hósdagur 28. mai 2015síða 31
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 29. MAI 2015
SOSIALURIN 60
31
Skip til yvirlitstroling eftir makreli fyri Havstovuna 2.-27. juli 2015
Í sambandi við yvirlitstroling eftir makreli í summar, søkir Havstovan eftir nótaskipi at gera royndirnar.
Kanningin verður fíggjað við granskingarkvotu. Upp til 3.500 tons av makreli er ætlað at fíggja yvirlits
trolingina. Kvoturnar kunnu fiskast í føroyskum ella altjóða sjógvi, og verða lætnar sum eginkvotur.
Tíðarskeiðið og krøvini, ið skipið skal lúka, eru lýst niðanfyri.
Freistin at søkja er mánadagin 1. juni 2015 við telduposti til hav@hav.fo
Tað ella tey reiðarí (skip), ið lúka krøvini, verða biðin um at geva boð uppá, hvussu stóran (ella rættari sagt
lítlan) part av kvotunum omanfyri, tey kunnu gera ætlaðu kanningarnar fyri. Tikið verður av nøktandi tilboði.
Tíðarskeið:
Yvirlitstrolingin verður í tíðarskeiðinum 2. til 27. juli 2015. Henda kanningin verður gjørd sum ein
felags kanning eftir sama leisti sum í fjør, har Føroyar, Ísland og Noreg luttaka.
Krøv til skipið í sambandi við kanningina:
• Ekkólodd: Simrad EK(ER) 60 kHz lodd við bæði 38 og 200 kHz splitbeam botnum.
• Skipið skal hava tóvmegi til at tóva við flótitroli (Vónin 832 m) í vatnskorpuni við upp til 5 míla ferð.
Reiðskapur: Eitt (Vónin 832 m MULTPELT) flótitrol við tilhoyrandi útgerð. Lemmar: Injector F-15, 6
m2, 2000 kg.
• Trolveirur: Skipið skal hava flótiveir (Dynema ella líknandi, í minsta lagi 500 m), av tí at tóvað verður
í vatnskorpuni.
• Skipið skal hava Scanmar ella Marport dekkseind, troleyga og sensorar, ið skulu brúkast til at máta
ymsar parametrar á trolinum/lemmunum.
• Skipið skal hava koyggjupláss til fimm fólk frá Havstovuni.
• Kanningarumhvørvið umborð: Tað skal vera gjørligt at standa innandura og taka prøvar av veiðuni.
Her skal borðpláss (minst 100x60 cm) vera til mátibretti og elektroniska vekt.
• Internetsamband skal vera umborð, við eini vælvirkandi LAN skipan. EK60 teldan og
arbeiðsteldurnar skulu hava samband við netið umborð.
• Á brúnni skal verða arbeiðspláss til tveir granskarar at sita við skriviborð at viðgera tølini frá
ekkóloddunum.
Útreiðslur í sambandi við kanningina:
Í sambandi við yvirlitstrolingar í summar, kann roknast við útreiðslum á umleið kr. 500.000, ið skulu
fíggjast yvir kvoturnar, t.e. í sáttmálanum millum Havstovuna og tann, ið tekur av. Útreiðslurnar í
sambandi við túrin fevna millum annað um ymsa útgerð til túrin, løn og siglipening til fólkini umborð, og til
fyrireiking og at arbeiða upp prøvar, tiknir umborð. Endaligu útreiðslurnar verða uppgjørdar eftir túrin.
Umsóknin skal sendast til:
Havstovan (hav@hav.fo)
Nóatún 1
100 Tórshavn
Att: Erling í Liða
Kunngerð
Valevnislistarnir til fólkatingsvalið hósdagin
18. juni 2015 skulu verða formanninum fyri
fólkatingsvalnevndini í hendi seinast sunnu
dagin 7. juni 2015 kl. 18oo.
Sagt verður frá, at sambært vallógini skal
val evnislistin verða undirskrivaður av val
evninum við upplýsing um fult navn, føð
ingardag, starv og fullan bústað. Á val
evnis listanum skal eisini verða upplýst navn
og bústaður á einum veljara (tlf. nr.), sum
fólka tingsvalnevndin, umframt valevni, kann
venda sær til, um villa er í valevnislistanum
o.a.
Valevni, ið vil stilla upp fyri flokk (sum er
um boðaður á Føroya Løgtingi), skal upp
lýsa hetta á valevnislistanum. Í seinasta
lagi mikudagin 10. juni 2015 kl. 18oo, skulu
flokkarnir boða fólkatingsvalnevndini frá,
hvørji valevni flokkurin góðkennir. Fráboð
an in skal fyri hvørt góðkent valevni inni
halda upplýsing um navn, føðingardag og
full an bústað á hesum. Valevni, sum ikki
verðagóðkendavviðkomandiflokki,kunnu
ikki stilla upp til valið. Um góðkenning ikki
fyri liggur, kann einki valevni stilla upp fyri
flokkin.
Valevni,iðstillaupputtanflokka,skuluupp
lýsa hetta á valevnislistanum (tlf. nr.). Val
evnis listin skal eisini verða undirskrivaður
av stillarum (av minst 150 og hægst 200
velj arum í Føroyum) við upplýsing um navn,
føð ingardag, starv og fullan bústað teirra.
Tórshavn 28. mai 2015
Fólkatingsvalnevndin fyri Føroyar
Olaf á Stongunum, fm.
í Brekkuni 9
FO100 Tórshavn
Tlf. nr. 314691 ella 214691
© DIMMALÆTTING
www.gevidblod.fo
GEVA BLÓÐ?
Felagið Blóðgevi
Blóðbankin á Landssjúkrahúsinum
J.C. Svabos gøta 43
100 Tórshavn
Telefon: 30 45 22
Teldupostur: bbank@lsh.fo
Blóðgevarar í Suðuroy
Rannsóknarstovan á Suðuroyar Sjúkrahúsi
Sjúkrahúsbrekka 19
800 Tvøroyri
Telefon: 34 32 70
Teldupostadressa: lab@ssh.fo
Klaksvíkar Blóðdonorlið
Rannsóknarstovan á Klaksvíkar Sjúkrahúsi
Sniðgøta 1
700 Klaksvík
Telefon: 45 45 45
Teldupostadressa: labblod@ks.fo
Vilt tú vera við til at bjarga lívum,
kanst tú teknað teg hjá einum av
blóðgevarafeløgunum ella umvegis
heimasíðuna www.gevidblod.fo
Fólk kunnu geva blóð
3. hvønn mánað.
Ein posi av blóði kann bjarga upp til trimum mannalíum