hósdagur 28. mai 2015síða 56
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Mentanarblaðið hjá Miðlahúsinum
5 • 29. mai 2015
Arnbjørn Dalsgarð og Oddfríður
Rasmussen (ritstj.): Vencil nr. 15,
8. árg. 108 síður, 180 krónur. Vencil og
Bókadeild Føroya Lærarafelags, 2015
Bókmentaglaðir føroyingar hava eftirhondini
vant seg við, at harrarnir Rasmussen/Dalsgarð
rímiliga regluliga hava borið okkum Venclar hesi
seinastu 6 árini.
Venclar, sum hava verið á tremur við
spildurnýggjum skaldskapi … bæði hjá royndum
føroyskum høvundum og debutantum … og
skaldsligum perlum uttan úr heimi, sum annað
hvørt hava tolt tíðarinnar tonn og eru vorðnar
staðfestur partur av medvitinum hjá vanliga
lesaranum, ella eru forkunnugar røddir, sum
sanniliga breiðka sjónarringin og vísa tær á,
hvat finst á endaleysu bókahillum heimsins …
og alt á føroyskum … aloftast góðum føroyskum, týtt
við neyvum nærlagni, soleiðis at tað veruliga kennist,
sum er tað Hemingway, ið talar til tín úr ævinleikans
lesisali, ella er tað Gabriel García Márquez?
Umframt skaldsligu superstjørnurnar handan hav,
ið eru umboðaðar við hvør sínari væltýddu søgu –
Heimsins høvuðsstaður hjá Hemingway, sum Vagnur
Streymoy hevur týtt, og Heimsins vakrasti druknaði
(maður) hjá García Márquez, ið Marianna Hoydal hevur
týtt, so er mangt annað forvitnisligt at finna millum
mattgrønu permuna, ið ritstjórarnir hesaferð sjálvir
hava sniðgivið.
Beint øvugt av einfeldninum á permuni standa
søgurnar, Oddfríður og Arnbjørn sjálvir hava skrivað
– onkur skaldsligur ágóði skal sjálvandi fylgja við, tá
tú framleiðir einasta tíðarritið fyri skaldskapi á før
oyskum, ikki so?
Tá ið tær – Fellan hjá Oddfríða og Søga søkir maka
hjá Arnbirni – eru vælskrivaðar og tó argandi hjá lesar
anum og ikki loyva honum uttan víðari at gloyma seg
aftur, raka teir okkurt rætt … líka so sjarmerandi Søga
søkir maka er, líka órógvandi er Fellan, tí hvat meinar
hann
við
við
hesi
søguni, ið eg havi lisið
aftur fyri at sissa sinnið
eitt sindur … fari allar
helst eftir henni aftur …
tá møðin er runnin av …
Aðrir tekstir møða
minni, um enn teir
saktans kunnu vera
undirhaldandi fyri tað
… og soleiðis havi eg
tað við stuttsøgunum
Fennika
hjá
Anniku
Skaalum,
Sexolog
urin
hjá
Ludvíki
á
Brekku, Tornið hjá Jóni
Thorsteinsson og Svart
hol hjá Sámali Soll …
skjótt lisnar og hampuliga undirhaldandi … og munnu
tey ikki fara at vera at finna aftur í onkrum komandi
Vencli?
Søgan Sunnudagur hjá Sólrún Michelsen gav mær tó
eitt sindur meiri, tí hon er ikki líka beint fram sum hinar
… hon reisir nakrar spurngar, sum tú mást arbeiða við,
og ger, at eg mest sannlíkt vendi aftur til hana … kanska
eg enntá fari at brúka søguna í míni undirvísing eina
ferð í framtíðini …
Svongd hjá norsku Merethe Lindstrøm, ið Jákup í
Skemmuni hevur týtt, tori eg næstan við vissu at siga,
at eg ætli mær at brúka í føroyskum komandi skúlaár …
hon er spennandi upp á ein merkiliga paranoidan máta,
og tá kanst tú saktans fáa eitt gott kjak burturúr …
Vencil hevur tó altíð verið annað og meiri enn bara
eitt savn av stuttsøgum, og soleiðis er eisini hesaferð …
Lív Róadóttir Jæger eigur til dømis nakrar stuttprosa
tekstir í Vencli nr. 15, og hon má gjarna senda tilfar
innaftur, tí hesir tekstir eru so, at eg longu fleiri ferð
havi gingið aftur á teir at njóta poetiska dráttin í teim
um; billi mær ikki beinleiðis inn at skilja akkurát, hvat
hon meinar við allatíðina, men kortini er har okkurt,
okkurt eg ikki heilt fái skúgvað til viks … og í sambandi
við skaldskap er tað eitt pluss, ikki so?
Yrkingar eru sum bótin – sjálv kraftin í skaldskap
inum – tað, ið liggur eftir, tá alt annað er kókað burtur
úr skaldsliga súpanarbollanum … og helst er tað orsøkin
til, at eg ikki nevni tær fyrr enn nú móti endanum.
Randi Ward, sum áður hevur havt yrkingar stand
andi í Vencli, eigur seks helt stuttar yrkingar, sum Óla
Jákup Niclasen hevur týtt. Onkursvegna kennist tað
sissandi, tá hon í teirri seinastu staðfestir: himmalin er
fullur/ av betri børnum,/ ið bíða eftir beinagrind/ míni
at føðast úr … tí tað vissar sjálvt tann vesaligasta av
okkum øllum um, at eisini tað menniskjað hevur týdn
ing … og mær dámar væl ta tankagongdina.
