Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-05-28, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 28. mai 2015síða 38

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 29. mai 2015 sosialurin 60 38 Ikki við: Jákup á Borg (leikbann) Alex Mellemgaard (lærkrikin, óvist hvussu leingi) Jónas Tór Næs (økslin, 2 vikur) Ikki við: Pál M. Joensen (knæ, langtíðarskaddur), Jógvan Rói Davidsen (leikbann 1. dystur) Ivasamur: Gunnar Haraldsen (lærkrikin) Ikki við: Gert Hansen (knæskaði, 1 vika) Súni Olsen (knæskaði, 2-3 vikur) Ikki við: Hákun Edmundsson (lærkriki, ein vika) Ivasamir: Jonhard Frederiksberg (rivjabein) Jens Joensen (knæskaði) Ikki við: Rasmus Dan Sørensen (baklær, 2 vikur) Ivasamur: Arnar Dam (baklær), Leif Niclasen (tá), Árni G. Olsen (baklær) Jóannes Hansen S unnudagin verður 14. um­ far á skránni. Tá ið síðsta bríkslið hevur ljóðað á Argjum sunnukvøldið, har bólt­urin fer á rull klokkan 17.00, verð­ur tað greitt, hvussu talvan fer at síggja út, nú kappingin verður meiri enn hálvrunnin. Hesaferð eru innanhýsis upp­ gerðir­nar tær somu, sum tær vóru í 8. um­fari. Tað var á skrá sunnudagin 26. apríl. Tað vil siga, at tað er bara ein stórur mánaði síðani, at liðini, sum nú bresta saman aftur, vóru í innanhýsis víggi. Ta ferðina vóru úrslitini FC Suðuroy-EB/Streymur 2-1, TB-ÍF 1-1, HB-B36 1-3, Víkingur-NSÍ 5-1 og KÍ- AB 2-1. 2. hvitusunnudag styrkti NSÍ um sína støðu sum topplið. Nú eru tað fimm stig og væl betri málmunur aftur til B36. Tað er harvið greitt, at NSÍ eisini verður topplið eftir bæði fjúrtanda og fimtanda umfar og iva­ leyst eisini eftir sekstanda umfar. Úrslitini mánadagin vóru fyri tað mesta, sum tað kundi roknast við. Tað var ikki óvæntað, at NSÍ fór úr Streymnesi við fullari úrtøku. Men tað var merkisvert, at heimaliðið full­ komuliga hoyknaði. Tað er ikki á hvørjum ári, at heima­ liðini leggja rygg til átta mála tap. Sum tað sæst á talvuni, so eru tað næstan seytjan ár síðani, at eitt so­ vorðið úrslit síðst var á skránni. Tá vann B36 10-0 á Krossinum í Sumba. Jákup á Borg skoraði fimm mál, og John Petersen skoraði fýra ferðir. Í allari søguni hjá landskappingini er tað komið fyri bara seks ferðir, at heima­liðið hevur lagt rygg til tap, sum hava verið átta mál ella meiri enn tað. Heimaliðið skal standa royndina FCS - EB/Str. Eiler Rasmussen Sunnudagin klokkan 15.00 Tað var stórt vónbrot fyri FC Suðuroy, at KÍ í síðstu sekundunum í Klaksvík mánadagin skoraði sigursmálið. Síðani 3-2 sigurin í Fuglafirði, hevur FC Suðuroy tapt fýra ferðir á rað við samlaða málmuninum 4-12. Kortini er mótið gott: – Liðið hekk væl saman í Klaksvík. Vit iðra okkum, men samstundis ásanna vit, at klaksvíkingar spældu seg til nógvar málmøguleikar. Nú eiga vit tveir heimadystir ímóti EB/ Streymi og AB. Tað er í hesum báðum dystunum, at vit skulu