Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-05-28, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 28. mai 2015síða 36

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 29. mai 2015 sosialurin 60 36 ítróttur Tróndur Arge H ans Jørgen Djurhuus málið hevur sett sín dám á føroyskan fótbólt í 2015. Ein venjingardystur í Gundadali millum HB og Víking endar við samanbresti millum Hans Jørgen Djurhuus úr Víkingi, og Poul Ingason úr HB. Poul Ingason brýtur nøsina, tá Hans Jørgen slær eftir honum. Venj­ ingar­dysturin verður síðani avblástur og tað endar við, at løgreglan av sín­ um eintingum tekur málið upp. Týsdagin kom málið fyri rættin, har Hans Jørgen Djurhuus er ákærd­ ur fyri harðskap. Ákærdur fyri, at við knýttum neva at sláa Poul Ingason í andlitið. Stórar partar av málinum eru tey flestu samd um. Tað er tó ósemja um Hans Jørgen Djurhuus sló við knýttum neva, og hvat hendi júst áðrenn. Á rættarfundinum var rímilig semja um, at Poul antin skumpaði ella tók í bringjuna á Hans Jørgen. Síðani slær Hans Jørgen áðrenn Poul Ingason sparka út eftir Hans Jørgen. Her ein ein samanumtøka av málinum og tí, sum fór fram í rætti­ num. Hendingin: 20. januar 2015 Tað er venjingardystur millum HB og Víking í Gundadali. Avtalað verður at spæla fleiri styttri hálvleikir enn vanligu tveir hálvleikirnir á 45 minuttir. Tað er í øðrum hálvleiki av hesum dystinum, at Hans Jørgen Djurhuus taklar Poul Ingason. Dómarin, Ransin N. Djurhuus, bríkslar fyri fríspark og hevur gula kortið á lofti. Eftirfylgjandi blívur Poul Ingason óður og tað blívur til ein samanbrest millm hann og Hans Jørgen. Endin er, at Hans Jørgen slær eftir Poul og brýtur nøsina á honum. Tað blívur til rok millum spælararnir og Ransin velur á avblása dystin. Eftirspæl í fjølmiðlunum: 20. januar 2015 Tað gekk bara ein lítil løta, so vóru tíðindini á flestu føroysku tíðinda­ portalunum. Heðin Askham, venjari hjá HB, Ransin N. Djurhuus, og Poul Ingason úttalaðu seg allir. Myndir av brotnu nøsini vóru eisini frammi. Víkingur tekur frástøðu: 21. januar 2015 Vísandi til venjingardystin millum HB og Víking, har tað kom til ilnar millum leikarar hjá feløgunum báðum, vil Víkingur hervið boða frá, at felagið staðiliga tekur frástøðu frá harðskapi í ítrótti og í síni heild, stendur millum annað at lesa í tíðinda­skrivi frá Víkingi. Víðari skrivar felagið: Niðurstøður og avleiðingar verða ikki kunngjørdar í fjølmiðlunum, og felagið hevur ikki aðrar almennar viðmerkingar til málið. FSF kennir ikki sínar heimildir: 21. januar 2015 Í samrøðu við in.fo sigur Virgar Hvidbro, aðalskrivari í FSF, at tað er óvist hvørjar heimildir fótbólts­sam­ bandið hevur í hesum sambandi. – Vit hava ikki slept málinum, men tað er tó ikki soleiðis, at vit leggja alt annað til viks fyri at svara hesum, sigur Virgar Hvidbro, aðalskrivari hjá FSF. – Tað, sum vit gera í hesum sam­ bandi er í fyrsta lagi, at vit kanna heim­ildirnar hjá okkum. Talan er um sera prinsipielt mál, og tí kanna vit eisini, hvat vanliga verður gjørt í grannalondum okkara, sigur Virgar Hvidbro, sum annars ikki hevur nakrar viðmerkingar til málið. Løgreglan tekur málið upp: 21. januar 2015 Dagin eftir velur løgreglan at taka málið upp. – Harðskapur er eitt revsi­lógvar mál um tað so fer fram á gongu­gøtuni á nátt, ella á einum fót­ bólts­vølli, so verður ta tikið upp, sigur løg­reglan við Kringvarpið. Sosialurin: Umberingin góðtikin 22. januar 2015 Í samrøðu við Sosialin biður Hans Jørgen Djurhuus alment um um­ bering fyri hendingina. Poul Ingason góðtekur umberingina – Eg havi tosað við Hans Jørgen og fingið eina umbering. Hana havi eg góðtikið, sigur Poul Ingason. – Eg eri keddur av hendingini. Tað var als ikki meiningin at bróta nøsina á honum, sigur Hans Jørgen. Hans Jørgen skal í rættin: 18. mai 2015 Almannakunngjørt verður, at Hans Jørgen Djurhuus skal í rættin. Hann er ákærdur fyri harðskap eftir grein § 244. Hann skal fyri rættin 26. mai. Málið í Føroya Rætti: 26. mai 2015 klokkan 13.00 Málið er fyri í Føroya Rætti. Rættarfundurin varar í yvir tveir tímar. Umframt Hans Jørgen Djurhuus, so eru seks vitni innkallaði. Tey eru Poul Ingason, Ransin N. Djurhuus, Bent Tommy Linklett, Sigfríður Clementsen, Hans Jacob á Líknargøtu og Atli Gregersen. trondur@sosialurin.fo Fótbóltur Umstrídda málið um Hans Jørgen Djurhuus og brotnu nøsina á Poul Ingason, var fyri í rættinum týsdagin. Í rættinum vóru fleiri mótsøgnir í samband við hendingina. Stóri spurning­urin er, um Hans Jørgen sló við knýttum neva ella ikki Ósemja um slagið var við knýttum neva Hans Jørgen Djurhuus málið Fótbóltssambandið náddi ikki at taka Hans Jørgen Djurhuus málið upp, áðrenn løgreglan valdi at taka málið um brotnu nøsina hjá Poul Inagson upp. Síðani málið hevur verið rættinum hava fleiri mett, at tað heldur skuldi verið FSF, sum revsaði Hans Jøregn Djurhuus. – Tað hendir alt so skjótt. Reglu­gerðin er ikki greið á hasum økinum. Tí vildu vit leitað okkum ráðgeving og kunnleika um líkandi mál, áðrenn vit gjørdu nakað við málið, sigur Christian F. Andreasen, forseti í FSF. Málið kemur ongantíð so langt í FSF, tí løgreglan tekur í midlari tíð málið upp. – Áðrenn vit koma til eina niður­ støðu hevur løgreglan tikið málið upp. Vit hava einki at skula sagt, tá løgreglan tekur eitt máli upp. Tí hava vit valt at bíða eftir dóminum, sigur Christian F. Andreasen, sum heldur at FSF hevur heimild at revsa Hans Jørgen. Christian F. Andreasen greiðir víðari frá, at málið er ikki slept. So teknist, so kann Hans Jørgen Djurhuus framvegis fáa leikbann frá FSF fyri hendingina. Dómur fellur í rættarmálinum týsdagin. trondur@sosialurin.fo FSF bíðar eftir dóminum