Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-05-28, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 28. mai 2015síða 34

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 29. mai 2015 sosialurin 60 34 Pætur Albinus F øroya Fimleikasamband hevði í morgun tíðindafund í høllini á Hálsi, sum viku­ skift­ið 6.-7. juni verður karm­ur um HM í estetiskum fimleiki. Kapp­ing­in er skipað í eina kvinnu- og eina unglingakapping, sum altjóða eita XVI AGG World Championship og AGG Junior World Championship. Eini 50 fólk vóru møtt til tíðinda­ fundin, sum greiddi nærri frá um ymiskt í sambandi við HM-kapping­ ina. Hetta er fyrstuferð nakrantíð, at fimleikurin í Føroyum skipar fyri so stórari kapping. Risastórt Tað er einki at taka seg aftur í, at tað er eitt risastórt tiltak, sum Fimleika­ samband Føroya nú skal skipa fyri. Ikki færri enn 480 fimleikarar úr 13 londum vera við til kappingina. Talan er um 44 lið - 23 lið í kvinnukappingini og 21 lið í unglingakappingini. Av teim­um eru seks føroysk lið um­boð­ andi Havnar Fimleikarfelag, Ljósið og Støkk. Harafturat skulu venjarar, hjálpar­ fólk og umboðsfólk teljast við. Mett verður, at tað vera í alt 600 útlendsk fólk í Føroyum í sambandi við kapp­ ingina. 10. ferð Føroyar fingu limaskap í altjóða sam­bandinum fyri estitiskan fim­ leik, IFAGG, í 2005, tá føroyskir fim­ leik­arar eisini á fyrsta sinni luttóku í HM-kappingini. Hetta er tískil 10. ferð, at føroyskir fimleikarar lut­ taka, og hesa­ferð verður tað altso á heima­gólvi. – Avbjóðingin at hýsa sjálvari HM-kappingini er tann størsta, sum Føroya Fimleikasamband hev­ur tikið upp á seg, siga tey í fim­leika­sam­band­ inum. Føroyar bjóðaðu seg fyrstuferð fram sum vertstjóð í 2010, men tá møttu tey mótstøðu m.a. orsakað av veður­lagnum her. Hóast tað aftur í 2012 var eitt sindur av mótstøðu og hini londini eitt nú peikaðu á ivasom flog­líkindi og dýra gisting, so vóru tað fleiri lond, sum tosaðu fyri sakini hjá Føroyum og at enda varð einmælt sam­tykt, at Føroyar skuldi fáa verts­ skapin um trý ár – altso í 2015. Hesi vera við Sum nevnt, so vera fimleikarar úr 13 ymiskum londum við í kappingini. Tey londini eru Føroyar, Russland, Japan, Kina, Spania, Italia, Kanada, Est­land, Danmark, Finnland, Bulgaria, Kekkia og Eysturríki. Árligi aðalfundurin hjá IFAGG verður eisini hildin í Føroyum hetta vikuskiftið. Á tí fundinum verður eisini forsetaval, og í tí sambandi eru umboð úr Ukreina, Meksiko, Hvíta­ russlandi, Týsklandi og Fraklandi eisini komin til Føroya. Vísa Føroyar fram Fyrireikararnir hava gjørt nógv burturúr at fáa flættað eitt estetiskt tema saman við avbjóðingini at vísa Føroyar fram fyri gestunum. Eyð Strøm, sum er venjari hjá Havnar Fimleikarfelag, hevur sniðgivið eitt Estetiskur fimleikur Heimsins bestu estetisku fimleikarar skulu um vikuskiftið 6.-7. juni kappast í høllini á Hálsi í Havn, har pláss er gjørt fyri heili 1.130 áskoðarum og klárt er at taka ímóti teimum 600 útlendingunum, sum koma til Føroya í sambandi við kappingina, ið er tann størsta avbjóðingin hjá Føroya Fimleikasambandi nakrantíð Brakið nærkast ítróttur Heims­- meistara-­ kapping í Føroyum