Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-05-28, síða 50
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 28. mai 2015síða 50

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Mentanarblaðið hjá Miðlahúsinum 5 • 29. mai 2015 At finna fram til tað sum tilfarið bjóðar inn til Føroyska ullin hevur dygdir, sum vit als ikki geva okkum far um, sigur 83 ára gamla Ása Hátún, sum hevur verið undangongukvinna í tøving í Føroyum. Tað er við ullini sum við menniskjum, tað ræður um at finna fram til tað, sum tilfarið bjóðar inn til, sigur fyrrverandi lærarin. Á læraraskúlanum hevur hon lært lærarar at síggja møguleikarnar í ullini og virðið í, at næmingar sleppa at arbeiða við heimligum tilfari. Ása hevur havt tætt samstarv við útlendskar tøvarar og ullaserfrøðingar, men hon heldur tað hava alstóran týdning, at vit skapa eitt lærandi listaumhvørvi her í Føroyum, so bæði menniskjaliga og ullinta tilfeingið verður ment Ása Hátún