hósdagur 28. mai 2015síða 46
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Mentanarblaðið hjá Miðlahúsinum
5 • 29. mai 2015
6
Eg fór tilvitað ikki út um Helsinki. Stundirnar vóru
ikki til Tour de Finland, men tað gjørdi minni, tí tað, eg
fann í høvuðsstaðnum, livdi upp til allar vónir
Í stuttum vildi eg, um eg skuldi lýst Helsinki úr ein
um design sjónarhorni nýtt orðini: spælandi, sprøklut
og egið (ella mær dámar kanska betur tey ensku heitini:
playful, colourful and authentic).
Í Helsinki hava tey eisini tikið hetta at vera World
Design Capital til sín. Tað var lætt hjá mær sum púra
ókend at finna tey góðu støðini. Eitt designkort er gjørt
yvir býin, og merkt í hetta býarkort vóru handlar,
kafeir, søvn og annað, sum kundu koma undir at selja
ella bara strála av góðari sniðskapan. Í vindeygunum á
øllum hesum støðum var sermerkt designbúmerki sett,
og tí var tað lætt at finna tey góðu støðini.
Týskland
Fyri meg hevur Týskland í nógv ár verið eitt fantastiskt
og hugvekjandi land, eins og fólkið eisini er bæði fitt og
deiligt. Týskland er eitt gott land at ferðast í, og hóast
ímyndin kanska er, at tey sum fólk eru bæði turrislig og
regluføst, so eru tey sanniliga eisini livandi og sprelsk,
og har er eitt ótal av spennandi støðum at vitja. Og tá
er tað ikki júst tað søguliga eg leiti eftir, hóast tað altíð
er gott at spæla vanligt ferðafólk inn ímillum og fáa sett
tjekk við tað »tú skalt hava sæð« har.
Vikurnar í Hamburg vórðu býttar í tvey. Fyrstu
vikuna búði eg í centrum og hina vikuna í Hafencity.
Báðar ferðir hevði tað eydnast mær at funnið tað per
fekta hotellið til mín. Eg var tilvitað farin eftir design
hotellum, og tað geri eg aftur. Man kann búgva bíligari,
men tá man leitar eftir íblástri, skulu allir 24 tímarnir í
døgninum gagnnýtast.
Hafencity kom eitt sindur óvart á meg. Í bloggum
verður býarparturin tikin fram sum eitt stað at vitja,
men at býarparturin skuldi bergtaka meg soleiðis,
hevði eg ikki væntað. Hetta er gamla havnalagið í
býnum, og her eru risastór, gomul pakkhús, sum fylla
býarmyndina, og alt kennist so stórsligið. Stórar íløgur
eru gjørdar í býarpartin, sum er frískaður upp; flottir
nýggir bygningar, fleiri og fleiri handlar og caféir lata
leypandi upp.
Eitt, eg altíð tryggi mær at gera, tá eg eri uttanlands,
er at vitja ein vanligan matvøruhandil. Gjarna ein
stóran og gjarna ein av teimum góðu. Tá ið tú gongur
millum tey lokalu, meðan tey eru til handils, upplivir tú
tey í teirra veruliga umhvørvi.
Menniskju flest hava løtur í gerandisdegnum, har
vit goyma okkum aftan fyri maskuna, men tá vit fara
at keypa inn, tá eru vit vit. Og eg havi eisini brúkt góðar
løtur í Edeka í Hafencity í Hamburg, á morgni, á middegi,
og beint fyri afturlatingartíð. Og eg njóti tað, ikki bara tí
eg sleppi at eygleiða fólkið í sínum gerandisdegi, men
eisini tí, at tú altíð finnur vørur, sum man ikki fær í Før
oyum. Hóast tað kann vera súrt at vita, so er tað altíð
gott at lata upp fyri dreymunum.
At ferðast einsamøll
Jamen er tað ikki einsamalt ikki at ferðast saman við
nøkrum? Nei, eg haldi ikki. Eg haldi faktiskt, at tað er ein
gáva at geva sær sjálvum at kunna ferðast einsamøll.
Alt gott um at taka atlit til onnur, tá man ferðast, tí
lærir man eisini av.
Men einki er sum bara at gera tað, sum man sjálv
hevur hug til. Havi eg hug at sita á einum beinki og
hyggja at fólki í tveir tímar, jamen so er eingin, sum
ilskast um tað. Havi eg hug at ganga framvið onkrum,
sum onnur halda vera áhugavert, men ikki eg, jamen
so geri eg tað.
Hóast túrurin verður nevndur inspiratiónstúrur, so
er tað eisini ein arbeiðstúrur. Og nógv tíð verður brúkt
við at sita og arbeiða. Tað stuttliga við at arbeiða í
Hamburg og Helsinki er í mínum føri, at arbeiðið ofta er
at sita á kafé við góðum kaffi, einum blokki, iPaddinum
og skriva hugskot niður, tekna, eygleiða fólk og interiør.
Aðrir fyrimunir við at ferðast einsamøll er, at tú
kemur betur og lættari í samband við tey lokalu. Ikki so
at skilja at eg havi fingið mær hópin av nýggjum vinum,
men tað kom meira enn so fyri, at eg støðgaði longur í
einum handli ella á eini kafé, tí eg kom í prát við fólk,
sum arbeiddu har, ella aðrar gestir. Bæði í Finnlandi og
Týsklandi. Tað verður sjáldan til tey djúpu prátini, men
tey vísa áhuga í, hvaðan eg komi, hví eg eri har, og bara
við at svara hesum báðum setningum, so kemur glið á.
Onkuntíð eru tað Føroyar, sum eru áhugaverdari, aðrar
tíðir er tað virkið hjá mær, og altíð fari eg frá samrøðuni
í betri lag, ríkari og við nýggjum hugskotum ella nýggj
ari sjón uppá, hvat inntryk man sum persónur ger á
onnur, og hvat inntryk Føroyar geva.
