Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-05-28, síða 37
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 28. mai 2015síða 37

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 29. mai 2015 sosialurin 60 37 Ákærdi Hans Jørgen Djurhuus 36 ára gamli miðvallarin hjá Víkingi noktaði seg sekan í at hava sligið við knýttum neva. Hans Jørgen greiddi frá hendingini og hvussu hann kendi seg hóttan av Poul Ingason, tá hesin eftir taklingina skumpaði og sparkaði ákærda. Verjin, Jógvan Elias Winther Poulsen, vísti eisini fram myndir av merkjum á vinstru síðu á kroppinum, har Poul Ingason skuldi havt sparkað Hans Jørgen. Tað kom ikki heilt greitt fram frá ákærda nær sparkið fall í mun til slagið. Hans Jørgen er ikki í iva um, at hann vardi seg sjálvan í støðuni. Hann legði afturat, at hann hevði ringt til Poul Ingason dagin eftir. Eisini møttust teir, tá Víkingur var í suðri á venjingarlegu nakað seinni. Hans Jørgen endaði við at siga, at tað er einki ilt millum hann og Poul, og at báðir partar eru komnir víðari frá hendingini. Vitni 1 Poul Ingason Fyrsta vitni á rættarfundinum var Poul Ingason sjálvur. Hann greiddi frá hvussu hann upplivdi hendingina. Hann váttaði, at hann hevði tosað við Hans Jørgen, sum hevði biðið um um­ bering. Stóri munurin á søguni hjá ákærda og Poul Ingason er, at Poul er ikki í iva um, at Hans Jørgen Djurhuus sló við knýttum neva. Poul metti heldur ikki, at hann hevði skumpað Hans Jørgen so hart. Vitni 2 Ransin N. Djurhuus, dómari Dómarin í dystinum var bara einar fimm til tíggju metrar frá hendingini. Hann greiddi frá hvussu hann upplivdi hendingina. Ransin greiddi frá, at taklingin var til gult kort. Frágreiðingin hjá Ransini stuðlar undir frágreiðingini hjá Poul Ingason, at Hans Jørgen Djurhuus sló við knýttum neva. Ransin segði seg ikki síggja sparkið hjá Poul Ingason. Spurdur um hví hann avblásti dystin svaraði hann; – Eg eri ikki boksidómari. Eg eri fótbóltsdómari, segði Ransin N. Djurhuus. Vitni 3 Bent Tommy Linklett, hjálpardómari Bent Tommy greiddi frá, at hann stóð einar 25 metrar frá hendingini og hevði fritt sýni. Hann stulaði eisini undir, at Hans Jørgen nýtti ein knýttan neva, tá hann sló Poul Ingason. Hann sá heldur ikki sparkið hjá Poul Ingason. Vitni 4 Sigfríður S. Clementsen, venjari hjá Víkngi Sigfríður stóð einar 10 til 15 metrar frá hendingini. Hann segði, at Poul Ingason bæði skumpaði ella sló, og sparkaði Hans Jørgen áðrenn miðvallarin sló aftur. Sigfríður metti ikki, at talan var um beinleiðis knýttan neva, og slagið ikki var “ein upp á kjaftin”. Hann vísti síðani á, at hetta er eru nakað, sum kann henda í fót­bólts­ umhvørvinum. At ein slík hending eigur at verða millum spælararnar og fótbóltssambandið. Vitni 5 Hans Jacob á Líknargøtu, umboðsmaður Umboðsmaðurin var farin í Gundadal at hyggja eftir einum spælara. Hann stóð einar 40 metrar frá hendini og sá beint á alt, sum hendi. Hans Jacob vísti fyrst á, at hann hevur kent Hans Jørgen í nógv ár, og hevur arbeitt saman við Poul Ingason. So hann var neutralur í hesum samanhanginum. Hans Jacob stuðlaði frágreiðingini hjá Hans Jørgen. Hann metti seg ikki síggi ein knýttan neva og helt fyri, at Hans Jørgen var í verjustøðu. Vitni 6 Atli Gregersen, liðskipari hjá Vikingi Miðverjin hjá Víkingi sigur, at hann stendur millum fimm og tíggju metrar frá hendingini. Hann kallar slagið hjá Hans Jørgen fyri eitt “tøseslag”. Hann metir ikki, at talan er um knýttan neva, men heldur eitt slag við eini flatari hond. Atli metir eins og Sigfríður, at Poul bæði skumpar og sparkar, áðrenn Hans Jørgen í verjustøðu slær aftur. Ákærin Síðani legði ákærin fram. Hann vísti millum annað á aðrar sakir og tók samanum tað, sum var farið fram í rættinum. Hann kallaði millum annað Ransin N. Djurhuus og Bent Tommy Linklett fyri lykavitni, tí hesir vóru dómarar og tí neutralir. Ákærin legði dent á, at hann metti at talan var um hart slag við knýttum