Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-05-28, síða 54
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 28. mai 2015síða 54

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Mentanarblaðið hjá Miðlahúsinum 5 • 29. mai 2015 14 Í studentaskúlanum gjørdi eg skúlating, tí tað gjørdi mann, men skúlin var ikki vekjandi. Somu lærarar gingu aftur í realskúlanum, studentaskúlanum og lær­ ara­skúlanum, og eg orkaði ikki tankan at fara aftur í sama umhvørvið. – Eg hevði sæð ein størri heim og hevði hug at síggja meiri. Ullin inn í skúlan »Hvat er broddur fyri nakað,« spurdi ein næmingur Ásu í lærara­skúlanum á Frælsinum. Ein einfaldur spurning­ ur frá einari erligari gentu, sum ikki skilti, hvat lærarin tos­aði um. Spurningurin vakti Ásu. – Eg hevði leingi kent á mær, at tað var ikki rætt. Vit brúktu danskar lesivegleiðingar og brúktu útlendskt til­far. Tað var ein fremmandagerð í lærugreinini, sum tyktist meiningsleys, tí vit hava so sterkan hand­ arbeiðs­arv. – Var ullin ikki partur av handarbeiðsundirvísingini í skúlanum? – Nei, als ikki. Eg minnist tað fyrsta árið, eg byrjaði at tøva í læraraskúlanum, og vit høvdu gjørt avtalu við pápan hjá einum av teimum lesandi um at koma við ull. Hann svór við, tá hann dragsaði sekkirnar inn í skúlan. Hann helt tað vera nakað fjas at fara í holt við at stríð­ ast við ullina aftur, og tað var ikki tað, dóttir hans­ara var farin á læraraskúla til. Ása Hátún flutti heim, tá hon fekk starv í Lærara­ skúlanum í 1968, men nøkur ár frammanundan vóru hon og Helena eitt ár í Føroyum, tí Ása vildi hava, at fimm ára gamla dóttirin skuldi læra at tosa føroyskt. Hon fekk vikarstarv í Kommunuskúlanum og undirvísti millum annað í handarbeiði. – Í handarbeiði valdi eg at læra genturnar at binda dukku­klæði í staðin fyri at seyma hesar ræðuligu hand­ arbeiðsposarnar, sum øll børn í danska ríkinum gjørdu í somu reyðu og grønu litum. Eg fekk samband við gent­ ur­nar, og tað var stuttligt at gera gagn av tí viðføri, sum tær høvdu við sær heimanifrá. Tá Ása so aftur stóð ráðaleys í læraraskúlanum og ikki visti, hvussu hon kundi fáa føroysku hand­verks­ list­ina inn í handarbeiðslærugreinina, fór hon at leita sær ráð hjá eldri fólkum, sum vistu meira um ull enn hon. – Eg fann eina fantastiska konu, Mariu (Miu) Hansen, mammu Theodor Hansen. Hon var yvir 80 ára gomul, tá eg møtti henni. – Hvussu komst tú í samband við hana? – Eg spurdi fólk, um tey ikki kendu onkran, sum dugdi væl við ull. Tá nevndi onkur Mariu, og eg fór bara og bankaði uppá. »Á, góða, kom inn, kom inn, kom inn,« segði hon og fór beint at vaska ull fyri at vísa mær, hvussu hon gjørdi. Og so var tað eisini bóndaparið Ebba og Poul Wang í Hoyvík, foreldrini hjá Zakarisi Wang. Tey vóru eisini góð heimildarfólk. Áhaldandi at leita sær vitan Ása leitaði sær eisini vitan uttanlands. Umframt at vera lærari í ítrótti og handarbeiði, var hon eisini lærari í enskum, og hon vildi fegin læra seg betur enskt ger­ andis­mál. – Í staðin fyri at fara á málskeið saman við øðrum útlendingum, fór eg á handarbeiðsskeið í Onglandi saman við lokalum, kreativum fólkum. Ein skúli tætt við Canterbury var serliga góður, har var alt møguligt lista­ligt at ganga til, eisini tøving. Og tey, sum komu til hesi skeiðini, vóru so kreativ og høvdu sama brennandi áhuga fyri handverkslistini sum eg. Ása ferðaðist altíð einsamøll til hesi skeiðini. Hon vildi ikki hava føroyskar vinkonur við, tí so fóru tær bara at tosa føroyskt í staðin fyri at læra enskt, og harumframt vildi hon eisini brúka alla tíðina til tað kreativa og at hitta nýggj fólk. At síggja heimin úr nýggjum sjónarhorni. – Eg lærdi nógv spennandi fólk at kenna. Eitt árið var eg á veviskeiði í The Lake District. Vit vóru átta konur, og skeiðið var heima hjá undirvísara, sum hevði átta vevar. Og so vórðu vit bodnar út til hennara vinir og fóru á lokal listasøvn. Tað vóru fantastisk skeið og týdn­ingar­mikil sambond. – Eg var eisini so heppin at finna saman við norður­ lendskum konum, sum dugdu nógv betur at tøva enn eg. »Tøving yvir mørk« nevndist ein verkæltan, og vit høvdu eisini framsýning og fyrilestrar í Norður­landa­ hús­inum. Hendan kreativa leitanin eftir lærdómi og hetta dirvið at finna nýggjar leiðir gongur sum ein tvinnaður tráður gjøgnum alla lívssøguna hjá Ásu. Tá hon flutti niður at lesa, byrjaði hon á universitetinum, men fann skjótt út av, at tilgongdin var ov stirvin og fór heldur at læra til fólkaskúlalærara. Útlærd fekk hon starv í ein­um barnaskúla í Hvidovre, og har búsettist hon eis­ ini við manninum, Atla Dam, sum las verkfrøði, og lítlu dóttrini, Helenu. – Tað var ein praktfullur skúli, men lívið var ikki bara lætt. Ein læraraløn var á leið seks hundrað krónur um mánaðin, barnsburðarfarloyvið var ein mánað eftir barns­burð, og vøggustovan var dýr. Eg veit ikki, hvussu mann fekk endarnar at hanga saman, men tað gekk. Kvinnu­ligir lærarar fingu eisini minni í løn enn teir mann­ligu. Eg arbeiddi saman við einari, sum eisini hevði lesandi mann, og hon helt, at vit áttu at søkt um dispensa­tión, tí vit vóru forsyrgjarar. Tað gjørdu vit so, men fingu tað noktað. – Eg minnist, at eg ynskti mær eina seymimaskinu, At finna fram til tað sum tilfarið bjóðar inn til Ása Hátún