Ein stuttlig uppliving var tá eg vitjaði ein handil og
maðurin handan diskin spyr, hvaðan eg eri. Eg sigi, at
eg eri úr Føroyum. Hann hyggur við stórum eygum
uppá meg, og sigur »eg havi lisið um tykkum og sæð
sendingar úr Føroyum og eisini sæð tykkum í fót
bóltsdysti ímóti Týsklandi, men ongantíð havi eg møtt
einum av tykkum – tú ert fyrsti føroyingur, sum vitjar
handilin,« og so prátaði hann víðari um, hvussu stutt
ligt tað var at møta einum av okkum, hvussu hugtikin
hann var av Føroyum, o.s.fr. Ikki sørt at eg føldi meg
næstan sum eina stjørnu, og einaferð hugsaði eg, mussi
eg hann á kjálkan, so svímar hann.
Ferðin av og hvat so?
Í dag kann eg so spyrja, kom nakað burtur úr ferðini?
Hjá mær vísir tað seg, at túrurin skal fáa stundir at
sodna, áðrenn hugskotini av álvara verða framleidd.
Tað merkir ikki, at okkurt ikki longu er gjørt og annað
er í gerð, men tað góða við slíkum túri er, at hann áhald
andi gevur frá sær, bæði við góðum minnum, smílum og
góðum hugskotum.
Eitt, sum eg eri serliga spent um, er, um tað hesaferð
skal eydnast mær at fáa meira ferð á tey góðu netini.
Uttanlands eru smørt, tjekkaði, stuttlig, sermerkt
bummulsnet allastaðni at síggja. Ung sum gomul, konu
fólk sum mannfólk, smart og ikki smart, øll ganga við
hesum netunum. Eg eri eisini sjálv stórfan av teimum
og nú er so at vóna, at føroyingar taka væl ímóti mínum
nýggja innkeypsneti, sum er eitt beinleiðis úrslit av
samrøðuni við týska handilsmannin, sum var so berg
tikin av at møta einum føroyingi.
Góð ráð,
ferðaprei og appir
Leita á netinum eftir góðum bloggum
um býin, tú skalt til. Her finnur tú
altíð onkur støð at vitja, sum annars
høvdu verið trupule at vitað av og
funnið.
■ Eg finni mær tey leitiorðini, sum
passa til míni ynski og krøv, og
so er bara at seta sær eitt langt
kvøld av til at byrja ferðina á
netinum.
■ 12hrs.net var mær ein fantastisk
hjálp í Helsinki.
■ Monocle Magazine hevur havt
nakrar framúr góðar travelguides,
bæði í blaðnum og online.
■ Politiken hevur ofta nakrar góðar
ferðafrágreiðingar og prei til
øðrvísi støð,
sum eru verd at vitja.
Fyri meg eru tær ymsu bøkurnar, so
sum »turen går til ...« ikki júst tað.
Ofta hava tær ikki alt tað nýggjasta
við, eins og tær ofta venda sær til ein
annan málbólk enn meg. Hinvegin, so
eru alskyns appir sum kunna vera ein
stór hjálp. Millum mínar yndis eru:
■ Cool Cities Collection
■ Wallpaper
■ Guidepal
■ Foursquare
■ Triposo
■ Lonely planet
...og so eru altíð nakrar góðar
lokalar
Hotel
Tá ið eg ferðist á hesum
arbeiðstúrum fyri at fáa íblástur
og eisini eri einsamøll, geri eg nógv
burturúr at finna tey røttu hotellini.
Havandi í huga, at eg hóast alt
brúki nógvar tímar á hotellinum,
at eg skal kunna savna meg, eg
skal kunna arbeiða, og eg skal
hugvekjast, so er ikki altíð rætt
at spara á hotellinum. Leitiorðini
hesaferð vóru designhotels, og eg vil
avgjørt viðmæla hotellini øll, kanska
serliga tey í Hamburg; Hotel Henri
Hamburg Downtown og 25hours
Hotel Hamburg Hafencity. 25hours
er meira trendy og hip, og Hotel
Henri er bara gjøgnumført tjekkað og
heimligt.
Fyrimunir
• Tú gert sjálv av hvar, hvat,
nær og hvussu leingi.
• Tú ert einsamøll við tínum
tonkum og fært betur
hugsavnað teg.
• Tú sleppur undan at taka
hædd fyri, at tey, tú ert
saman við, ikki halda tað
sama vera áhugavert sum
tú.
• Tú letur staðið, tú vitjar,
taka teg við har, tað vil.
• Um tú dugir og vilt, so er
munandi lættari at koma í
prát við tey lokalu.
Vansar
• Minni tryggleikakenslu.
• Tað eru løtur, har tú kanst
kenna teg í so einsamalla
og gott kundi hugsað tær at
deilt dagin og upplivingar
við onkran, tú kennir.
• Table for two/four er
stuttligari at biðja um
viðhvørt.
• Fýra eygu síggja meira
enn tvey og onkuntíð var
gott um annar við sama
áhugamáli uppdagaði /
fangaði tað, tú ikki náddi.
• Tað er hugaligari at fara
út um kvøldarnar í flokki
heldur enn einsamøll.
Fyrimunir og vansar
við at ferðast einsamøll
1. Upplyftandi bakveggur í kafe í Helsinki
2. Kaffisøgan á kafe Charlotta í Helsinki
3. Gullskúrva í havnalagnum í Hamburg
4. Skelti uttanfyri Less Political í Hamburg
5. Vakri undirsjóartunnilin í Hamburg
1
3
5
2
4
Myndir: Sissal Kristiansen