Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-05-28, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 28. mai 2015síða 30

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 29. MAI 2015 SOSIALURIN 60 30 [Skriv her] Leiðari til Brúsa í Leirvík Søkt verður eftir leiðara til dagstovnin Brúsa í Leirvík at byrja 01. juli 2015 ella skjótast til ber. Leiðarin hevur ábyrgdina av tí aðalmáli, ið er sett fyri stovnin og av tí námsfrøðiliga virkseminum, ið verður gjørt. Leiðarin hevur, í samstarv við Eysturkommunu, tað fíggjarligu og fyrisitingarligu ábyrgdina. Starvið er 40 tímar um vikuna. Í Brúsa arbeiða 11 námsfrøðingar og 9 hjálparfólk. Um stovnin: Dagstovnurin Brúsi lat upp 10. august 2009 og er ásettur til 84 børn. Í dag eru 3 barnagarðsstovur og 2 vøggustovur. Stovnurin liggur í barnarvinarligum umhvørvi í Leirvík. Førleikakrøv:  námsfrøðiliga útbúgving  viðkomandi leiðsluroyndir Vit ynskja av tær:  at tú ert álítandi og hevur góð evnir og vilja at samstarva  skapar góðan trivnað og kanst menna starvsfólkini og stovnin sum heild  at tú dugir at lýsa sjónarmið fyri øðrum  at tú ert strukturerað/ur og hevur góð evnir at taka avgerðir, raðfesta og fremja ætlanir í verki  at tú hevur hug og áræði at skapa ein fjølbroyttan og tryggan gerandisdag  at tú vilt vera við til at mynda og menna tað námsfrøðiliga umhvørvið  at tú ert tænastusinnað/ur  at tú ert fyrikomandi  at tú ert sjónlig/ur  at tú hevur góð samskiftisevnir í skrift og talu  at tú hevur góð evni at umstilla teg í einum broyttum umhvørvi.  at tú sær møguleikar fram um vansar.  at tú hevur evni og áræði at ganga nýggjar leiðir Í dagliga arbeiðinum leggja vit m. a. dent á:  at børn og starvsfólk trívast og fáa avbjóðingar í gerandisdegnum  at hava gott samstarv við foreldur og starvsfólk  at skapa álit og tryggleika, bæði fyri foreldur og børn  at virða tað einstaka barnið  at síggja møguleikarnar í náttúruni Lønar- og setanartreytir Starvið verður lønt sambært avtalu millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðagevarafelagið. Umsóknir Umsóknir við avriti av prógvi og møguligum viðmælum skulu sendast til: Eysturkommuna, Kulibakki 8, 520 Leirvík. ella eystur@eystur.fo Umsóknarfreistin er fríggjadagin 12. juni 2015 kl. 12.00. Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Ove Heinesen, umsitingarleiðari, á telefon 73 00 12. TroTabúgv Í trotabúnum Sp/f Re-Bygg í likvidatión, Toftavegur 9, 900 Vágur, skrás.nr. 4948, SKS 3-36/2014, verður hildin endaligur skiftifundur fríggjadagin tann 12. juni 2015, kl. 10:30, á skrivstovuni hjá skiftirættinum, C. Pløyensgøta 1, Tórshavn, til roynd av krøvum og staðfesting av uppskoti til roknskap og útluting við eini dividendu (býtispeningi) á 11,1995 % til § 97- krøv. Uppskotið við fylgiskjølum kann eftirskoðast á skrivstovuni hjá skiftirættinum. Fráboðaði krøv og onnur krøv, ið verða fráboðað eftir staðfestan av roknskapinum, kunnu ikki verða tikin við. Útgjalding verður 4 vikur eftir staðfestingina, um ikki kært er innan ta tíð. FØROYA SKIFTIRÆTTUR, TAnn 22. mAj 2015. Endurgjald fyri goldin barnagjøld og hjúnafelagagjøld Umsókn um stuðul til uppihaldspening fyri fyrra hálvár 2015 saman við kvittanum fyri goldnum barna- ella hjúnafelagagjøldum, skal vera Almannaverkinum í hendi í seinasta lagi 03.06.2015. Kvittanir skulu eisini vísa, til hvønn barna- ella hjúnafelagagjøld eru goldin. Um goldið er til TAKS, er ikki neyðugt at lata inn kvittanir. Sambært lóg um stuðul til uppihaldspening verður stuðulin útgoldin seinast í juni og desembur. Umsóknir móttiknar aftan á 03.06.2015 kunnu ikki væntast at verða avgreiddar fyrr enn í desembur 2015. Verður søkt fyrstu ferð, skal avrit av gjaldsavgerð um