Birna Svartá og Hans Erik Hansen eiga hvør sína
yrking í tíðarritinum hesaferð. Hetta er fyrstu ferð hjá
báðum, at tey hava latið ein av tekstum sínum prenta;
tað mugu tey gjarna gera aftur …
Oddfríður Rasmussen hevur hinvegin latið nokkso
fitt úr hondum á skaldsliga økinum eftirhondini, og
hevur hann týtt tað, sum eftir er at nevna av tekstum
í verandi Vencli.
Donsku yrkjararnir Claus Carstensen og Nina
Malinovski teljast bæði millum skøld, eg ikki hevði
varnast áður. Av teimum hjá Claus Carstensen dámar
mær best hana, ið byrjar við setninginum tey funnu
hann niðri við ánna … men mær dámar Ninu Malinkovski
væl betur – Ikki fyrr enn her í myrkrinum/ tá ið tú ert
mær heilt nær/ føli eg frástøðuna/ okkara millum, so
leiðis byrjar hon eina av yrkingunum, sum væl hevði
kunnað verið lisin í samanbering við Sunnumorgun hjá
Sólrún Michelsen ella Svongd hjá Merethe Lindstrøm,
nú tað stundar til próvtøku kring landið alt.
Tað eru jú teir miðnámslærarar, ið hava havt á orði,
at tað er líkavið, at teir ikki høvdu kunnað hildið lesi
ætlanina, var tað ikki fyri Vencil … og størri rós kann
eitt tíðarrit fyri skaldskap á føroyskum valla fáa …
Persónliga eigi eg teir allar samlar, og hesin seinasti
ger so avgjørt tað, at eg síggi fram ímóti tí næsta …
kanska gert tú eisini tað?
Ummæli
Vencil er sum ein konfekteskja, tú veitst
aldri, hvat tú fært … men tað smakkar!
Eitt skyggjandi krígsævintýr
Bergur Rasmussen
Eilen Anthoniussen
Anthony Doerr: Alt det lys vi ikke ser,
560 síður, kr. 276 krónur (innbundin),
Mich Vraa hevur týtt til danskt, Politikens
forlag, 2015. Enska paperbackútgávan All the
light we cannot see kostar 117,- (Rit & Ráki)
Alt det lys vi ikke ser er danska heitið á ársins Pulitzer-
vinnara All the Light We Cannot See eftir amerikanska
høvundin Anthony Doerr. Doerr hevur í skaldsøgu síni
tikið støði í franska havnabýnum Saint-Malo heilt har
norðuri í Bretagne-landspartinum, ið varð bumbaður í
1944. Í Saint-Malo heldur blinda gentan Marie-Laure til.
Saman við pápa sínum er hon flýdd úr París, har hon
annars livdi eitt trygt og friðarligt lív, áðrenn kríggið
brast á. Týskir hermenn hertaka Saint-Malo, og Marie-
Laure hoyrir, hvussu bumburnar dagliga oyðileggja
býin.
Í einum kjallara aðrastaðni í býnum liggur ungi
Werner upp á lúr. Saman við síni deild er hann komin
at hertaka býin. Werner er barnaheimsbarn, uppvaksin
í lítlum býi í Týsklandi. Hann er gløggur, ljóshærdur og
bláoygdur. Sum barn hevur hann áhuga fyri vitan, og
ein annar heimur letur seg upp fyri honum, tá hann
umvegis heimagjørda sendara sín hoyrir franskar
sendingar um vitan, sum hann saman við systur síni
Juttu trálurtar eftir, tá hini børnini eru farin í song.
Tað vísir seg, at Werner hevur sjáldsama gott skil fyri
fysikk, sum kann gagna heimlandinum, ið er farið í
kríggj, og saman við øðrum ljóshærdum dreingjum fær
hann pláss á einum serligum skúla fyri serliga dugna
ligar dreingir.
Marie-Laure er blind, frøknut og veksur sum móður
loysingur upp hjá pápa sínum. Hon missir sjónina seks
ára gomul og brúkar dagarnar at bíða eftir pápa sínum,
ið arbeiðir sum lásasmiður á náttúrusøguliga savninum
í París. Fyri at gera gerandisdagin lættari hjá dóttrini,
byggir hann henni smá modell av býlinginum, har tey
búgva, so hon lærir at flyta seg runt í býnum uttan
hjálp frá øðrum. Hon lærir heimin at kenna við at lurta,
telja og kenna – eginleikar, ið koma henni til gagns, tá
hon púra blind og einsamøll skal stríðast fyri lívinum.
Vit fylgja parallellt Marie-Laure og Werner, ið upp
liva kríggið frá hvør sínari síðu. Triðja liðið í søguni er
jagstranin eftir tiltikna gimsteininum, sum av álvara
ber søguna fram. Søgugongdin loypur aftur og fram í
tíð, men verður allan vegin søgd í nútíð, og saman við
lætta frásøguhátt
inum ger tað longu
skaldsøguna ógvi
liga lætta at lesa.
Alt det lys vi ikke
ser er at síggja
til bara enn ein
romantisk
søga
um seinna ver
aldarbardaga, og
sum so mangar
aðrar
tulkingar
av hesi ógvisligu
hending í heims
søguni,
vippar
hon á eggini til at gerast enn ein klisje. Men vanligu
klisje’irnar, ið knýta seg at blindum og foreldraleysum
børnum fána í framfýsnu søgugongdini, og í staðin
verður lesarin hildin fastur í bardaganum um lív, deyða
og Saint-Malo. Ljóta sárið í okkara krígssøgu hevur
Anthony Doerr við hesum pakkað inn í eitt vakurt
ævintýr fyri vaksin.