hósdagur 28. mai 2015síða 51
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
Mentanarblaðið hjá Miðlahúsinum
5 • 29. mai 2015
Dorit Hansen
g var so ung tá, sigur Ása Hátún og
flennir.
Vit sita í loftsstovuni heima hjá
Ásu. Her angar av tónleiki og ljómar
av ull, og eg havi glett meg til prátið.
Fyri nøkrum árum síðan ringdi Ása
til mín og spurdi, um eg hevði hug at skriva eina grein
um amerikanska listakonu, sum skuldi læra føroyskar
konur at tøva. Eg fór at vitja í Bø, har tær høvdu skeið,
og eg skrivaði grein um amerikansku konuna. Men eg
sat eftir við kensluni, at søgan, sum eg átti at farið eftir,
var Ása Hátún.
Og nú siti eg her og lurti eftir henni. Veðrið er
illfýsið, og tá eg parkeraði bilin, mátti eg renna
undan stóru kavaflykrunum, sum royndu at fjala
ljósareyðu ribesrunnarnar. Tað er, sum árstíðirnar
eru í ørviti hendan morgunin í mai. Veturin hongur
framvegis fløktur í várinum, sum skjótt skal tøvast í
summarið.
Ása Hátún er fødd í 1932, men aldurin sæst ikki á
hesi løttu, prátingarsomu kvinnuni. Í tunnari Guðrun &
Guðrun troyggju, svartari skjúrtu og svørtum buksum
bjóðar hon mær svart kaffi í hvíta koppin, meðan hon
livandi byrjar at greiða mær frá barndóminum í Kvívík,
lestrartíðini í Keypmannahavn, lærarastarvinum á
Frælsinum og øllum ferðunum, tá hon einsamøll fór til
Bretlands at læra seg enskt á handarbeiðsskeiðum.
Hon er undangongukvinna at nýta føroyskt tilfar í
kreativari undirvísing, og leiðin inn í tað føroyska gekk
millum annað umvegis samstarv við útlendingar.
– Eg hevði ongantíð nakran við mær, tá eg fór á
handarbeiðsskeið. Eg mátti leita einsamøll. Vit ferð
aðust eisini í Bretlandi sum familja, men tá helt eg meg
langt burtur frá tí kreativa.
– Hví?
– Tí tað hevði Ólavur als ikki havt tol til.
Hon flennir.
– Sovorðið má mann peila av, tá mann er par.
Ása er gift Ólavi Hátún, og tey hava tveir synir.
Heini er føddur í 1971, og Hjálmar í 1973. Harumframt
eigur hon Helenu Dam á Neystabø úr fyrru giftu við
Atla Dam.
Ein av túrunum, hon var saman við Ólavi og syn
unum, var ein sonevndur “activity holiday” í Wales, har
tey gingu í fjøllunum og róðu í áunum.
– Har lá eg og bóltaði runt í einari kano. Eg var so
ung tá.
E
...Framhald á næstu síðu
Portrettsamrøða
Ullin er genial. Granskarar hava roynt at funnið eitt tilfar, sum er líka gott sum ull, men tað letur seg
ikki gera. Hon kann ikki kopierast, staðfestir Ása Hátún, sum eisini heldur at tíðin er búgvin at fara
eftir veruligari dygd. – Tá eg tosi um at fara eftir tí besta í føroysku ullini, hava fólk hug at flenna at
mær. Men hevði onkur tosað um føroyskan gourmetmat fyri 20 árum síðan, høvdu fólk eisini flent,
sigur lærarin og undangongukvinnan innan føroyskt ullahandverk.
Mynd: Finnur Justinussen