hósdagur 28. mai 2015síða 60
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Mentanarblaðið hjá Miðlahúsinum
5 • 29. mai 2015
laksvíkar bókasavn er bæði skúla-
og fólkabókasavn. Hetta merkir, at
fyrrapartar mánadag til hósdag er tað
skúlin, ið eigur bókasavnið, og fríggja
morgnar eru tað barnagarðarnir í bý
num, sum eiga bókasavnið. Bókasavn
ið er alment opið frá kl. 13.00 til 18.00.
Á bókasavninum í Klaksvík kunnu vit gleðast um,
at 2015 sær út til at fara at verða eitt gott ár hjá bóka
savninum, hvat útláni viðvíkur. Hesar fyrstu mán
aðirnar hava vit havt størri útlán enn í fjør og t.d.
hevur tað í apríl mánaði í ár verið óvanliga nógv útlán
samanborið við onnur ár. Vit merkja, at nú eru næm
ingarnir í ymsu skúlunum í holt við seinastu ritgerðir
nar áðrenn summarferiuna. Tað er at frøast um, at tey
eru so ófør at vitja bókasøvnini.
Eisini merkja vit á bókasavninum, at foreldur taka
áheitanirnar frá skúlunum til sín um at brúka bóka
savnið í sambandi við frílesing fyri at økja um lesi
førleikan hjá børnunum.
Umhvørvisvika á bókasavninum
Í sambandi við umhvørvisvikuna, sum var í Klaksvík í
døgunum 5. til 9. mai, var barnatiltak fyri børnunum
í skúlabólkunum. Børnini høvdu teknað tekningar um
umhvørvið, og hesar vórðu hongdar upp á bókasavn
inum. Fríggjadagin var so tiltak á bókasavninum, har
Mikkjal gyklaði, børnini fingu okkurt gott, og vinnarar
nir av teknikappingini vórðu funnir. Umframt at tekn
ingarnar verða sýndar fram á bókasavninum, verða
vinnaratekningarnar eisini at síggja í býarbussunum
í næstum.
Tiltøk:
Lesiringurin hittist aftur hóskvøldið 21. mai at tosa um
skaldsøguna “Kantate” hjá Kristín Marju Baldursdóttir.
Hetta verður seinasti lesiringur áðrenn summarsteðgin.
Lesiringurin á Klaksvíkar bókasavni hevur verið
virkin síðan 2006, og hava vit lisið meiri enn fjøruti
bøkur saman. Lisnar verða ymsar skaldsøgur, og
hvørt ár verður ein klassikari lisin, eins og vit lesa
eina filmatiseraða bók og so síggja filmin. Lesiringurin
hittist frá september til mai, og vit hittast annanhvønn
mánað. Pláss er altíð fyri fleiri í lesiringinum, so nýggir
lesarar eru hjartaliga vælkomnir.
Á Norðoyastevnu heldur Óluvá Klettskarð fyrilestur
um kvinnur í politikki.
Óluva Klettskarð fer at tosa um søguligu gongdina
hjá kvinnum í politikki, avbjóðingarnar at koma upp í
politikk, og hvønn týdning tað hevur at kvinnur eru
umboðaðar.
Bókasavnið hevur hesi seinastu árini havt eitt tiltak
á Norðoyastevnu, og hava tey verið væl vitjað. Í ár eru
hundrað ár síðan, at kvinnurnar sambært Grundlógini
fingu valrætt, og tí hava vit valt, at kvinnur í politikki
skal verða evnið á Norðoyastevnu í ár.
Í skránni fyri Norðoystevnuna sæst nær fyrilesturin
verður.
Á bókasavninum
K
hesaferð í Klaksvík
Bókasavnið eigur nógvar spennandi
bøkur um urtagarðsrøkt, nú tíðin er
komin at fara út í urtagarðin.
Summarfrítíðin nærkast, og bókasavnið
eigur nógvar ferðabøkur til alskyns
ferðamál.
Vit viðmæla hesar skaldsøgur sum
summarfrítíðarlesnað:
Anthony Doerr hevur skrivað
“Alt det lys vi ikki ser”.
Ein spennandi skaldsøga frá 2.
heimsbardaga, um tvey ung, Marie-
Laure úr Fraklandi og Werner úr
Týsklandi.
Marie-Laure er blind og noyðist
at flýggja úr París, tá ið býurin
verður tikin av týskarum. Werner er
foreldraleysur, men tá ið hann finnur
eitt brotið útvarpstól og dugir at fáa tað
at riggar aftur, sleppur hann at royna
seg hjá Hitlerjugend.
Bæði eru í býnum Saint-Malo, tá ið
hann verður bumbaður, og vegir teirra
krossast.
Fimta bókin í vælumtóktu krimirøðini
hjá Lindu Castillo er “Sidste åndedrag”.
Tað serliga við hesari krimirøðini er,
at hendingarnar fara fram millum
amishfólk í USA.
Nógv eftirspurdi rithøvundurin Jojo
Moyes er komin við nýggjari skaldsøgu
við heitinum “Hende du forlod”.
Í 1916 livir Sophie í Fraklandi og
bíðar eftir manninum, sum er í kríggi.
Maðurin hevur málað eina mynd av
Sophie. Í 2006 eigur
Liv henda sama
málningin. Hon
hevur fingið hann
frá manni sínum,
ið júst er deyður. Í
bókini hoyra vit um
lívið hjá hesum báð
um kvinnunum.
Gaute Heivoll
hevur skrivað
skaldsøguna “Over
det kinesiske hav”.
Í 1945 byggja
eini hjún sær hús,
sum skal verða
heimið hjá teimum og børnunum, eins
og hetta eisini skal verða eitt heim
fyri fleiri børn og vaksin við breki. Tað
gongur væl við heiminum og øll trívast,
til vanlukkan rakar. Gaute Heivoll
er norðmaður og hevur skrivað hesa
skaldsøguna yvir verðuligar hendingar.
Í skaldsøguni “Endnu er der håb” hjá
Karin Wahlberg eru vit stødd á einum
svenskum sjúkrahúsi í 1953. Sjúkan
barnalamningur ger um seg, og øll
eru bangin fyri at verða smittað. Vit
fylgja bæði teimum, sum arbeiða á
sjúkrahúsinum og sjúklingunum.
Bøkur til árstíðina
Teknikapping fyri børn á Klaksvíkar bókasavni