hósdagur 28. mai 2015síða 24
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 29. MAI 2015
SOSIALURIN 60
24
B
ørn eru inntøkunoytral.
So segði danski búskap
arfrøðingurin, sum var í
Havn og legði okkum lag
á. Eingin ráðstevna í Føroyum uttan
minst ein danskara.
Børn eru inntøkunoytral, segði
hann. So tað nyttar einki at gera børn
upp í rúgvur í teirri vón um, at tey
fara at gera eldrabyrðuna lættari, sum
frá líður. Tað gera tey ikki.
Tað kundu tey fyrr, tí tá var eingin
eldrabyrða. Ella samfelagið átti ikki
byrðuna. Felagskassin hjá teimum,
sum rinda í hann, bar ikki. Og tá
gjørdust ikki øll so gomul, at tey
blivu tung at lofta. Tá vóru dag
arnir gamlir og góðir.
Sjey børn í part gjørdu mun
tá. Tað gera tey ikki longur.
Tí børn kosta eisini sam
felagnum. Tá tey eina ferð
doyggja, 92 ára gomul pluss
minus, stendur á jøvnum
millum inn og út.
Tað hevði eingin føroyskur bú
skaparfrøðingur torað at sagt í
Føroyum. Í Føroyum er sannleikin
tann, at børnini eru framtíðin. Tað
eru tey bara ikki. Tey leggjast sum
frá líður oman á eldrabyrðuna,
sum verður tyngri og tyngri,
tí eingin politikari torir at
hækka pensjónsald
urin.
Avbjóðingin
er haldførið
hjá fólki. Tey eru best fyri onkran
dag langt úti í framtíðini og kunnu
ikki blakast burtur, hóast seinasti
søludagur eftir røttum langt síðani er
farin. Ein avbjoðing, sum politikarar
einki tora at gera við, tí onkur
mótmælir. Og nú eru løgtingsfólk
sum bardagafúsir frensar upp úr
høvdatrogi farin at lurta eftir fak
feløgunum. Tað var ikki gamalt og
verri enn so so gamalt sum tey gomlu
gerast.
Men avbjóðingin, sum eitur
eldarbyrðan, er og verður ein trupul
leiki. Eitt arbeiðsført fólk skal arbeiða
fyri fimm fólkapensjónistar.
Og, sum sagt, tað nyttar einki at
gera fleiri løntakarar. Tí fáa samfelagið
og búskapurin einki burturúr, tí alt
kostar.
Tað einasta, sum er eftir, er at
vóna, at fólk doyggja fyrr. Ella senda
tey gomlu til Danmarkar í staðin fyri
tey ungu. Tvær flugur í einum høggi.
Tey gomlu koma ikki aftur, og vit
vilja heldur ikki hava tey aftur. Har
eru nakrar hundrað milliónir spardar.
Eldrabyrðan útflutt til mainland
Denmark, sum ST sigur.
Og sum sagt, eingin búskapur er
í børnum. Tey eru ikki burðardygg,
tey eru costbenefit. Men eingin
orsøk er at stúra hjá teimum, sum
gera børn uttan íverksetarastuðul, tí
í Føroyum lurta politikarar ikki eftir
búskaparfrøðingum, ella frøðingum
yvirhøvur.
Men, tað ber ikki til at seta prís á
børn, at gera børn upp í pengum, siga
tey, sum eiga børn, ella ætla at fáa sær
børn.
Jú, tí einki ber til uttan pengar,
fleiri pengar. Eingin kann gera nakað
í Føroyum uttan fleiri pengar.
Tað hevði verið stórt, um onkur í
Føroyum fór á feysbukkuna og pro
klameraði, at eg kann saktans gera
hetta ella hatta við teimum pengum,
sum eg longu havi. Men tað er óhugs
andi, fullkomiliga óhugsandi, uttan
fleiri pengar. Pengar eru nógv meira
enn alt.
Nýggjasta gandaorðið í vár er
kampus. Nógv vita ikki, hvat kampus
er, men fjølmiðlarnir og onnur brúka
orðið sum um øll vita, hvat kampus er.
Kampus er eitt stað, har sum ein
lærdur háskúli hevur allar sínar
bygningar, har sum studentarnir
búgva og ballast og lesa viðhvørt.
Nú okkara lærdi háskúli, Fróð
skaparsetrið, fylti fimmti, er greiði
boðskapurin, at tað verður neyvan
seksti, fær tað ikki ein kampus
fyri hálva ella heila milliard. Uttan
kampus ber einki til.
Men, sum sagt, nú ber einki til
uttan fleiri pengar. Samstundis skulu
allar útreiðslur vera noytralar. Men
tað ber als ikki til, tá øll noyðast at
hava fleiri pengar fyri yvirhøvur at
kunna halda fram ella vera til.
Og fleiri børn eru ikki fleiri pengar.
Børn eru ikki costbene fitt
Eyðun Nolsøe
Høgni Djurhuus
fekk Móðurmáls
viðurslønina
2012
Høgni
Djurhuus
MYND: HEINESEN MYNDIR
Yrki: Tónleikari
Bústaður: Froðba
Hvat ætlaði tú at blíva, tá tú bleivst vaksin:
Eg haldi tónleikur stóð nokkso ovaliga á listanum.
Hvat burdi hitt kynið vitað um títt kyn:
Vit eru ikki tankalesarar.
Hvat burdu børn vitað um tað at vera vaksin:
Við frælsi kemur ábyrgd.
Hvat var seinasti dreymurin, tú gjørdi til
veruleika:
At luttaka í einstaklinga FM í talvi aftur.
Tordi eg, so hevði eg:
Kavað av fimm metur vippuni aftur. Tað havi eg ikki gjørt, síðani eg var
fjúrtan ár.
Hvat hevði gjørt heimin til eitt betri stað:
Minni religión.
Nær vart tú seinast veruliga ovfarin:
Tá fólkið í Írlandi segði NOY til
dogma og JA til kærleikan
Tað seinasta, tú hevur lært, er at:
El-ketilin er syndarin í SEV rokningini.
Tann støðuga ringa samvitskan
snýr seg um, at tú:
Burdi framleitt allar teir leysu sang-snøklarnar
lidnar.
Enda setningin:
Føroyingar burdu
...
... Loyst!
BAKSÍÐAN