Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-05-28, síða 45
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 28. mai 2015síða 45

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

5 Mentanarblaðið hjá Miðlahúsinum 5 • 29. mai 2015 Lat eyguni føra teg Í míni tráan eftir at skapa eitt merki, sum bæði gongur undan og er egið, havi eg staðfest, at eg má javnan fara út um landoddarnar at finna mær íblástur Sissal Kristiansen g haldi, at um eg skal skapa vakrar og áhugaverdar vørur, so má eg hug­ vekjast av øðrum vøkrum og áhuga­ verd­um; tað veri seg fólki, tingum ella um­hvørvi. Og tað er júst á slíkum ferðum, at eg finni íblásturin. Tá ger­ andis­dagurin gerst ov gerandisligur og fátónaður, merki eg tráanina eftir at sleppa út eftir íblástrinum. Var peningur til tað, hevði eg farið uttanlands minst ein mánað hvørt ár, men enn ber tað ikki til. Spurningurin var bara, hvar skuldi leiðin ganga. Eg skifti ímillum Japan, New York og Evropa (Týskland og eitt annað land). Umsíðir fall avgerðin, og fall hon á Helsinki og Hamburg. Eg fór til Helsinki í Finnlandi, tí býurin og Finnland sum heild eru kend fyri design av alskyns slagi. Helsinki varð t.d. valdur sum World Design Capital í 2012. Síðan fór eg til Hamburg, tí millum týsku býirnar á mínum lista var Hamburg tann, sum ein týskur snið­ gevi viðmælti. Og so var eg so eviga fegin um, at eg hevði funnið mær eitt navnaspæl – býir við H skuldi tað vera. Áðrenn eg fari Eg verið av og á spurd: »Jamen í hesi verð har internetið sam­einir okkum, og tað er so lætt at leita og finna sær íblástur á netinum, er tað tá neyðugt at fara fleiri vikur á ferð?« Jú, vit kunnu finna nógvan íblástur á netinum, og eg brúki eisini netið til júst tað í gerandisdegnum. Men líka fantastiskt, sum netið er til at finna sær íblástur, líka týdningarmikið haldi eg tað vera at koma út – út um tað kenda – og bara vera í tí umhvørvi, tú ert í. Tú kanst síggja og varnast nógv á netinum, men tað ber ikki til at kenna, lukta, smakka, smíla ella bara vera, sum tú kanst, tá tú ert á staðnum – og so er ein eyka vinningur: veðrið. Men ivast ikki. Helvtin av ferðini er fyrireiking og stórur partur av fyrireikingini verður gjørdur á net­ inum, áðrenn eg fari. Og tað er tað fantastiska við tíðini, vit liva í í dag. Tað er skjótt og ómakaleyst at finna støð, býarpartar, handlar, hotell o.l. sum tala til tín. Alt verður skrivað niður í ferðablokkin og so er bara at koma í gongd. Hinvegin, so má alt ikki standa niðurskrivað og vera lagt til rættis, tí størsti parturin av túrinum er at lata seg taka av umhvørvinum og eygunum. Eg meini, hóast eg byrji morgunin í einum staði, er tað ikki vist, at eg endi har, sum eg upprunaliga hugsaði. Tað má vera rúm fyri at fara til vinstru, tá tú helt, tú skuldi til høgru, tí tað sær altso meira lokkandi út til vinstru. Tí áðrenn eg veit av, havi eg funnið ting og støð, eg ongantíð annars hevði sæð. Tað er fyri mær eitt tað týdningarmesta á ferðini. Hav nøkur ting tú fert eftir, men um tú ikki sært júst tað, tú hevði ætlað, men okkurt annað spennandi, jamen so er tað ikki neiligt, at man ikki fekk sett tjekk við tað. Heldur er tað gott, at man loyvdi sær at vera til staðar í løtuni. Helsinki Helsinki vísti seg at vera alt og meira enn tað, eg hevði vónað. Gamaní, eg hevði billað mær inn, at tað kanska fór at vera klárari í veðrinum, men okey. Har var ikki so nógvur vindur og regn, sum eg hóast alt rýmdi frá, so tað var altíð nakað – og tá man bindur við ull, hevur man altíð nokk av húgvum, turrikløðum og heitum troyggj­um! Eg skilti skjótt, hvussu lítið eg visti um Helsinki. Eg visti, at Marimekko var finskt og væntaði at síggja nógv træ og flott vovið stoff. Men tað var um leið tað, eg visti. Tað var meira heildin, sum fangaði meg. Finnar eru ómetaliga fyrikomandi og hjálpsamir, og hevur tú áhuga fyri designi í breiðari merking, flúgva dagarnir avstað við bara at ganga runt í býnum og vála. E ...Framhald á næstu síðu Ferðafrásøgn 2 4 3