Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-05-28, síða 39
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 28. mai 2015síða 39

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 29. mai 2015 sosialurin 60 39 Ikki við: Hjalgrím Elttør (trupulleikar í lærkrikanum), Tórður Justesen og Petur Andreasen (skaddir) Ivasamur: Sørmundur Kalsø (vøddaskaddur) Ikki við: Jan Ellingsgaard (Burturstaddur), Ari Ellingsgaard (Leikbann, ov nógv gul kort) Við aftur: Áki Petersen Ikki við: Rógvi Poulsen (burturstaddur), Gert Drangastein (fóturin, 2-4 vikur), Teitur Jóannesarson (knæ, óvist) Ivasamur: Kári Nielsen (knæ) Ikki við: Arthur Poulsen (brotið fótin, 4-5 vikur) Við aftur: Teitur Justinussen og Rógvi Joensen Ivasamur: John T. Poulsen (ryggurin) í evstu løtu vísir, at hugburðurin er góður, og at vit ikki missa mótið. Tað er gott viðføri at hava við suður á Argir, sigur Heðin á Lakjuni, sum nú er limur í lítla felagnum av spælarum, ið hava skorað hundrað mál ella fleiri í lands­kappingini. Hetta er møguleikin hjá HB B36 - HB Petur Reinert Sunnudagin klokkan 15.00 Síðani eftir annað umfar hevur B36 verið frammanfyri grannarnar í HB. Eftir fleiri umfør hevur fjarstøðan verið fimm stig. Nú er bara eitt stig á muni. Harvið hevur HB sunnudagin møguleika at lyfta seg framum grannan og meistaraliðið. Mánadagin vann HB 1-0 á heima­ vølli ímóti ÍF. Liðformaðurin, Fróði Benjaminsen, ásannar, at spælið var einki at reypa av, men hann og lið­ felagarnir eru væl nøgdir við støðuna, sum hon er. Samstundis ásannar hann, at tað er neyðugt at vinna á B36, um møguleikin at vinna FM ikki skal kámast uppaftur meiri: – Vit eru við í toppstríðnum, men NSÍ er seks stig frammanfyri okkum. Tað ræður um hjá okkum at fokusera á okkara avbjóðingar og at vinna hvørja ferð. Og so mugu vit bara bíða og vóna, at NSÍ fer at snáva. Tað var kærkomið, at tað eydn­að­ ist at vinna tepurt á ÍF, og tað telur øgiliga nógv at vinna á B36, sigur Fróði Benjaminsen. Í B36 iðra teir seg nógv um, at Jákup á Borg ikki er tøkur. Avleiðingarnar av reyða kortinum í fyrru hálvfinaluni í Gøtu eru eyðsýndar. Útvísingin kostaði sigurin, sum B36 hevði kós ímóti, tá ið liðformaðurin sá reyða kortið. Jákup var nógv saknaður mána­dagin í Gøtu, og ikki minst í granna­uppgerðum hevur tað týdning við royndum. – Vit fokusera á næstu avbjóð­ ing­ina. Dreymurin er framvegis at endur­vinna FM heitið, og tað hava vit fram­vegis møguleika at gera til veru­ leika. Um tað ikki eydnast, so skulu vit í hvussu so er vinna europeiska luttøku. Sjálvandi eru vit uppsettir at vinna ímóti grannunum, sigur B36 málverjin Tórður Thomsen, ið eigur heimavøll ímóti HB, sum sunnudagin verður gestur á vøllinum, har tey bæði stóru havnarfeløgini venja. Toppliðið skal siga takk fyri seinast NSÍ - Víkingur Lars Müller Sunnudagin klokkan 15.00 26.apríl legði NSÍ rygg til 5-1 tap í Sarpu­gerði. Sunnudagin verður nýggj­ur møguleiki ímóti Víkingi. Síðani grannauppgerðina fyri einum stór­um mánað síðani hevur Víkingur vunnið sjey stig við málmuninum 10-8 burturúr fimm dystum, og NSÍ hevur vunnið trettan stig við mál­ mun­inum 19-3! At pílurin framvegis vísir loddrætt