hósdagur 28. mai 2015síða 52
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Mentanarblaðið hjá Miðlahúsinum
5 • 29. mai 2015
Lætti láturin fyllir rúmið, og eg royni í høvdinum at
rokna út, hvussu gomul hon hevur verið. Kanska mitt
í fjøritunum. Kanska eldri. Aldur kann eftir øllum at
døma vera líka óstøðuður sum føroysku árstíðirnar. Í
øllum førum hjá leitandi, granskandi menniskjum sum
Ásu Hátún.
Tíðin og ullin kunnu ikki endurskapast
Tá Ása var barn, vóru tað ikki hugnaligar kanoir, men
vandamiklar minur, sum bóltaðu runt í sjónum. Hon
vaks upp í Kvívík undir krígnum, og tað var ein serlig
tíð.
Mamman, Jóhanna Haraldsen, hevði tikið lærara
prógv í 1920 og hevði síðan fingið starv í Kvívík, har
hon var einsamøll lærarinda hjá á leið 60 skúlabørnum.
Í Kvívík hitti hon Kristian Jensen, tey giftust og fingu
fýra børn. Stutt áðrenn annar heimsbardaga byrjaði,
rakti ein sorgarleikur familjuna, tá yngsta systurin
doyði í vanlukku einans trý ára gomul. Ása var tá fimm
ár, beiggin fýra og elsta systirin seks.
– Allar familjur hava sítt, men vanlukkan rakti okk
um hart og kom at merkja okkum øll restina av lívinum.
Mamma segði lærarastarvið frá sær. Tað bleiv ikki
tosað um slíkt, eg kann ikki minnast, at nakar segði
nakað um tað. Men tað fylti nógv, og tað fyllir enn.
Undir krígnum búsettust nakrir enskir hermenn í
bygdini, og kríggið var heilt nærverandi. Onkrar dagar
hoyrdust bumbuflogførini flúgva inn á Vestmanna,
onkuntíð rak mina inn á víkina, og um kvøldarnar savn
aðust menninir í teimum fáu húsunum, sum høvdu út
varpstól.
– Tað vóru fá radio í bygdini, og eitt var hjá okkum.
Og har komu nógvir menn inn at lurta. Tað skróvaði so
illa, at vit børn máttu vera pinnastill. Teir lurtaðu eftir
normanninum, tí tað skilti mann so dánt, og so varð
diskuterað. Vit dugdu nøvnini á øllum hesum ymisku
herførarunum og hildu við tí og tí, t.d. minnist eg væl,
at teir tosaðu nógv um Montgomery.
Óvissan um, hvussu skyldfólk í Danmark høvdu
tað, var eisini ein partur av krígnum. Eins og óttin
fyri bygdarmonnunum, sum sigldu millum Ísland og
Ongland við fiski.
– Eg minnist ein dagin í skúlanum, at tvær gentur
javngamlar við meg og systir mína vórðu biðnar um
at koma út úr skúlastovuni. Pápin var við føroyskum
skipi, og tað var farið.
Ása stegðar eina løtu.
– Vit sótu eftir í stovuni, og tá vit so komu í fríkorter,
vistu vit, at pápi teirra var deyður.
– Tað er ringt at greiða frá tíðini, tí tað var ein heilt
onnur verð. Tíðin var so serlig, at hon kann ikki endur
skapast. Bygdin var myrkaløgd, og krígsdramaið var
heilt undir húðini á okkum.
– Vit kundu heldur einki keypa. Plagg fekst ikki til
keyps, so mamma og grannakonan høvdu vev stand
andi, og abbi spann og spann.
Ása eygleiddi arbeiðið hjá mammuni og abbanum,
men tað var ikki fyrr enn fleiri ár seinni, at hon sjálv
fór í holt við ullina. Og tá – í 1970unum – trúði mamma
hennara lítið uppá, at tað fór at eydnast at vekja al
mennan áhuga fyri ullini.
– Eftir kríggið kom sovorðið praktfult, mjúkt tógv
úr Onglandi, og áhugin fyri føroysku ullini minkaði,
og rokkar og tílíkt varð goymt burtur. Tá eg so byrjaði
at fáast við ull, segði mamma bara »tvætl í teg, ullin
verður ongantíð modernað aftur.« Fyri henni – og fyri
nógv onnur – var ullin knýtt at stríði og møði.
– Men ullin er genial. Granskarar hava roynt at
funnið eitt tilfar, sum er líka gott sum ull, men tað letur
seg ikki gera. Hon kann ikki kopierast.
At síggja møguleikarnar í tilfarinum
Í kjallaranum við hús hevur Ása arbeiðsrúm við ull,
tógvi og tøvdum lutum. Líka síðan hon fekk áhuga fyri
ull og tøving, hevur hon granskað ymiskar møguleikar
og hevur eisini leitað sær vitan hjá bæði føroyskum og
útlendskum mentafólkum. Málið hevur altíð verið at
fáa tað besta úr bæði tí bleytastu skinnullini, tí sterku
várullini og tí stívasta broddinum. At finna ullinta
creme de la creme.
– Onga aðrastaðni gongur seyðurin úti alt árið, men
sjálvt um okkum dámar at siga, at føroyska ullin er
tann besta í verðini, so eru tað bara tóm orð. Vit vita
tað ikki, vit gera lítið og einki fyri at kanna tað, og vit
gera heldur einki serligt fyri at fáa tað besta burtur úr
henni. Eg hevði ynskt, at vit býttu ullina upp eftir, hvat
vit leitaðu eftir. Eg eri ikki granskari, men eg havi roynt
at dokumentera, hvat ymsu blandingarnar kunnu.
– Broddurin er stívur og ómøguligur, men fyrr seym
aðu tey knapphol við tráði, sum var spunnin í drignum
broddi. Tað var eiturfínur og kolandi sterkur tráður. Í
hinum endanum hava vit nappaðu skinnullina, sum er
tað allarbleytasta, ið finst.
– Í millum hesi útmørkini hava vit so ymiskar bland
ingar. Tey gomlu dugdu at fáa tað besta burturúr. Til
skipstroyggjur blandaðu tey til dømis sterkan brodd og
heilt mjúka ull. Til barnatroyggjur blandaðu tey ónapp
aða skinnull og várull. Tað ræður um at finna fram til
tað, sum tilfarið bjóðar inn til. Bæði tá tað snýr seg um
ull og um menniskju.
– Hvussu tá?
– Til dømis broddurin. Hann er so illa lýddur, tí hann
prikar, men hann hevur sanniliga sínar styrkir. Eg
At finna
fram til tað
sum tilfarið
bjóðar
inn til
Ása Hátún