiki var at fara til Grimsby og
so finna eitt føroyskt skip at fara heim við. Vit
vóru fleiri í somu ørindum. Í Grimsby síggja vit
nakrar mans í tuflum og hendur í lumma. Hetta
mundu vera føroyingar, og so var. Eg spurdi
skiparan um um at sleppa við til Føroyar, har
eg skuldi fara eftir gentuni. Skiparin svarar
aftur, at tað er eingin møguleiki fyri tí: “Tit
eru farnir við okkara bestu gentum, so vit fara
ikki at hjálpa tykkum at fara eftir teimum!”
Tá tyktist einum av hinum synd í mær. Hann
bønaði skiparan um at lova okkum við kortini.
Men hetta var sjálvsagt bert skemt. Skiparin
var Esmar Fuglø, sum tá førdi Leiv Øssurson,
ein trolara á Tvøroyri. Hann var skyldmaður
Johonnu.
So til Bretlands
Johanna skuldi nú royna, um hon treivst í
Bretlandi. Hetta var ikki nakar trupulleiki.
Síðan fór hon til Hollands at vitja sína ætt.
Pápi hennara, Louis Apol, var ættaður úr
Hollandi.
Eg fór seinni til Hollands aftaná henni. Vit
giftust á borgmeistaraskrivstovuni í Haag 24.
mars 1948. Aftaná fóru vit í ensku kirkjuna í
býnum at fáa kirkjuligu vígsluna.
Vit komu aftur til Onglands, og tá fór eg at
halda áfram við mínum arkitektlesnaði.
Eg fekk eisini eyka almennan stuðul, tí mín
virkisleið jú varð avbrotin, tá ið eg fór í herin.
Eg gjørdist liðugur sum arkitektur í 1950. Í
eini seks ár var eg býararkitektur í Salford
nærindis Manchester.
Aftaná fór eg at arbeiða fyri stjórnina á Isle
of Man, har vit búðu í fýra ár.
Frá Man komu vit til Hull í 1959. Tað var
framvegis nógv, sum ikki var bygt upp aftur
eftir kríggið. Hull var jú ein havnarbýur og
tí eitt mál hjá týskarum. Har doyðu 1.200 fólk
av krígsávum. Sjálvt danska kirkjan varð
bumbað, men hon varð bygd upp aftur.
Eg fór at arbeiða hjá arkitektadeildini
hjá býráðnum í Hull. Hetta var í ein tíð, tá
ið Labour flokkurin hevði valdið í mongum
býum, og flokkurin eisini vildi seta sín dám
á býirnar. Tí var eisini nógv bygt, eisini á tí
sosiala økinum, sum skúlar, barnagarðar og
ellisheim. Eisini varð framvegis nógv at byggja
upp aftur eftir bumbingina undir krígnum.
Yvirlit yvir gravir
Eitt av mínum arbeiðum hevur verið at gera
yvirliti yvir gravirnar hjá bretsku hermonnunum
í teim ymisku kirkjugarðunum í Føroyum.
Hetta skuldi eg senda til Imperial War Graves
Commission. Tað vóru 29 lond, har bretar vóru
undir krígnum, og har tað eru gravir.
Tað eru eisini dramatiskar hendingar
aftanfyri hesar gravir. Ein er frá tí flogberin
HMS Glorious varð søktur av týskum
kavbátum millum Noreg og Føroyar tann 8.
juni 1940, og 1.519 mans doyðu.
Tað vóru 29 sum yvirlivdu og sum kom til
Havnar. Ein doyði her, og varð jarðaður í Havn.
Ein vinur okkara frá Isle of Man, O Neil at
navni, var ein av teimum sum bjargaðist. Hann
var innlagdur á hospitalinum í Havn.
Vardi føroyingar í grindamálinum
Elsti sonur Johannu og Harry er Louis,
uppkallaður eftir abbanum. Tá ið allur hesin
ágangurin var ímóti føroysku hvalaveiðuni
í Bretlandi vóru tað Louis, sum saman við
føroyingum í London, sum skipaði fyri at fáa
fram føroysku sjónarmiðini í Bretlandi.
Harry royndi eisini at hjálpa til við at hava
lesarabrøv í bløðunum.
Elsta dóttirin eitir Nordina. Hon býr í
Hessle, sum er nærindis, har Harry býr.
Andrew er næstur. Hann las farmakologi í
Cardiff og London. Hetta er læran um ávirkan
ina av heilivági á kropp og sinn.
Tann yngsta er Helen, sum býr í York i
Norðuronglandi. Hon er útbúgvin lærari.
Tað er eingin ivi um, at øll henda familjan
hevur verið góð umboð fyri Føroyar, har tey
hava verið. Tað er eisini ein fongur hjá einum
landi sum okkara at hava slík fólk at tala
okkara sak.
Johanna og Harry hava verið nógv í Før
oyum, og Harry hevur ætlan um at koma aftur
í summar.
Víst er Harry ein av okkara. Tí kunnu vit
føroyingar eisini vera errin av honum.
Harry á varðhaldi um ta tíðina ótti
var í Bretlandi fyri týskari innrás
Hugni í barakkunum í Vágum.
Harry hevur tikið myndina
Hanna og Harry
í Føroyum í 2007
Ein kaffimunnur
er góður í kríggi.
Harry hevur
tikið myndina