uppeftir hjá toppliðnum var 8-0 sigurin við Margáir mánadagin síðsta staðfestingin av. – Í Streymnesi vístu vit øgiliga styrki, og málini vóru framúr góð. Týdn­ingar­mikið var eisini, at verjan megnaði at halda tætt. Tá ið vit taptu stórt ímóti Víkingi vóru vit mann­ingar­liga illa fyri. Tað eru vit ikki nú. Vit ætla okkum at vinna hvørja ferð á heimavølli, og tað ætla vit okk­um eisini ímóti Víkingi, sum vit kortini hava stóra virðing fyri, sigur væl nøgdi NSÍ venjarin Trygvi Mortensen. Víkingarnir vóru vónbrotnir yvir, at tað á heimavølli endaði 1-1 ímóti B36. Víkingur er tíggju stig aftanfyri NSÍ, og liðformaðurin Atli Gregersen ásannar, at í løtuni er tað ikki aktuelt hjá teimum í Sarpugerði at tosa um FM møguleikan: – Næstu dagarnar eru tveir sera týdningarmiklir dystir á skránni. Vit hava nú fokus á grannauppgerðini í Runavík, og síðani verður tað hálv­ finalan í Gundadali ímóti B36. Um vit vinna í Runavík, so økist møguleikin fyri at røkka heiðursmerkjaplássi og harvið europeiskari luttøku, og um vit vinna í Gundadali, so verður møgu­leikin varðveittur umvegis finalu­sigur í steypakappingini at kvalifisera okkum at spæla altjóða fót­bólt næsta summar. Vit vita allir, at hetta er sera týdningarmikið fyri felagið, sigur Atli Gregersen. Kunnu enda í ongamanna landi ÍF - TB Alex Troleis Sunnudagin klokkan 15.00 Fuglfirðingar vóru sera vónbrotnir eftir 1-0 tapið í Gundadali ímóti HB. Bartal Eliasen veit væl, hvat tað snýr seg um, um tað skal eydnast at sleppa av sjeynda plássinum. Fyrsti møgu­ leikin er sunnudagin. Um tað eydnast at vinna fulla úrtøku á heimavølli ímóti TB, so lyftir ÍF seg framum tvøra­menn: – Tað nyttar ikki at spæla væl ímillum brotsteigarnar, um mót­ støðu­liðið skorar, og vit lata mál fara ígjøgnum og ikki sjálvir skora mál, stað­festir Bartal Eliasen. Undan kappingarbyrjan varð nógv gjørt burturúr, at ÍF í Adeshina Lawal og Clayton Soares átti vandamiklasta álopsparið. Higartil hava teir báðir til­ saman skorað seks mál. Higartil hevur TB vunnið einaferð á heimavølli og tvær ferðir á útivølli. Sjey ferðir er tað endað javnt. 1-1 á heima­vølli ímóti AB var vónbrot, hóast miðvallarin Heini Mikal Mortensen ásannar, at spælið ikki hekk væl saman – serliga í 1. hálvleiki: – Vit hava verið darvaðir av, at onkrir hava verið burturstaddir, og av at aðrir hava verið skaddir. Nú eru vit manningarliga betri fyri aftur. Vit hyggja framvegis uppeftir, og vit kunnu fegnast um, at dystargongdin aftur og aftur vísir, at hugburðurin er góður. Tíverri fáa vit oftast fyrst mál ímóti okkum, men kortini eydnast tað at svara aftur. Vit vóna, at tað í Fugla­firði skal eydnast okkum at skora fyrsta málið, og at vit so megna at halda tørn, sigur Heini Mikal Mortensen hjá TB. joannes@sosialurin.fo KÍ ÍF AB TB FC Suðuroy Effodeildin støðan nr. lið dystir vunni javnt tapt + mál - mál +/- stig 1 NSÍ 13 10 1 2 41 17 +24 31 2 B36 13 7 5 1 27 14 +13 2 3 HB 13 7 4 2 20 14 +6 25 4 Víkingur 13 5 6 2 31 20 +11 21 5 KÍ 13 6 2 5 21 20 +1 20 6 TB 13 3 7 3 19 16 +3 16 7 ÍF 13 3 5 5 20 22 -2 14 8 FC Suðuroy 13 3 0 10 16 37 -21 9 9 AB 13 0 7 6 11 19 -8 7 10 EB/Streymur 13 1 3 9 10 37 -27 6