Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-05-28, síða 49
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 28. mai 2015síða 49

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Mentanarblaðið hjá Miðlahúsinum 5 • 29. mai 2015 9 eykvík International Filmfestival hevur, síðan hann varð settur á stovn í 2004, hvørt heyst savnað film­ yrkis­fólk og filmfjepparar í íslendska høvuðs­staðnum. Við sýningunum í Norður­ landahúsinum 29. mai ynskir RIFF, sam­bært fyrireikaranum Svava Lóa Stefánsdóttir, at leggja upp til eitt samstarv við bæði Føroyar og Grønland. – Vit vilja fegin skapa ein pall, har ungir filmstjórar kunnu koma saman og sýna verk síni fyri restina av heim­inum. Okkara trý oyggjasamfeløg hava so nógv til felags, eisini filmsøguliga. Endamálið við filmfestivalinum hevur síðan byrjan verið at vísa nýggjar, progressivar kvalitetsfilmar og stuðla nýhugsan í filmi umframt at skapa sambond og sam­skifti millum filmsyrkisfólk úr øllum heiminum. Fleiri enn 1000 filmar hava verið sýndir á RIFF, og fleiri enn 800 filmsyrkisfólk og fleiri hundrað miðlafólk, hava verið á festivalinum. Umframt filmsfjepparar og van­ligar áskoðarar. Tá festivalurin er í Íslandi eru fyrilestrar og skeið við bæði íslendskum og altjóða filmsframleiðarum og film­serfrøðingum. Og sambært fyrireikarunum hevur RIFF megnað at vunnið sær pláss millum viðurkendar evro­peiskar filmfestivalar. Á hvørjum ári hava tey al­tjóða stjørnuvitjanir, sum t.d. Jim Jarmush, Milos Forman, Peter Greenaway, Costa Gavras, Susanne Bier, Lone Scherfig og Mike Leigh. Íslendskur filmfestivalur vitjar R Fríggjakvøldið klokkan 20 skipar Íslendski filmfestivalurin RIFF fyri ókeypis filmsýningum í Norðurlandahúsinum. Á skránni eru grønlendskir og íslendskir stuttfilmar Hjónabandssæla Samandráttur: Stilla bygdalívið hjá tveimum barndómsvinum verður órógvað, tá ið ein javngomul, hyldlig kona brádliga kemur í hitapottin hjá teimum. Leikstjóri: Jörundur Ragnarsson Land: Ísland (2014) Sub Rosa Samandráttur: Átta ára gamla Tilda býr saman við ommu síni, sum hevur eina blómubúð. Hon kemur og fer, sum hon vil, og uppdagar ein ósømiligan heim handan blómutjøldini. Leikstjóri: Thora Hilmarsdottir Land: Stórabretland og Ísland (2014) En Maler Samandráttur: Vit fylgja einum kendum málara, sum livir fyri at mála. Tá ein sonur brádliga órógvar einsamøllu og avbyrgdu tilveru hansara, skeiklast javnvágin, og hann verður púra fyri ongum. Filmsleikstjóri: Hlynur Pálmason Land: Danmark og Ísland (2013) Nuna Qorsooqqittoq Samandráttur: Í hesum stutta dokumentarfilminum fáa vit innlit í, hvat ung folk í Suðurgrønlandi hugsa um globalu støðuna, veðurlagsbroytingarnar, og hvat tey vænta sær av framtíðini. Filmsleikstjóri: Aka Hansen Land: Grønland (2013) Killormut Samandráttur: Stuttfilmurin kannar spentu, klaustrofobisku kensluna á opna vegnum – bæði í andaligum og fysiskum týdningi – og gevur okkum eina órógvandi mynd av, hvussu skjótt stórar avgerðir kunnu broytast. Leikstjóri: Ulannaq Ingemann Land: Grønland/Danmark (2014) Tupilaq Samandráttur: Ein ógloymandi vakur teknifilmur um sálarkvølina hjá býarbúgvanum, sum stríðist við heimlongsul. Við gomlu søgnini um “tupilak” vísir Maqe mótsetningarnar millum vesturlendskan lívsstíl og grønlendsku náttúruna. Leikstjóri: Jakob Maqe Land: Danmark/Grønland (2013) Filmarnir, sum verða sýndir í Norðurlandahúsinum fríggjakvøldið, eru: Dorit Hansen Sýningarnar byrja fríggjakvøldið klokkan átta, og seinasta sýningin er liðug við tíggju tíðina