barna- ella hjúnafelagagjald frá Ríkisumboðnum ella samsvarandi útlendskum myndugleika sendast inn saman við umsóknini. Stuðul verður ikki veittur, um bert er álagt at gjalda kr. 12.996 árliga. Stuðul verður tí ikki veittur umsøkjara, sum bert rindar vanligt barnagjald til eitt barn. Umsóknarbløð kunnu heintast á heimasíðu okkara www.av.fo undir oyðubløð. Á heimasíðu okkara undir familja og børn er meira at lesa um stuðulin. Seinasta freist fyri stuðli 2014 Fyri at fáa stuðul til upphæddir goldnar í 2014, skal umsókn vera latin inn í seinasta lagi 1. juli 2015. Verður umsóknin latin inn seinni, fellur rætturin til stuðul av goldnum upphæddum 2014 burtur. Frávik kann ikki gerast frá freistini. Tað er tí sera umráðandi, at umsóknin verður latin inn rættstundis. Smyrilsvegur 20 100 Tórshavn Telefon 36 00 00 Telefaks 36 00 01 Til Sølu Um hóskandi boð fæst, er matr. nr. 18 g í Hvalba til sølu. Stykkið er 956 m2 til støddar og liggur á Jarðabø. Áhugaði kunnu venda sær til: Kirstin Mortensen Tlf: 517524 T-postur; insert13@icloud.com LÝSINGARTORGIÐ Amboð STILLADS BÍLIGA TIL LEIGU LØTT ALUMINIUM STILLADS BÍLIGA TIL LEIGU. ÚTKOYRING UM ALT LANDIÐ. STILLADS.FO GUTTORM MORTENSEN TLF 251160 Arbeiði Málara arbeiði Vit átaka okkum alt uttandurða málara arbeiða. Ring ella skriva til okkum og fá eitt tilboð. malarin.fo@hotmail.com 273766 BETONGSAGING TLF. 560056 Vit saga út fyri vindeygu, hurð­ um,garageportur, ventilatións­hol o.a,ring og fá ein góðan prís. www.betongsaging.fo 560056 Øll abeiðir Hevur tú eina uppgávu í skal loysast, Og trupuleika at finna ein veitara ? Legg uppgávuna á veita.fo skjótt og lætt. 554400 MÁLARAARBEIÐI Skal húsið, takið ella annað málast í summar ? Kontakta okkum og fá eitt gott tilboð. malaraarbeidi@hotmail.com 274331 EL-Arbeiði Alt el-arbeiði verður gjørt skjótt og gott, óbindandi tilboð vera givin. Jón F. Johansen 511851 Bátar og bátaútgerð Viksund seglbátur til sølu, 295.000 kr Perkins 68 HK Nýggj segl Rullufokka 6+2 koyggjupláss køliskáp Webasto oljufýring Sjálvstýrari Ekkolodd GPS kortplottari WC Alcantara á sofu 218363 Býli í Føroyum Hús/Íbúð ynskist til leigu í Tórshan Hús/Íbúð uml. 80-90 kvm. ynskist til leigu sum skjótast í Tórshavn.Helst í miðbýnum. Friðarlig,hvørki royki ella drekki,fari væl um og eingi húsdjór. 587254 Íbúđ/hús ynskist til leigu Hygg her! Vit eru ein familja, 2vaksin og 3børn, í akut mangla eitt stađ at búgva frá 1juni. Bæđi hava fast starv og fara væl um. 565601/235102 Rúmlig íbúð ella smærri hús ynskjist til leigu í Høvuðsstaðarøkinum Vit eru 4 fitt og vanlig fólk. Mamma og trý børn. Vit eiga ongan bil og tí er ynskiligt at bussur koyrir tætt framvið. Max 6000 við el og varma. 274813 el. 315473 Hús/íbúð ynskist til leigu Tilkomið par sóknast eftir húsum/íbúð í Havn ella nærhendis at leiga frá uml. 1. juli. Talan kann verða um langtíðarleigu 316114/504166 Høli við Miðbýnum til leigu Høli við høvuðsveg í Havn til leigu.Vælegna til skrivstovu, viðtaluhøli o.a.. 282621 Til leigu Íbúð til leigu í Brattubrekku 16 , ca. 50 m2 211208 Íbúð/hús í Tórshavn søkist Íbúð/hús í havn, 2 kømur, søkist. seinast tann 01-07-2015. Kostnaður 7000,- um mánaðin við øllum. 212696 Dýr Border Collie Border Collie hvølpar til sølu. Johan Groth Danielsen 316311-216312 1. fittur hundahvølpur Ein fittur hundahvølpur hannur er svartur og hvítur. Kunnu latast til djóravinir. Ring frá kl 14 og út á seinrapartin. 361497 Sandur Fundir Aðalfundur Aðalfundurin verður í hølum felagsins týsdagin tann 09.06.2015 kl. 19.00. Hondbóltsfelagið Tjaldur Cøliakifelag Føroya Aðalfundur og familjuhugni verður leygardagin 30. mai kl 14 í MBF-húsinum,Íslandsvegi 10, Tórshavn. Øll eru hjartaliga væl komin. Cøliakifelagið