Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-05-28, síða 48
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 28. mai 2015síða 48

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Mentanarblaðið hjá Miðlahúsinum 5 • 29. mai 2015 8 mentanarsíðan Barna Beinta Johannessen Bergur Dalsgaard Pippi Langsokkur er ein av mest elskaðu figurunum hjá Astrid Lindgren. Hon er jú kul! Frøknut, frísut, sjálv­bjargin og bumbusterk. Børn kunnu ikki annað enn vera hugtikin av hesi mergjaðu gentu. Nú kemur so søgan um, tá ið Pippi fer at keypa. Um bókina Pippi fer at keypa kom fyrstu ferð út í 1946 sum ein partur av tekstbókini Pippi fer um borð. Nú kemur hon fyri fyrstu ferð út sum myndabók á før­ oyskum við klassisku tekningunum hjá Ingrid Nyman. Og spurningurin er, um hetta ikki er tann besta søgan um Pippi! Ein vakran várdag gera Pippi, Tummas og Annika av at fara í býin. Pippi stappar ein fullan neva av gull­ pengum í fyriklæðislumman, og so halda tey avstað. Áðrenn dagurin er liðin, hevur Pippi hoppað í eina veit – í klæðum – keypt floytur til øll børnini í býnum og átjan kilo av bommum frá einari bilsnari handils­konu. Hetta er ein ferðmikil og undurfull søga. Dirvið og sjálvbjargnið hjá Pippi er herligt at lesa um bæði hjá børnum og vaksnum. Og er nakað barn, sum ikki verður bergtikið av eini søgu um nakað so deiligt sum bomm, leiku og skemt og gaman? Um tá ið Pippi bleiv til Tað var dóttir Astrid Lindgren, Karin, sum eitt kvøldið í 1941 júkaðið mammu sína: – Sig frá um Pippi Langsokk! Hon var nevniliga sjúk og keddi seg. Eftirsum tað var eitt óvanligt navn, segði Astrid Lindgren eisini eina óvan­ liga søgu um eina óvanliga gentu, sum var so sterk, at hon kláraði at lyfta ein hest, um hon vildi. Í 1944 kokti Astrid Lindgren fótin og fekk soleiðis stundir at seta seg niður at skriva, og árið eftir kom Pippi Lang­ sokkur út sum bók. Hetta var sam­ stundis byrjanin til eina røð av bókum – og seinni eisini filmum – sum eru vorðnar sannir heimsklassikarar. Hevur tú hug at uppliva Pippi, Emil og allar hinar bókafigurarnar hjá Astrid Lindgren, ber til at vitja Astrid Lindgren Värld í Smålandi í Svøríki. Sjey ára gamli Alex er føddur við einum vanskaptum høgra armi, men við nútímans tøkni ber til at gera ein robottarm. Sum ein partur av eini verkætlan stuðlað av Microsoft kom Robert Downley Jr, ið spælir Tony Stark/Iron Man, og hand­aði dronginum robottarmin. Í einum filmi ber til at síggja, hvussu Alex og Tony Stark spæla við robott­armarnar. Robottarmurin hjá Alex er gjørdur av Albert Manero, ið byggir og gevur bíligar 3D-prentaðar hjálparlimir til børn kring allan heimin. Sjónvarpsrøðin „Adventure Time“ á Cartoon Network er vorðin sera væl umtókt millum børn, og nú fer røðin at verða gjørd til film. Røðin snýr seg um 12 ára gamla drongin Finn og hansara besta vin, hundin Jake, ið uppliva mong ævintýr saman og ofta stríðast við tann ónda Ískongin. Poppdrotningin úr Kolumbia, Shakira, var tann fyrsta, ið hevði 100 milliónir ‘likes’ á Facebook. Metið setti hon í fjør summar og hevur síðan ligið á odda sum heimsins mest fylgda, men nú er hon blivin yvirhálað. 30 ára gamli fótbóltsleikarin Christiano Ronaldo, ið spælir fyri Real Madrid, hevur fleiri enn 107 milliónir fylgjarar. Portugisiski Ronaldo er eisini tann ítróttastjørnan, ið hevur flestar Twitter-fylgjarar. Stóri kappingarneytin, Lionel Messi, hevur um leið 86 mió. likes á Facebook, og David Beckham hevur einar 52 mió. fylgjarar. Stjørnur fáa ofta ljótar við­merkingar frá fólki, og tá kann vera neyðugt ikki at taka tað so tungt. Hetta vísti Ed Sheeran herfyri, tá hann fekk eitt bræv frá einum fjeppara úr Korea. Í brævinum, sum hann legði út á Instagram, stóð m.a.: „Tú ert eitt sindur misháttur, men eg elski teg!“ Fjepparin hevði eisini sent honum eina skjúrtu, sum hon vónar, at Ed Sheeran fer at lata seg í til eina konsert. Onkur hevði kanska verið keddur av einari slíkari viðmerking, men Ed skrivaði bara „Guð signi Korea“ sum við­merk­ ing til myndina. Pippi fyllir runt Úr STROK Pippilotta Viktualia Rulligardina Krusmynta Efraimsdóttir Langsokkur – betur kend sum Pippi – fyllir 70 ár í ár, og tí er ein nýggj myndabók komin út Børnini lurtaðu rúnarbundin, meðan Beinta Clothier las úr bókini ‘Pippi fer at keypa’ í Gamla Bókahandli flaggdagin Astrid Lindgren skrivaði søguna, um tá ið Pippi fer at keypa, og Turið Sigurðardóttir týddi til føroyskt. Bókin er 24 blaðsíðir og innbundin