Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-05-28, síða 33
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 28. mai 2015síða 33

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 29. MAI 2015 SOSIALURIN 60 33 Maud Wang Hansen Tá samgongu­ ting­limir við løgmanni á odda fóru und­ ir at fáa allar før­oy­ing­ar at taka undir við at lata eitt privat felag byggja ein eystur­oyar­tunnil, gjørdi sam­gongutingmaðurin Rei­ mund Langgaard eina (cost- benefit) útrokning av, hvussu nógv samfelagið og einstaki borgarin fór at vinna av pen­ ingi, um tikið var undir við nevndu verkætlan. Milliónirnar runnu skjótt upp í øktum vunnum virði. Talan var m.a. um at spara upp á vegirnar og útlátið, men ein tann mest áhugaverda út­rokningin eftir mínum tykki var virðið av at koma fyrr til hús til familjuna og at hava “kvalitetstíð” saman við familjuni og serliga børn­ unum; tá vóru rættiliga nógv virði vunnin. Nú fari eg at heita á ting­ mannin um, at gera eina líkn­andi útrokning fyri tær familjur, sum ikki hava nóg mikið av peningi til: • at børnini fáa veruligan mat hvønn dag • at børnini taka lut í sosialum felagsskapi við onnur børn • fara í og halda føðingardagar • at ferðast Í eini yvirlýsing, sum Norð­ ur­lendskur felagsskapur fyri sosialpedagogar (NFFS) skrivaði í 2012, stendur m.a. at: “Børn, sum vaksa upp í fátækt, eru fyri stórum vanbýti og eiga ongan lut í tí, sum má metast at vera vanlig nýtsla og vanlig luttøka í samfelagnum. Tey eru við skerdan lut og eru sosialt avbyrgd. Tað vaksandi fátækadømið rakar serliga børn hjá støk­ um uppi­hald­arum, for­eldr­ um við ongari út­búgving, arbeiðsleysum og børn í familjum, sum eru til­flytarar úr londum utt­an fyri vestur­ heimin. Av heiman­settum børn­um eru lutfalsliga nógv, sum hava livað og liva í fátæka­ dømi. Meginparturin av børn­ um, sum vaksa upp hjá fostur­ familjum ella á stovni, eru úr heimum, har stórt trot er á materiellum tilfeingi. Familjur, ið ikki hava orku ella hugskot til virksemi, sum ikki kostar pening. Fátækadømi er ein av orsøkunum til van­sorgan. Nógv børn liva í familjum, hvør fíggjarstøða er so vánalig, at tey ikki kunnu taka lut í ein­um fjølbroyttum barnalívi við frítíðarvirksemi, sum kann geva teimum upplivingar av at megna avbjóðingar - nakað, sum kundi fyribyrgt nógvum trupulleikum. Tað eru eisini børn í Norðurlondum, sum liva í treytaleysum fátækadømi. Tað eru børn, sum sjáldan ella ongantíð eru og ferðast, eru útferð, túr, í føðingardag ella hava vinfólk við heim til hús. Hóast tað sum heild er økt um vælferðina í Norð­ur­ londum, so er barna­fátæka­ dømið vaksið. Orsøkirnar til tess eru á mangan hátt tann førdi búskaparpolitikkurin, ið hevur elvt til størri ójavnað. At so nógv børn vaksa upp í fátækadømi, stendst eisini av, at vælferðarveitingarnar í alsamt størri mun verða lagaðar eftir einstaklingstørvi, og hetta er serliga til frama fyri tær sterku familjurnar. Tann besti møguleikin hjá foreldrum at tryggja, at børnini ikki skulu vaksa upp í fátækadømi, er at hava og varðveita eitt arbeiði, sum gevur eina hóskandi inntøku. Tí eru átøk til tess at økja um talið á arbeiðsplássum avgerandi í stríðnum móti barnafátækadømi. Men vinnu­fremjandi politikkur munar einki einsamallur. Tað er eisini alneyðugt at hava børnini í huga í sambandi við útjavningarpolitikkin. Hetta snýr seg m.a. um: • Góðar almennar skipanir og tæn­astur • Ókeypis dagstovnar, skúlar og frítíðarstovur • Ókeypis frítíðarvirksemi