hósdagur 28. mai 2015síða 35
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 29. mai 2015
sosialurin 60
35
búmerki, sum myndar eina lofts
mynd av Føroyum og ein estetiskan
fimleikara.
Heiðursmerkini, sum verða
latin, eru serlig í mun til hvussu vit
vanliga kenna tey. Tey eru handgjørd
av navnframu glaslistakvinnuni,
Mikkalinu Norðberg.
Innivist
At skipa fyri so stórari kapping í lítlu
Føroyum hevur kravt sítt, og fyri
reikingarnar hava verið í gongd líka
síðani tað gjørdist greitt fyri trimum
árum síðani, at Føroyar skuldi vera
vertur.
Ein fyrireikingarnevnd hevur ar
beitt við at fáa tað fíggjarliga, ítróttar
liga og praktiska upp á pláss, og tað
var greitt á tíðindafundinum fyrra
partin, at alt er komið upp á pláss.
Innivist er fingið til teir mongu
gestirnar í Havn. Teir fara at búgva
á Hotel Føroyum, Hotel Hafnia,
Hotel Tórshavn, Hotel Streymi,
Hotel Havn, í Kerjalon, Bládýpinum,
skúlaheiminum í Marknagili, Føroya
Fólkaháskúla og í Odd Fellow-
húsinum á Grønlandsvegnum.
Máltíðirnar fáa fimleikararnir í
Dansifrøi.
Tveir føroyskir dómarar
Tilsamans 30 dómarar eru settir at
døma kappingina – 12 hjá kvinnunum,
12 hjá unglingunum og seks høvuðs
dómarar. Tveir føroyskir dómarar eru
við til kappingina. Tær eru Beinta
Danielsen og Elna Johannesen.
Tær báðar fingu dómaraprógv í
2005 og hava hildið seg væl til síðani
tá. Tað er nevniliga eitt krav hjá al
tjóða dómarunum, at teir skulu døma
í minsta lagi tvær kappingar um árið
fyri at varðveita prógvið – um ikki, so
skulu teir til nýggja upptøkuroynd.
Sølan byrjað
Høllin á Hálsi er væl brynjað til at
taka ímóti áskoðarum til kappingina.
Tórshavnar kommuna hevur tikið
sær av at smíða tveir stórar áskoðara
pallar til høvið, og pláss er nú fyri
heili 1.130 áskoðarum í høllini á Hálsi.
Tað er væntandi, at gravgangur
verður eftir atgongumerkjunum,
sum verða sett til sølu hóskvøldið
kl.20.00. Tey kunnu keypast umvegis
billetnet.dk – leinkja til søluna finst
eisini á fimleikur.fo.
Kappingin byrjar leygardagin 6.
juni kl.13.00. Finaluumfarið verður
dagin eftir, sunnudagin 7. juni kl.14.00.
albinus@sosialurin.fo
Katrin Abrahamsen
Mynd: Álvur Haraldsen