neva. Hann vísti á onnur dømi úr fótbóltsheiminum frá 1972 og fram til 2011. Hann endaði við at vísa á, at var hetta hent uttanfyri fótbóltsvøllin, so hevði revsingin helst verið 30 dagar í geglinum. Ákærin metti tó, at talan her var um serligar umstøður og tí hevði ákæruvaldið góðtikið ein treytaðan dóm. Verjin Jógvan Elias Winther Poulsen Verjin hjá Hans Jørgen metti, at talan her er um ein hending, sum er tikin úr samanhanginum. Hetta tí at tað er Poul Ingason, sum byrjar saman­ brestin við at leypa á Hans Jørgen. Tí kann Hans Jørgen ikki revsast fyri at verja seg í støðuni. Hann vísti eisini á, at tað í ítrótti kann roknast við, at menn eru heitir og slíkar støður kunnu henda. Hann vísti millum annað til úttalisini hjá Sigfríða Clementsen. Eins og ákærin, so vísti Jógvan Elias Winther Poulsen á onnur fordømi. Millum annað vísti hann á kendu hendingina í Parkini, tá Christian Poulsen meddaði nevn­an í búkin á einum svenskum lands­ liðs­spælara. Svøríki vann dystin á skrivara­borðinum, tí ein áskoðari rann inn á vøllin eftir dómaranum. Her vísti vejin á, at løgreglan valdi ikki at taka málið um nevan hjá Christian Poulsen upp. trondur@sosialurin.fo Terji Nielsen F ram móti heimadystinum móti Grikkalandi á Tórs­ vølli leygarkvøldið 13. Juni fara vit her í blað­ num at minnast aftur á søguliga dystin á útivølli 14. Novembur í fjør, tá ið Føroyar vunnu 1-0. Vit fara at hitta fólk, sum antin vóru á vøll­inum ella uttan fyri vøllin søgu­liga kvøldið í Pireus. Konan hevði einki fingið við Atli Gregersen var á vøllinum allar 90 minuttirnar, og hann minnist soleiðis aftur á kvøldið. – Alt kvøldið var fullkomiliga óveru­ligt. Eg minnist, at vit komu aftur á hotellið, fingu okkum ein bita, og onkrar talur blivu hildnar. Men so fór eg á kamarið hjá mær og ringdi heim til Jenny, konuna hjá mær. Hon hevði einki fingið við, tí hon var sovnað á sofuni. Men sonurin, Árni, sum tá var 8 ár, hevði sagt við hana: »Mamma, vit vunnu«. Men eg haldi ikki, at hon trúði honum fyrst. Hann greiðir frá, at tá ið hann ringdi heim, tosaðu tey saman í eini tveir tímar. – Eg var púra flatur, bæði krops­liga og sálarliga. So minnist eg, at dysturin bleiv sendur um­ aftur í grikskum sjónvarpi, og eg hugdi eftir øllum dystinum um nátt­ina. Eg orkaði snøgt sagt ikki út at feira tað, og tá ið eg hugdi eftir dystinum, mintist eg alt aftur. Hvørja detalju, sigur Atli Gregersen. Stórt herðaklapp frá grikkum Víkinga-liðskiparin greiðir frá, at tað var ikki fyrr enn eftir dystin, at tað veruliga gekk upp fyri leik­ ar­unum, hvussu stórt avrikið var. – Griksku áskoðararnir klapp­ aðu okkum út av vøllinum, og størri herðaklapp fært tú ikki. Tá ið vit so komu aftur á hotellið eftir dystin, stóðu øll starvsfólkini á hotell­inum uttanfyri og tóku ímóti okkum við lógvabrestum. Tá haldi eg, at vit fataðu, hvussu stórt tað var, sigur Atli Gregersen. Hann heldur, at kvøldið í Pireus verður ongantíð gloymt av teimum, sum vóru við, og hann heldur, at tað serliga er minniligt hjá eldru leikarunum á lands­lið­ num. – Fyri okkum eldru er tað nokk eitt sindur villari hjá hinum. Tak til dømis ein mann sum Fróða Benjaminsen, sum í Pireus tangeraði dystarmetið á landsliðnum. Hann hevði ongan­ tíð áður verið við til eina sensatión á før­oyska landsliðnum, so eg haldi, at teir flestu vóru serliga glaðir hansara vegna, sigur Atli Gregersen at enda. Atli Gregersen, verjustýrmaður á føroyska landsliðnum, gloymir ongantíð søgu­liga kvøldið í Pireus í fjør, tá ið Føroyar vunnu 1-0 á Grikkalandi Eg gloymi tað ongantíð Leygardagin 13. juni Undankappingardystur - Tórsvøllur, Tórshavn føroyar vs Grikkaland Landsliðsupptakt... Samanumtøka: Tað er stóra semja um tað, sum fór fram til og við slagið hjá Hans Jørgen. Ivamálið er um nevin var knýttur. Hetta tykist verða lyklastøðan í málinum. Dómarin í málinum endar rættarfundin við at boða frá, at dómurin fellur í málinum komandi týsdag a middegi.