hósdagur 28. mai 2015síða 57
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Mentanarblaðið hjá Miðlahúsinum
5 • 29. mai 2015
Sissal Kampan:
Hyasinttíð - Yrkingar.
70 síður. 220 síður.
Mentanargrunnur
Studentafelgasins, 2014
Tá Hyasinttíð hjá Sissal Kampmann kom út seinasta
heyst, fekk eg fatur á yrkingasavninum við tí fyri eyga
at lesa tað alt fyri eitt, men savnið endaði aftur á hillini,
tí tann heldur óskilliga handskriftin kravdi, at eg hevði
tol og eitt sindur góða tíð, og góða tíð var ikki júst tað,
eg helt meg hava. Tað hava vit kanska sjáldan í dag.
Tíð er eitt høvuðstema í hesum fjórða yrkingasavn
inum hjá Sissal Kampmann, sum hevur givið eitt savn
út um árið tey seinastu fýra árini.
Hyasinttíð er upp á nógvar mátar eitt framhald av
hinum søvnunum við navnleysum yrkingum, sum
hanga saman innihaldsliga, og myndir og motiv ganga
aftur frá øllum søvnunum. Hyasinttíð vendir tó bæði
formliga og innihaldsliga aftur til tey fyrstu søvn
ini, kanska serliga til Endurtøkur frá 2012. Onkur um
mælari hevur hildið, at Endurtøkur ikki rættiliga livdi
upp til virðislønta savnið Ravnar á ljóðleysum flogi frá
árinum fyri, men Endurtøkur er tað savnið av teimum
trimum undanfarnu, sum eg havi hildið verið mest
áhugavert, og eg síggi hetta nýggja sum eitt slag av
útbygging av tí savninum. Motiv, sum verða intro
duserað í Endurtøkum, verða útbygd í Hyasinttíð, og
myndir verða víðkaðar. Orðini eru færri og stílurin
strammari í hesum nýggja savninum, men hvørt orð
vigar tað tyngri og er løtt við merking, sum røkkur út
um savnið. Lesarin kennir seg aftur í universinum hjá
Sissal Kampmann, og hóast summar myndir og motiv
ganga aftur, eru evnini í søvnunum ikki tey somu.
Tíðin er ein faktorur, sum alla tíðina ger vart við seg
í Hyasinttíð. Tíðin er orsøk, til at eg-ið er í vanda fyri at
missa seg sjálvt burtur, tí nú-ið ikki er til, við tað at tað
fer framvið, í tí løtu tað upprennur. Tí ber heldur ikki
til at minnast fortíðina - eina tíð, sum ongantíð hevur
eksisterað. Tankin um tíðina verður ein tvangstanki,
sum minnir á, at tað í veruleikanum ikki ber til at upp
liva heimin. Orðingin “ljósið fer, tá mann tendrar kon
taktina” er ein góð mynd av hesari kensluni.
Vónloysið yvir fyri tíðini endar í persónligari upp
loysn, meiningsloysi og undirgangi. Myndirnar gerast
intensar, og kranin, sum dryppaði í Endurtøkum, er
vorðin ein brúsa, sum vekir eg-ið um náttina við áhald
andi duki. Hundurin, sum glepsaði í Endurtøkum, er
vorðin ein svartur hundur, sum aftur og aftur rennur í
túninum um náttina sum ein marra, og tankarnir verða
leiddir til Garm, sum goyr við Gnipahelli í apokalyptiska
miðaldartekstinum, Vøluspá.
Mótvektin til vónloysið er ljóstíðin, hyasinttíð!
Lesarin verður mintur á, at hyasinttíð er ljóstíð,
eisini hóast hon viðhvørt verður sett í samband við
eina søta lygn. Heldur ikki ljóstíðin er á henda hátt
ókompliserað. Hyasintin er ein myrkursins blóma,
men orðið hyasint er ljóst og vakurt og leiðir tankarnar
til Tornið á heimsins enda hjá Williami Heinesen.
Miðskeiðis í savninum verður nevnt, at tað ber til at
síggja eina leið fyri endan á sjónarringinum í ljósinum
frá vitanum við heimsins enda, og tá so tulipanin
verður sett í samband við at leita eftir nýggjum orðum,
er millumtekstasambandið eyð
sætt. Tað snýr seg nevniliga um
at finna orð og at spæla við tey
vøkru orðini. Amaldus gamli sat
og hugdi móti vitanum við heims
ins enda og mintist aftur á spælið
við tey vakrastu orðini: “Tulipan-
H y a c i n t - H y a p a n - T u l i c i n t -
Sintipan-Tulihy”. Slíkar ljósar
løtur eru hyasinttíð!
