hósdagur 28. mai 2015síða 62
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
Mentanarblaðið hjá Miðlahúsinum
5 • 29. mai 2015
føroyska
búnan?
jóðbúnin er knýttur at
ideologiini nationalisma,
sum roynir at stýra ein
staklingunum í tjóðini í
øllum lívsins týdningar
miklu viðurskiftum.
Nationalisman vil t.d. gera av, hvussu
málið verður evnað til, hvat børnini
læra í søgu, og hvussu fólkið hugsar um
politisk viðurskifti. Hetta hevur eyð
kent føroysku mentanina tey seinastu
150 árini.
Grundleggjandi líkist nationalisman
so statt átrúnaðinum og nýtir somu
miðlar at náa sínum málum. Fólk, sum
ikki taka undir við ideologiini, verða úti
hýst. Landssvíkjarin er glataði syndari
nationalismunar. Útihýsingin er eitt
sterkt valdsamboð, ikki minst í einum
lítlum bygdarsamfelag.
Tjóðin móti
einstaklinginum
Í andstøðu til hesa ideologi stendur
trongdin hjá tí einstaka at skapa og
liva sítt egna lív við støði í sínum egnu
fortreytum. Í mongum førum sam
pakkar hesin tørvurin væl við læru
setningarnar hjá nationalismuni, tí
tann einstaki er uppdrigin at uppliva
nationalismuna sum fullkomiliga sjálv
sagda, vanliga og banala. Men onkuntíð
er tørvur hins einstaka í mótstríði við
nationalismuna.
Nationalisma leggur áherðslu á
viðurkenning, bæði innanhýsis í bólk
inum, men eisini í stóran mun úteftir
mótvegis øðrum líknandi fylkingum,
tí viðurkenning er fortreytin fyri
valdi. Ein sermerktur tjóðbúni stuðlar
viðurkenningini – inneftir við at skapa
einsleika, sum styrkir samanhaldið, og
úteftir við at vísa teimum fremmandu,
at her kemur ein føroyingur.
Ætlanin er so, at so hvørt sum ymsu
lærusetningar nationalismunar seyra
gjøgnum alt livað lív hjá fólkinum,
verður viðurkenningin – bæði innan
hýsis og uttanhýsis – fullkomin og
politiska valdið tryggjað. Føroyski tjóð
búnin er tí í hesum høpi eitt politiskt
viðurkenningaramboð.
Tjóðbúnin skilir seg frá øðrum
veitstlubúnum, tí útsjóndin bæði verður
stýrd av ideologi og tørvinum hjá tí
einstaka. Nationalisman krevur, at tann
einstaki skal sjónliggera tjóðarandan á
rættan hátt, og talsmenn hennara seta
seg sum dómarar yvir, hvussu búnin
skal síggja út. Føroyski tjóðbúnin og
spurningurin um, hvussu hann sær út,
verða tí ein ideologiskur stríðsvøllur,
har tørvurin hjá tjóðini berjist móti
tørvinum hjá tí einstaka.
Stríðið um
autentisitet
Nationalisma roynir altíð at prógva sín
tilverurætt við at leita aftur til søgulig
fordømi, tað veri seg til innanhýsis
bond í ættarbólkinum, fornsøgur ella
gamlar málburðir. Lærd fólk løgdu út
á søguhavið og drógu ymiskt upp. Alt
kundi brúkast, bara tað sá út til at vera
nóg gamalt. Men tað skuldi eisini síggja
út til at vera ektað. Tað skuldi vera
autentiskt.
Autentisiteturin er ein aðaltáttur
í nationalismuni, og ein stórur partur
av søgugranskingini úr nationalist
iskum sjónarhorni hevur havt til
endamál at gera vart við autentisitetin.
Sannur autentisitetur er, tá ein
serstøk siðvenja kann staðfestast í
einum óslitnum raði aftur í tíðina.
Sjáldan eydnast tað ideologisku
søgugranskarunum at prógva
autentisitet, men tað hevur verið
vanlig nationalistisk mannagongd
antin at fjala trotið ella at uppfinna
nýggjar siðvenjur, sum so kunnu verða
marknaðarførdar sum elligamlar. So
T
Klæðir kunnu vera ein ideologiskur stríðsvøllur
Ole Wich
Hvør eigur
1898: Í sambandi við tjóðskapar
romantikkin verður stimin drigin
fram fyri at signalera, at hetta er
ein rættur tjóðbúni.
1844: Føroysk genta í gerandis
búna eftir Frederik Theodor
Kloss
Danska tjóðsavnið, nr 215/2000
Føroya Forminnissavn snr 5207/47.885