Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-05-28, síða 53
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 28. mai 2015síða 53

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Mentanarblaðið hjá Miðlahúsinum 5 • 29. mai 2015 havi arbeitt nógv við broddi, og tað byrjaði við einum pikka­lítlum stykki, sum eg tøvdi bara við broddi. Av til­vild endaði hesin lítli kloddin úti í túninum, og árið eftir fann eg hann millum runnarnar í urtagarðinum. Og hann sá út júst, sum eg hevði gjørt hann. Kuldin og regnið høvdu ikki rinið við hann. Tað var tá, at eg veru­ liga byrjaði at arbeiða við broddi. Ása er útbúgvin fólkaskúlalærari frá Jonstrup Semi­ nar­ium. Eftir loknan lestur arbeiddi hon fimtan ár sum lærari í Hvidovre, og síðan flutti hon heim og var lærari á Læraraskúlanum, til hon varð pensionerað. – Tað var fantastiskt at vera barnaskúlalærari. Mann var alla tíðina engagerað. Viðhvørt glað tí tað gekk væl, og við hvørt púra fyri ongum, tí tað ikki gekk so væl. Alla tíðina upp á vakt, alla tíðina leitandi, tí í veru­leik­anum er einki av tí, sum mann ger við børn­ unum, ordiliga rætt. Tú mást gera tað besta í støðuni, sum tú ert í. Og tað er sum oftast ikki nóg gott. Ása steðgar á eina løtu. – Enn tann dag í dag kann eg hugsa um ein drong heilt aftur í 50’unum. Hann sat bara har og tagdi, og eg læt hann fáa frið. Eg kenni tað framvegis, sum eg sveik hann. – Tú segði at tað snúði seg um at finna fram til tað, sum tilfarið bjóðar inn til, bæði í ullini og í menniskjum. Hvussu hugsar tú hetta í sambandi við menniskju? – Tað er sum við ullini. At tú sært, hvørjir møguleikar liggja í tí einstaka barninum. Viðhvørt sært tú gávurnar beinan­vegin, men viðhvørt er tað sum við broddinum, at hann vísir seg at hava styrkir, sum tú ikki hevði hóm­ing av. At stýra troppunum og finna sína egnu leið Við krígslok flutti Ása saman við foreldrum og systkjum til Havnar. Løgtingið fór undir at útbyggja vega­netið kring oyggjarnar, og pápi Ásu varð settur til hetta virksemið saman við donskum verkfrøðingi. Eftir at hava lokið realskúlan og studentaskúlan fór Ása fyrst eitt stutt skifti til Svøríkis sum arbeiðsgenta, tí systirin las til tannlækna har. Síðan var hon nakrar mán­aðir í Birmingham í Onglandi, har hon búði hjá W. B. Lockwood, sum hevði búð hjá foreldrunum hjá Ásu, tá hann var í Føroyum og granskaði tað, sum seinni bleiv til bókina An Introduction to Modern Faroese. – Mamma eggjaði mær at fara til Svøríkis, og hon helt tað vera eitt gott hugskot, at eg fór til Onglands at læra meg enskt. Ása leggur alboðarnar niður á lørini. – Tað er hetta Lambaslagið, sum altíð hevur dugað at stýrt sínum troppum. – Omma mín í Elduvík var eisini soleiðis. Hon kendi síni børn og beindi tey har, sum hon helt tey høvdu sínar styrkir. Hon lúrdi til dømis tíðliga av, at tað ikki fór at vera liviligt hjá tí næstelsta í einari føroyskari bygd. Hann varð tí sendur til Danmarkar at læra til lærara og bleiv búgvandi niðri. Einum øðrum syni, Jákupi, eggjaði hon at byrja handil í Fuglafirði, og har fór ein systir eisini við at arbeiða. Hon og abbi áttu átta børn, so hon hevði nokk at halda stýr á. Eg haldi tó ikki, at hon ætlaði, at mamma mín skuldi vera lærari, men har var einki at gera. Tað var tað, sum mamma vildi. Ása flennir og greiðir frá uppihaldinum í Onglandi. Hon fór við skipi til London, og umborð hitti hon ein blíð­an, reyðhærdan skota, sum var uppvaksin í Afrika. Tey komu í prát, og hann hjálpti henni at finna rætta tok­ið, tá tey komu til London. – Hann gekk á universitetinum í Cambridge og bjóð­ aði mær til endaveitsuna, har tey róðu kapp á The River Cam og høvdu picknick við sjampagnu. Tað var eitt stórt upplivilsi, og eg møtti nógvum áhugaverdum student­um. Ása helt unga skotan vera fittan, men ikki serliga spennandi. Tá hann nakrar mánaðir seinni stóð uttan fyri dyrnar í Havn, var tað eyðsýnt, at hann hinvegin helt hana vera áhugaverda. – Hann var farin til Skotlands og hevði funnið eitt skip, sum silgdi til Føroya. Umborð spurdi hann skip­ aran, um hann kendi hesa Ásu, og so vísti tað seg, at skip­arin var pápabeiggi mín. Ása smílist. – Eg var blíð, vísti honum runt, og tað var tað. Ása var ikki áhugað í skotanum, men hon orkaði heldur ikki tankan um at fara at lesa til lærara í Havn, sum mamman vildi. Mamman hevði skrivað hana upp til læraraskúlan, men eftir eina andvekursnátt gjørdi Ása av at taka umsóknina aftur. – Tá eg kom í realskúlanum í Havn, var eg so heppin at koma í ein øgiliga fittan flokk. Men fakliga var eg øgiliga bangin og føldi ongantíð, at eg dugdi nóg væl. Vit skuldu standa uppi og rokna høvuðrokning, og í tónleiki skuldu vit eisini standa uppi og syngja einsamøll. Myndir: Finnur Justinussen ...Framhald á næstu síðu Ása hevur arbeitt nógv við broddi, og tað byrjaði við einum pikkalítlum stykki, sum hon tøvdi bara við broddi. Av tilvild endaði hetta lítla tøvda stykkið úti í túninum, og tá Ása fann tað millum runnarnar í urtagarðinum eitt ár seinni, hugtók tað hana, at tað sá akkurát líka út, sum tá hon gjørdi tað. Stykkið er á lítlu myndina ovast til høgru. Tað er við menniskjum sum við ullini, heldur Ása Hátún. – Viðhvørt sært tú gávurnar beinanvegin, men viðhvørt er tað sum við broddinum, at hann vísir seg at hava styrkir, sum tú ikki hevði hóming av.