Eg setti av fyrstan tíð savnið
aftur á hillina, men sætt í ljós
inum av innihaldinum er tað
heilstoypt í sínum úttrykki, og formur og úttrykk
víðka innihaldið í tekstinum. Handskriftin noyðir teg
at seta ferðina niður og veita orðunum ans. Strammari
formurin við styttri og kompaktari yrkingum og færri
uppreksanum setir eisini natúrliga lesiferðina niður,
og tú noyðist at lesa savnið meira grundandi. Tær
persónligu søgurnar, sum hava eyðkent t.d. Ravnar á
ljóðleysum flogi eru framvegis har, men tær eru bert
tilsipingar og smáar skrásetingar, t.d. koma bróðir 1,2,3
& 4 og systir 1,2,3 & 4 regluliga fyri, og heimið, sum fylti
nógv í tí fyrsta savninum, verður nú skrásett sum “at
kenna seg heima... at telja seks rúm og eitt baðiverilsi”.
Hetta gevur øðrum tilveruspurningum størri rúm, og
tað dámar mær væl. Hyasinttíð leiddi meg inn í eitt
univers, sum eg lutvíst kendi frammanundan, men sum
er vorðið munandi áhugaverdari við hesum savninum.
Nú gleði eg meg at hoyra meira frá Sissal Kampmann,
hóast eg als ikki eri liðug við Hyasinttíð.
Og eg leiti eftir nýggjum orðum.
Í minninum
men enn bíða í framtíðini.
Katrin Ottarsdóttir: Messa fyri einum filmi,
78 síður, 148 krónur,
Mentanargrunnur Studentafelagsins, 2015
Katrin Ottarsdóttir, filmshøvundur og filmsleikstjóri,
gav fyrsta yrkingasavn sítt, Eru koparrør í himmiríki, út
í 2012, og í ár er annað yrkingasavn hennara útkomið.
Orðið messa merkir gudstænasta við altargangi.
Heitið á tí nýggja yrkingasavninum hjá Katrini Ottars
dóttur kann út frá hesum tulkast sum treytaleys lov
prísan av filmslistini sum einum hábornum virði. Men
messa í merkingini handilsstevna er eisini til staðar.
Bókarheitið gongur aftur sum yvirskrift á einari
yrking mitt í bókini, har sagt verður frá ferðasølumanni,
sum við torurødd paradoksalt bjóðar eitt fjølbroytt úr
val av “friði og semju”, og henda messan tykist tí meir
eitt ágangandi sølutiltak enn nakað annað. Yrkingareg-
ið er illa heitið, kennir seg sum eina skerda dúgvu, sum
eina innilæsta vøru í kuffertinum hjá sølumanninum
ella sum verandi á flogi. Í hesi ógvuliga mótsagnar
kendu støðu mótmælir eg-ið: tað vil ikki bjóðast fram
sum vøra á sølutorgi...
...bara tí heimurin vil týnast
við fylgitónleiki
sum í einum filmi
við messandi lovsangi
og einum crescendo sum kemur
beint har
beint tá
tað riggar
allarbest.
Yrkingin er hugleiðing hjá filmslistakvinnuni um treyt
irnar í júst hesari listagreinini, sum er ein tann sterk
asta í dag, men eisini tung og kostnaðarmikil. Hon
avvísir dyrkanina av sølusucces’unum hjá filmsídnað
inum, sum ongantíð gretta, eitt nú hjá Spielberg og
Disney, tí crescendo “... kemur/ beint har/ beint tá/ tað
riggar allarbest”. Atfinningin rakar list, sum doyvir og
samtykkir, men ikki kritiskt og nýskapandi vágar sær
út um succes-frymilin.
Eins og í fyrra savninum eru einstøk evni viðgjørd
í fleiri yrkingum við somu, talmerktu, yvirskrift. Hetta
bendir á, at evnini eru týdningarmikil og yrkjarin tí
leggur tey undir sjóneykuna meira enn eina ferð, t.d.
“Vikubløð 1” og “Vikubløð 2”. Vikubløð – t.e. í føroyskum
høpi donsk vikubløð - hava ivaleyst havt størri ávirkan
gjøgnum tíðina enn føroyskar bókmentir. Hóast tað,
hava tey verið lítið umrødd uttan í táttinum, sum
speiskliga finst at mentanarstiginum í landinum, har
fólkið, forfallið til Dimmalætting og donsk vikubløð,
biður: “Koyr alt tað gamla vekk,/ gev okkum Skipper
Skræk/ Ugerevyen, Familie Journalen, Tempo og
Skipper Skræk”.
Yrkingarnar “Vikubløð 1” og “Vikubløð 2” vísa til
eina tíð, tá ið einki sjónvarp var í Føroyum, og vikubløð
vóru vindeygað inn í glæstu hollywoodmentanina.
