Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-05-28, síða 55
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 28. mai 2015síða 55

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Mentanarblaðið hjá Miðlahúsinum 5 • 29. mai 2015 15 og so hugsaði eg, at eg kundi sita próvtøkuvakt seinna­ partar fyri at fáa nøkur eyka oyru. Eg sat vakt saman við einum mannligum starvsfelaga, og eg segði við hann, at nú seti eg meg í ein krók, og eg røri meg ikki. Alt sum skal gerast, kanst tú gera, tí tú fært eina krónu og sjeyogfjøruti oyru meira um tíman enn eg. Ása flennir. – Vit vóru vinfólk, so hann tók tað pent. Men so stutt síðan er tað, at kvinnurnar vórðu trampaðar niður. Í 1963 fóru Atli og Ása hvør til sín, og Ása var ver­ andi í starvinum og íbúðini í Hvidovre. – Vit høvdu tað gott, og eg keypti eina lítla summar­ húsgrund við Sejrøvíkina. Hetta við summarhúsum blómaði tá, og eg hevði starvsfelagar, sum eisini vóru ein­ligar, sum keyptu sær summarhús í hesum sama økinum. Eg og Helena vóru á summarhússølustevnu í Bellasentrinum, har vit valdu okkum eini fitt, lítil hús at seta á grundina. Og so brúktu vit feriurnar har og kundu bjóða familju at ferðast hjá okkum. Tað høvdu vit stóra gleði av. Sum lærari hevði Ása møguleika at taka skeið á danska læraraskúlanum, og hon gekk alla tíðina til okkurt. Tað var altíð okkurt nýtt at læra, okkurt hon vildi duga betur. Hon var eisini í lesibólkum saman við starvs­feløgum, millum annað las hon latín saman við konu skúlastjórans, mammu Johannes Møllehave. – Eg vildi alla tíðina víðka horisontin. Tonk um listaskúlin var komin Millum nýggju starvsfelagarnar, sum Ása fekk, tá hon fór í starv í Læraraskúlanum á Frælsinum var Ólavur Hátún. Tey gjørdust par, giftust, fingu tveir synir og tóku síðan bæði farloyvi fyri at lesa framhaldslestur á danska læraraháskúlanum. Har hitti Ása Súsan í Jákups­stovu, og tær byrjaðu at samstarva. – Einaferð samlaðu vit saman við øðrum í hand­ arbeiðs­lærarafelagnum allar 10. floks næmingar og 1. floks næmingar í Føroyum til handverk og tøving. Ætlanin var púra vill, men vit vildu tvinna aldurs­ bólk­arnar og fáa tey eldru at hjálpa teimum smáu. Vit høvdu eina líknandi verkætlan fyri framhaldsdeildina í Vágum, har vit lærdu børnini at spinna. Vit brúktu lítla­ strá og rokkar, sum konur úr Sandavági góvu okkum. – Súsan og eg høvdu eitt gott arbeiðslag, og vit høvdu eina greiða visión. Tað var ullin, sum stýrdi okkum. – Hvat var visiónin? – Vit vildu skapa áhuga fyri ullini á ein kreativan hátt. Vit vildu loyva næmingum at læra og spæla við ull­ini. – Frá 1979 til 1983 setti Súsan ein lista-og-hand­ verks­skúla á stovn sum eina royndarverkætlan á Sandi. Har var próvtøka á støði við líknandi skúlar í granna­lond­unum, og hon hevði kendar próvdómarar úr Dan­mark, sum róstu hennara úrslitum. Í 1982 vóru Súsan og Ása saman við øðrum í ar­ beiðs­bólki, sum handaði landsstýrinum álit um at seta á stovn listaskúla í Føroyum við støði í royndar­virk­ sem­inum hjá Súsan. Sama árið varð eisini álit um før­ oyskan musikkskúla skrivað. Musikkskúlin varð settur á stovn, men eingin listaskúli. – Vit stríddist fyri listaskúlanum, samstundis sum Ólavur stríddist við at fáa musikkskúlan á føtur, tað var sama ár, og hygg, hvar musikkskúlin er í dag. – Tonk um listaskúlin var komin tá. Tonk hvussu rík vit so høvdu verið. Vit hava fantastiska nógv dugnalig ung listafólk, og tey hava brúk fyri einum heimligum lærandi umhvørvi. Sjálv havi eg arbeitt einsamøll, og tað er óinteressant í longdini, tí knappliga ert tú liðug við teg sjálva. Og skulu vit menna føroyskt listhandverk við ull, so mugu vit hava samstarv millum gransking og list. Ása reisist. Hon vil vísa mær tøvdu verkini, sum hon sýnir fram í lítlum høli við Sundsvegin í Havn. Vit fara niður­undir og lata okkum í. Maðurin, Ólavur, er eisini á veg út. – Tak nú eitt turriklæði um hálsin, sigur Ása við hann, tá hann fer út í durin. – Hann hevur verið so sjúkur, men nú er hann fult upp­tikin við messiaskonsert. – Eg helt, hann var givin. – Ja, tað helt eg eisini, sigur Ása við uppgevandi smíli. Hon rættir mær lítla tøvda stykkið, sum upp­runa­ liga vakti kærleikan til broddin. Aldur sæst ikki á tí. – Tá eg tosi um at fara eftir tí besta í føroysku ullini, hava fólk hug at flenna at mær. Men hevði onkur tosað um føroyskan gourmetmat fyri 20 árum síðan, høvdu fólk eisini flent. Hon letur seg í frakkan. – Í dag hava vit nógv gott tógv, men hví skulu vit ikki eisini fara eftir tí dygdargóðu – dýru – útgávuni? Myndir: Finnur Justinussen Ása Hátún arbeiddi 15 ár sum lærari í Hvidovre, áðrenn hon flutti heim við lítlu dóttrini og fekk starv sum lærari í Læraraskúlanum. Tá hon byrjaði sum lærari fingu mannligir lærarar nógv meira í løn enn teir kvinnuligu. – Eg minnist, at eg ynskti mær eina seymimaskinu og so hugsaði eg, at eg kundi sita próvtøkuvakt seinnapartar fyri at fáa nøkur eyka oyru. Eg sat vakt saman við einum mannligum starvsfelaga, og eg segði við hann, at nú seti eg meg í ein krók, og eg røri meg ikki. Alt sum skal gerast, kanst tú gera, tí tú fært eina krónu og sjeyogfjøruti oyru meira um tíman enn eg. Á stóru myndini spinnur Ása við lítlastrá, sum flestu føroyingar dugdu at brúka fyrr. Á lítlu myndini er kjóli, sum Ása hevur gjørt við íblástri í havinum.