Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-05-28, síða 63
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 28. mai 2015síða 63

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Mentanarblaðið hjá Miðlahúsinum 5 • 29. mai 2015 leiðis er eisini við føroyska, kvinnu­liga tjóð­búnanum. Tá tørvurin fyri einari klæðna­sið­ venju við serligum føroyskum búna hjá vanligum fólki stakk seg upp í før­oyskum tjóðaksparromantikki stutt fyri aldar­skiftið 1900, høvdu fólk longu lagt av at brúka tey klæðnasniðini, sum mann kundi nevnt upprunalig. Sum fólka­lívs­frøðingurin og professarin Jóan Pauli Joensen skrivaði í 2004: “Føroy­ingar vildu eisini seta á stovn … eitt eyð­kenni fyri føroyska mentan. Lív varð kveikt í gamla fólksliga føroyska búnan og hann gjørdist tjóðarsymbol.” Endurskapan og menning Trupulleikin við at byrta lív í aftur búnan var, at mann hevði so fáar varð­ veittar lutir og keldur at endurskapa búnan við. Tað er sum heild ivasamt, um tað hevur verið nøkur siðvenja, har klædnabúnin hjá vanligum fólki í Føroyum hevur verið øðrvísi enn aðra staðni í Norðurlondum. Eitt undantak er møguliga tættbundna, tøvda troyggjan, sum upprunaliga var eitt korsett, sum bæði skuldi virka sum push.up og geva kvinnuni smalari miðju. Aðrastaðni fekk mann hendan stívleikan við tætt­ ari veving, men fátæka føroyska fólkið hevði bara ráð til stokkar. Neyð lærir nakna kvinnu at binda. Harumframt var ymiskt lagt afturat fyri at geva búnanum hægri status og tign, t.d. silvurprýði úr stakk­inum. Søgu­ligar myndir vísa eisini, at tjóð­ búnin týðuliga lagar seg eftir mótanum, t.d. broytist longdin á skjúrtinum, og um leið ár 1900 verður stimin sjónligur í mun til frammanundan, tá hann var fjaldur aftan fyri turriklæðið, sum gekk niður á miðjuna framman. Óskrivaðar reglur og grá øki Broytingarnar eru týðuligar allan vegin, og forsprákarar fyri søguligari purismu í búnanum hava trupult við at vísa á nakra veruliga siðvenju og mangla tí legitimitet. Kortini hevur tað eydnast puristunum at látast, sum um teir við vissu vita, hvussu búnin eigur at síggja út, og vísa í hes­um sambandi til siðvenjur fyri at tví­halda um tjóð­ búnan sum politiskt viður­kenningar­ amboð. Soleiðis hevur tað eydnast teimum at skapa eina kenslu av óskrivaðum reglum, sum eingin dugir á at skyna. Tað er eingin veruligur standardur, og tá ið tað ikki ber til at vísa á nakra sið­venju, kann mann í staðin skapa grá øki, har øll kenna seg ótrygg og tí syndafull og verða løtt at manipulera. Eisini her líkist nationalisman átrúnað­ inum. Tað eru bara puristarnir og prestarnir, sum kunnu tulka sonnu sið­venjuna hjá ideologiini. Innanhýsis kapping um búnar Sum heild eru nationalistarnir og kvinnurnar, sum eiga búnar, samd um at brúka autentisitetin í tjóðbúnanum sum politiskt viðurkenningaramboð, men har sum ideologiin roynir at fáa bún­arnar at vera so einsháttaðir sum møgu­ligt, tíma kvinnurnar ikki at fara í veitslu í eins kjólum. Kvinnurnar góðtaka ein ávísan karm fyri persónliga framburðin, tað eru tær vanar við frá mótanum, men tær vilja samstundis hava loyvi at lata seg indi­viduelt í, tí tað gevur persónliga viður­kenning. Kappingin snýr seg tí um at vinna status millum aðrar kvinnur við at gera búnan smartan innan fyri "tjóð­búna­karmin" við áhaldandi at fara heilt út til mørkini. Hesin sosiali dynamikkur hevur gjørt, at føroyska kvinnan, eins og konufólk aðrastaðni í heiminum, altíð hevur broytt búnasnið og í so stóran mun sum møguligt fylgt mótanum. Jens Christian Svabo segði longu í 1782 soleiðis um kvinnurnar: ”Fruentimmeret i Færøe synes mere, end Mand­folkene, at forlade gamle skikke ihenseende til Klædedragten.” Siðvenjan forgongur og verður varðveitt Tá tjóðarksparromantikkurin vann fram síðst í 19. øld, fylgdi eitt nýtt slag av klæðnakapping við. Henni hava kvinn­urnar sjálvandi luttikið í, men tørv­urin á at vera serstøk hevur altíð verið partur av kappingini. Og nú 100 ár seinni er leitanin eftir persónligum út­trykki við at upploysa stívu tjóðar­ fyri­myndina. Tað hevur ikki eydnast puristunum við vánaligum próvgrundum um búna­ siðvenju at stýra menningini. Kvinnur­ nar hava vunnið valdið at avgera, hvussu teirra egni búni skal síggja út. Tví­støðan var týðulig beint undan aldar­skift­inum 2000, og tá Eivør á Ólav­ søku­ko­nsertini í 2002 kundi loyva sær – tí hon hevur stjørnustatus – at fram­ føra í tí siðbundnu reyðu troyggj­uni og tætt­sitandi svørtum leður­buksum, høvdu tradisjonalistarnir tapt slagið. Hvør er siðvenjan so? Teir fleiri túsund kvinnubúnarnir, sum hanga í før­oyskum klæðnaskápum, hava nøkur felags eyðkenni. Sniðið sjálvt er ein felags­evropeisk siðvenja, sum vit eisini síggja hjá ølsvingandi borðgentum á árligu oktoberveitsluni í Bayern, men hvar liggur tað serliga føroyska, sum øll stremba eftir? Fyri at venda tí eitt sindur á høvdið, kunnu vit siga, at siðvenjan liggur í før­ leik­anum hjá teimum føroysku kvinn­ unum at menna og broyta búnan við støði í siðbundna evropeiska sniðinum og at varðveita hann dynamiskan í mun til samtíðar móta við stórari handa­ligari vitan og góðum sansi fyri dygd. Tað er ikki sørt ironiskt, at national­ istiska ideologiin, sum byrjaði við, at lærd fólk fóru út at leita hjá vanliga fólk­inum eftir autentisku sál tjóðinnar, nú verður sligin av trongd fólksins óheft av ideologiskari stýring at av­ gera, hvussu búnin skal síggja út. Týtt til føroyskt: Dorit Hansen 2002: Eivør brýtur mørk og staðfestir, at kvinnur hava rætt at definera sín egna búna. Á Ólavsøkukonsert saman við bólkinum Clickhaze Um leið 1860: Stimin er fjaldur, og búnin líkist framvegis nógvum øðrum búnum í Norðurlondum. Savnsmynd Føroya Forminnissavn snr 7466/26