í kommununum • Betri stuðul til barna­ familjur • Lands og kommunalar ætlanir fyri uppvøkstri, sum eisini fevna um arbeiði við barnafátækadømi Tað ræður um at seta ítøkilig og miðvís tiltøk í verk her og nú, umframt eina langtíðarætlan fyri at sleppa undan, at børn vaksa upp í fátækadømi. NFFS heldur, at eitt lut­ falsligt og eitt treytaleyst fátækamark eigur at verða ásett. Tað hevði gjørt tað møgu­ligt at fylgt við, hvussu stórir trupulleikarnir við barna­fátækadømi eru, hvussu tað broytist, og ikki minst at arbeitt verður miðvíst fyri at sleppa undan barna­fátæka­ dømi.” Bókhaldari til Føroya Pedagogfelag Føroya Pedagogfelag sóknast eftir einum bókhaldara 30 tímar um vikuna, at byrja 17. august 2015. Vit kunnu bjóða arbeiði í eitt av størstu fakfeløgunum á almanna arbeiðsmarknaðinum í Føroyum. Í umsitingini starvast 4 fólk dagliga. Tað er eitt arbeiðspláss við nógvum fjølbroyttum uppgávum, har ongin dagur er eins. Vit vanta av tær at tú dugir at arbeiða sjálvstøðugt, ert fleksibul og dugir at halda fokus. Harumframt, at tú hevur hollan teldukunnleika, dugir at arbeiða við Microsoft Dynamics Navision og Excel. Løn sambært sáttmála við avvarandi fakfelag. Arbeiðstíðirnar eru í dagtímunum millum kl. 08:00-16:00. Nærri upplýsingar um starvið, fáast við at venda sær til Jógvan Philbrow, formann, ella Biritu Jacobsen, umsitingarleiðara á 35 75 76 Hevur hetta tín áhuga, ert tú vælkomin at senda eina umsókn og C.V. til: Føroya Pedagogfelag Tungugøta 1 FO-100 Tórshavn Ella til: pedagog@pedagogfelag.fo , viðmerk Bókhaldari Freistin at søkja starvið er 05.06.2015 kl. 12.00. torshavn.fo Tórshavnar kommuna lýsir við hesum eitt grundstykki til sølu í Marknagili. Grundstykkið er til víddar uml. 3.000 m2, og verður matrikulerað burtur úr matr. nr. 1101. Nýtslan av økinum Grundstykkið verður selt at nýta til handils- virksemi. Lesið meira á www.torshavn.fo Grundstykki til handilsvirksemi í Marknagili til sølu Marknagilsvegur undir Gráasteini Janusargøta Janusargøta Uml. 3.000 m2 Vísindaligt hjálparfólk - 2 tíðaravmarkað størv á Søgu- og samfelagsdeildini Hevur tú áhuga í at royna teg sum vísindaligt hjálparfólk innan søgu og samfelag, so hava vit tvey tíðaravmarkað størv sum granskingarhjálpari leys at søkja. Bæði størvini verða sett í 6 mánaðir, frá 1. august 2015 at rokna. Uppgávurnar í starvinum verða fyrst av øllum knýttar at nýggju master- útbúgvingunum á deildini, sum byrjað í heyst. Tann, ið sett/ur verður, kemur tí í høvuðsheitum at stuðla undir tað virksemið, sum fer fram í samband við hesar útbúgvingar, eitt nú projektarbeiði, lestrarbólkar, fyrilestrar e.l. Arbeitt verður í tøttum samstarvi við vísindastarvsfólkini á deildini. Starvslýsing Sæst á www.setur.fo Umsókn og freist Umsókn við viðkomandi skjølum, cv, prógvum o.a, umframt møguligum vísindaligum avrikum, skulu sendast til: umsokn@setur.fo í seinasta lagi mánadagin 1. juni 2015, kl. 12. Nærri upplýsingar Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda tær til Gest Hovgaard, útbúgvingarleiðara tlf. 292595; mail: gesturh@setur.fo. Upplýsingar um virksemið á Fróðskaparsetrinum eru at finna á heimasíðuni: www.setur.fo. J. C. Svabos gøta 14 • Postrúm 272 110 Tórshavn • www.setur.fo KJAK Hvat kostar tað at børn fara svong til songar? Opið bræv til Reimund Langgaard og aðrar samgongulimir, sum ikki tóku undir við at veita teim fíggjarliga harðast sperdu barnafamiljunum fíggjarligan styrk, áðrenn tingið fór í summarfrí