Yrkingarnar eru staðsettar í “føroyskum kjallarum”
og sipa soleiðis óbeinleiðis til, at vikubløðini hava eina
burturkrógvaða, vanvirda støðu, tey eru til staðar, men
ikki viðurkend sum partur av mentanini í samfelagnum.
Tað hóskar saman við, at tað serliga eru kvinnur, ið lesa
tey. Í almennu føroysku mentanini umboða tey ein
mótpart í kappingini um føroyskar lesarar.
Í “Vikubløð 1” verður vikublaðsheimurin avsagdur,
ikki tí hann er danskur, men tí hann er ein falskur,
villleiðandi glæstriheimur, virðisleysur og óviðkomandi
fyri føroysku kvinnuligu lesararnar, sum nýta hann til
at flýggja inn í, og sum mistaka seg, tá tær halda, at
tey fínu fólkini á myndunum eru klók, fitt og meina
leys. Føroyskar konur liva eitt keðiligt lív og sakna
kærleika: tí lesa tær vikubløð, og tí leita seinastu
oyruni hjá teimum glaðiliga “úr teimum gullreinu
fyriklæðslummunum/ og skunda sær oman í kassa
apparatini hjá kioskdreymunum/ áðrenn teir slókna/
aftur hesa vikuna/ og/ næstu við”. Hóast kritikkur av
veruleikafjarum lættisoppabløðum ikki er nýggjur,
og yrkingin er dekan og ónuanserað, fær hon tyngd
í ítøkiligum lýsingum av “himmalhøgum vikublað
stornum/ í føroyskum kjallarum.”
“Vikubløð 2” er áhugaverdari, tí hon er ikki bara
fordøming av villeiðandi og fremmandgerandi lætti
soppamentan, men greining
av, hvussu vikublaðslesarin,
her barnið, verður ávirkað:
Gentubarnið, statt í kjallara við
tornum av vikubløðum, verður
sogin inn í eygnabráið á teimum
smílandi filmstjørnunum og
verður nógv sterkari ávirkað
enn tey vaksnu, “tí myndir av
ovurvøkrum hollywoodpørum/
kunnu lokka børn í fjarskotnum
móðum londum/ við fjarskotn
um
mammum
og
móðum
pápum/ at ynskja sær nýggjar
mammur og pápar”. Ógvisliga ávirkanin speglast
gjøgnum intensan málburð, merktan av skaldsligum
endurtøkum við frábrigdum; t.d. verður “fjarskotin”
brúkt bæði ítøkiliga um frástøðuna millum Føroyar og
Hollywood og um tað ikki at vera sálarliga til staðar,
“fjarskotnar mammur”.
Í øðrum parti av fimm talmerktum pørtum eru
yrkingar um børn og teirra samband við vaksin, og
triði partur hevur allur sjónarhorn hjá barni. Fimti
partur er yrkingarnar “Evropa 1” um tok og eitt tú, sum
koyra gjøgnum Evropa og altíð eru næstan ov sein, og í
“Evropa 2”, eru “vit” altíð ov sein til “teir góðu bitarnar”,
bundin saman í einum ringi, sum dansar seg út av
eggini.
Ein stórur partur av yrkingunum í savninum ber
dám av endurminning frá uppvøkstri við sálarligum
ágangi frá umsorganarpersóni, og tað hava tær í felag
við fyrra savnið. Ígjøgnum savnið verður líðingarsøgan
hjá einum gentubarni søgd við neyvum staklýsingum
av reaktiónum barnsins, sum ein rapportur um kríggj
millum ójavnar partar. T.d. knýtir “Bumbur 1” samband
millum børn í Havn og Vietnam: tá ein mamma í Havn
fer út at fáa dóttrina inn við sær, vil dóttirin ikki, og
vit skilja, at hon heldur hevði viljað verið í My Lai,
har napalmbumbur eta húðina av fólki, enn fara inn
við mammuni. Eitt ræðsluvekjandi brigdi av tí gamla
motivinum foreldur rópa børn heim um kvøldið. Men
í bókini eru eisini yrkingar við øðrum sjónarhorni, t.d.
tann fyrsta, “Drykkjuveitsla”, sum lýsir eina rúmliga
lívskenslu, og tær nevndu, “Evropa 1” og “2”.
Ein yrking stendur burturúr við síni kenslu av trygg
leika og varma, “Í loyndum”, sum lýsir samveru millum
børn við ongum vaksnum hjá. Hon er ein rópandi mót
setningur til tann ráðandi dámin í bókini.
Hyasinttíð
Paula Gaard
Krígsfrásøgn og messa
Turið Sigurðardóttir