hósdagur 28. mai 2015síða 58
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Mentanarblaðið hjá Miðlahúsinum
5 • 29. mai 2015
18
Fyri meg
er tónleikur
ikki hugni
tsýnið av pallinum í
Reinsarínum er ikki
stórsligið. Hølið er ikki
stórt. Sjónarringurin
endar einar fýra metrar
frammi. Kanska eini
50 fólk eru og lurta.
Tey flestu sita við borð í tryggari
frástøðu frá pallinum, summi fram við
girðingini á aðru hædd, og nøkur tandur
standa við barrina og eygleiða tað,
sum fer fram á pallinum. Tað sær ikki
út av so nógvum, men á pallinum, við
rongdum gittartónum og harðbalnum
trummuslátti, fer ein grøðing fram.
Rógvi Odvørson hevur í seks ár
stríðst við sálarligar trupulleikar.
Tá ið hann í 2009 misti arbeiði sítt
fekk samleiki hansara eitt álvarsligt
skot fyri bógvin. Nakrar mánaðir
seinni vístu kanningar hjá kommunu
læknanum, at hann var álvarsliga
tunglyntur.
– Eg havi havt upptúrar síðan, har eg
havi verið stabilur. Men tá ið eg gerist
stressaður og eri undir trýsti, gongur
tað niðureftir aftur.
Rógvi Odvørson hevur persónleika
ólag. Hann hevur trupult við at stýra
sínum tonkum og kenslum, og fyri hann
botnar tað í tí at kenna seg uttanfyri og
lítið verdan. Hann hevur oftaekstremar
upp- og niðurtúrar. Hann hevur verið
innlagdur á psykiatrisku deild og hevur
fleiri ferðir roynt at gjørt sjálvmorð.
Seinastu ferð var í novembur í fjør.
– Tað varð gjørt í stórum vónloysi.
Tað hevði nakað við samleika at gera.
Eg kendi meg nógv lægri enn onnur
menniskju, kendi meg sum eina byrðu.
Har var eingin vón fyri framman.
Sambært Michael Seligman, sálar
frøðinginum, sum ofta verður nevndur
faðirin at positivari psykologi, hvílir
sálarfrøðilig vælvera á fimm súlum. Í
bók síni, "Flourish" (2011), nevnir hann
tær: positivar kenslur, hugbinding
(engagement á enskum), tað at útrætta,
positiv sambond og meining. Tað snýr
seg við øðrum orðum um at hava mót
uppá lívið, at hava okkurt at fordjúpa
teg í, at gerast so dugnaligur í onkrum,
at tú kanst vera stoltur av tí, at hava
fólk í tínum lívi, sum tú elskar og sum
elska teg, og síðan at kenna samband
við nakað, sum er størri enn tú, so sum
familju, nærsamfelag, arbeiði, o.s.fr.
Tað er ikki torført at síggja, hvussu
Ú
Mytan um svaka flogvitið og óeydnusama listafólkið livir
enn í okkara felagstilvitsku. Men gransking vísir, at list
er góð fyri sálarligu vælveruna. Hesum kann sangarin
og sangskrivarin, Rógvi Odvørson, taka undir við
Arni Zachariassen
Bólkurin [rökkvi] við Rógva Odvørsyni í front, Arna Zachariassen á guittar,
Leivur Vitalis á bass og Hjørtur Pæturson Háberg á trummum í Sement
finaluni. Umframt teir fýra er eisini Símun Dam á tangentum
Mynd: Gunnhild Persson
Rógvi Odvørson