Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-05-28, síða 59
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 28. mai 2015síða 59

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 Mentanarblaðið hjá Miðlahúsinum 5 • 29. mai 2015 19 tónleikur – og list annars – kunnu vera við til at fremja góða sálarheilsu. Tón­leikur er nakað, sum tónleikarar aloftast fáa stóra njóting og positivar kenslur burturúr. Tað er stuttligt at spæla tónleik. So stuttligt, at bæði tað at venja og tað at framføra ofta hava for­djúping við sær. Sum frá líður, gert tú fram­gongd, og í dag dugir tú nakað, sum tú ikki dugdi í gjár. Skrivar tú sangir, gevur út, spælir konsertir ella tílíkt, hevur tú á lívsleiðini varðar, sum eyð­merkja tíni avrik. Tónleikur setur teg í samband við onnur menniskju, sum eru líka spent í listini, sum tú ert. Og tað kennist meiningsfult upp á allar møgu­ligar mátar at spæla tónleik. Eg havi kent Rógva Odvørson, síðan vit vóru tannáringar og alla tíðina, vit hava kent hvønn annan, hava vit havt tón­leikin til felags. Vit spældu okkara fyrstu konsert saman – 14-15 ára gamlir – í einum møtisali á Skálafjørðinum. At veita Rógva Oddvørsyni tónleikaligan stuðul í Reinsarínum seinasta leygar­ kvøld í Sement finaluni kendist tí trygt og ófremmant onkursvegna. Sum odda­maður í bólkinum [rökkvi] – heitið er eitt orðaspæl við fornavninum og íslendska orðinum, sum sipar til dimma ljósið, sum eyð­kennir bæði sólsetur og sólar­ris – skrivar Rógvi Odvørson bæði tón­leikin og orðini. Tónleikurin hevur ein ein­faldan popputan dám, og stílurin leggur seg eftir nýmótans rokki við elektron­iskum íslettum. Men íoyra­fall­ andi løgini nýtir Rógvi Odvørson til at seta orð á sínar ofta myrku kenslur. – Tónleikurin hevur verið tað, sum hevur hildið mær koyrandi. – Hvussu tá? – Tá ið eg var langt niðri, hjálpti tón­leikurin mær at seta orð á, hvussu eg hevði tað. Eg slapp av við tankar og kenslur. Tað var ræðuliga inspirerandi. At skriva og gera nakað, man er nøgdur við, tað økir um sjálvsálitið. Rógvi Odvørson hevur gingið til tón­ leika­terapi. Og tað hevur hjálpt honum nógv. – Tónleikurin gevur eitt innlit í meg sjálvan. Eg byrji at skilja meg sjálvan og sjúk­una betri. – Gevur hann tær eina kenslu av kontroll? – Ja, tað er týdningarmikið, at eg kann kontrollera nakað í mær sjálvum. Tónleikurin hevur hjálpt mær at fáa eina ávísa frástøðu ímillum meg og mínar kenslur. Eg eri ikki mínar kensl­ ur. Tær nýtast ikki at stýra mær. Tú mást læra at kenna kensluna aftur, áðr­enn hon gerst handling. Í bók síni, "The Happiness Hypothesis" (2006), leggur Jonathan Haidt stóran dent á tað, sum hann nevnir tað gud­dómiliga ella tað heilaga, og aðrir sálarfrøðingar nevna tað transendenta ella tað omanfyri. Tað, sum lyftir okkum úr tí vanliga og ger­andis­liga, tað er tað, sum skapir vælveru, eydnu og gleði. Tónleikur og list annars duga serliga væl at gera júst hetta. Gerandisdagurin og hansara heila­doyvandi rutinur verða settar til viks tá ið farið verður á pall. Tíðin tykist at standa still, og tú missir teg sjálvan burtur í tónleikinum. Tá ið vit spældu innleiðandi umfar í Sement, spældu eisini fýra aðrir bólkar. Tveir sluppu víðari, og vinnararnir gjørdust Sissal og Konni Kass. Ikki [rökkvi]. – Eg var ræðuliga skuffaður, tá ið vit ikki komu víðari. Samstundis hugsaði eg, at tað man vera tí, eg eri sum eg eri. Eg internaliseraði tað. – Hinvegin hevði eg gott fólk rundan um meg, leggur Rógvi Odvørson smá­ flenn­andi aftrat. Men eina viku seinni fingu vit boð um, at [rökkvi] kortini kom í finaluna. Dómararnir høvdu valt eitt "wildcard", eitt navn, sum ikki upprunaliga varð út­ tikið til finaluna, at senda víðari hóast alt. Valið fall á okkum. – Fyri meg er tónleikur ikki bara hugni. Tað er nakað, sum eg taki í stór­ um álvara. Tí har eru so nógvar kenslur í. Tað, sum er innast inni, fer í tónleikin. Eg leggi alt í tað. Tónleikurin fer altíð at vera har. – So leingi nakað verður, sum eitur Rógvi, so verður tað eisini eitt, sum eitur [rökkvi], tekur Rógvi Odvørson saman­um. Rógvi Odvørson við bólkinum [rökkvi] í innleiðandi umfari í Sement kappingini Mynd: Sonja Wang Hansen