vinna stigini, sum kunnu flyta okkum burtur frá niðurflytingarstrikuni. Tveir teir næstu heimadystirnir verða heilt av­gerandi, sigur Jón Krosslá Poulsen hjá FC Suðuroy. EB/Streymur er botnlið, og tølini siga, at tað stendur heilt illa til. 2-1 sigurin á Argjum vísti seg ikki at venda gongdini. Síðani tá hevur EB/ Streymur tapt tríggjar ferðir við saman­talda málmuninum 0-13! Og 0-8 var øgiligt: – Í tíggju teir seinastu minuttirnar skoraði NSÍ seks mál. Tað er einki annað at gera enn at vaska hetta burtur og at reisa okkum. Talan er um seks stiga dyst í Vági. Tíbetur er Marni Djurhuus við aftur. Hann eigur rutin­ una at stýra, og tað fer vónandi at síggjast í Vági, sigur Teitur Joensen, hjálpar­venjari hjá EB/Streymi. Argjamenn eru illa sperdir AB - KÍ Páll Augustinussen Sunnudagin klokkan 17.00 At tað endar javnt aðru hvørja ferð eigur ikki at vera so galið. Men hjá AB er tað heilt galið, tí allar hinar ferðir­nar hevur AB einki fingið burturúr. Harvið hava argja­ menn ryggin ímóti múrinum, nú teir fyrireika seg at fáa klaksvíkingar á vitjan. – Sjálvandi kennist hetta sera ør­ kymlandi. Uggin er, at fótbólts­spælið er vorðið alsamt betri. Stóri trupul­ leikin er, at vit ikki megna nóg nógv í álopinum. Tað styrkir um, at Hørður Mohr og Jobin Drangastein nú eru tøkir aftur. Vit rokna framvegis við, at tá ið vit vinna fyrstu ferð, so fer tað at gleppa, og vit vóna, at tað verður ímóti KÍ. Í Klaksvík var tað sera tætt, men sum fleiri aðrar ferðir í ár, so kopp­aði tað tá mótstøðuliðnum til fyri­munar, sigur AB miðvallarin Kári Nielsen. Klaksvíkingar hava vunnið fimm ferðir á rað á heimavølli. Á útivølli hevur tað ikki eydnast at vinna fulla úrtøku í seks dystum. Samlaða úr­ tøkan er tvey stig: – Um vit skulu røkka fjórða pláss­ inum, so mugu vit eisini skava stig saman á útivølli. Liðið riggar alt betri. Argjamenn eru svangir, so tað verður ikki lætti, men sjálvsálitið hjá okkum er stórt, og støðutalvan sigur, at vit eiga at vinna fulla úrtøku á Argjum, sigur 37 ára gamli KÍ veteranurin Heðin á Lakjuni, sum í yvirtíðini skor­ aði 2-1 sigursmálið ímóti FC Suðuroy: – Vit høvdu nógvar møguleikar, men vit vóru ikki nóg neyvir framm­ an­fyri málið. At tað kortini eydnaðist LIÐ TÍÐINDI B36 HB Víkingur NSÍ EB/Streymur Fótbóltur NSÍ hevur møguleika at vaska stórtapið ímóti Víkingi burtur, HB hevur møguleika at taka seg nærri toppinum, og EB/Streymur kann detta uppaftur longri burtur frá bjargingini Upptakt til Effodeildina ítróttur Størsti sigur á útivølli í 17 ár Stórsigrar á útivølli 25.05.2015 EB/Streymur - NSÍ 0-8 Klæmint A. Olsen 3 mál 03.10.1998 ÍF - HB 1-10 Súni Fríði Barbá 4 mál 15.08.1998 Sumba - B36 0-10 Jákup á Borg 5 mál 23.08.1997 B71 - HB 0-9 Uni Arge 4 mál 02.06.1996 B71 - GÍ 0-9 Símun Petur Justinussen 4 mál 31.05.1971 ÍF - KÍ 0-9 John Sigurð Joensen 3 mál