mánadagur 1. juni 2015síða 4
‹ fyrra síða allar 74 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 1. juni 2015 · Nr. 61
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ÍTRÓTTUR
NÚ KEMUR
SKÝLI VIÐ LØKIN
Hilmar Jan Hansen
Í næstum fer eisini fótbólts
vøllurin við Løkin í Runa
vík at teljast millum teirra,
ið hava eitt skýli, so áskoð
ararnir kunnu sita undir
taki. Hetta hevur leingi verið
ein ætlan, og fundament við
sitiplássum varð gjørt í 2004,
men enn hevur verið bíðað
eftir skýlinum, ið nú er væl
ávegis.
– Møguleikin stakk seg
nokk so knappliga upp, nú
Kaas Byggeindustri allíka
væl er í landinum við fólki,
sum ger eini tvey stórar
beiði, bar til at fáa teir at gera
konstruktiónina til skýlið
eisini og fáa hana setta upp,
sigur Kári Egholm Jacobsen,
formaður í mentanarnevnd
ini í Runavíkar kommunu.
– Vit fingu eina góða
avtalu við teir, nú teir eru her
á leiðini, so tað ráddi bara um
at handla skjótt og taka av
teirra góða tilboði. Áður hava
kostnaðarmetingar sagt, at
eitt skýli við Løkin fór at
kosta einar fýra milliónir
krónur, men nú fáa vit skýlið
upp fyri hálvaaðru millión
krónur.
Kári sigur, at umframt
góða tilboðið frá Kaas Bygge
industri, so koma eisini
300.000 krónur í stuðli frá
»hat-trick«-grunninum
hjá
UEFA, umframt at Borg hev
ur verið lagaligt við timbri og
hurðum. Og hartil kemur so,
at tað verða fólk frá NSÍ, ið
koma at gera timburarbeiði,
sum kommunan tó kemur at
standa fyri.
– Ynskið um at fáa eitt
skýli, hevur verið í fleiri ár,
men hevur ikki verið eitt
mál í býráðnum tey seinnu
árini, og ei heldur var tað
við í fíggjarætlanini hjá
Runavíkar kommunu. Men
nú møguleikin stakk seg
upp, valdu vit at gera skjótt
av, sigur mentanarnevndar
formaðurin.
– Í hesi vikuni kemur
takið á, og so verður arbeiðið
at klæða skýlið gjørt, og so
hava vit fingið uppaftur
betri umstøður við Løkin.
Ikki minst kann hugsast, at
áskoðararnir koma at hoyr
ast nógv betur inn á vøllin,
so tað bæði hjá spælarum og
áskoðarum verður eitt størri
upplivilsi at koma til dyst.
Svimjihøll næst
Kári Egholm Jacobsen vísir
á, at nógvu íløgurnar, sum
eru gjørdar við Løkin seinnu
árini, nú eru við til at skapa
ein rættiligan ítróttardepil,
sum nú fevnir um væl út
gjørdan fótbóltsvøll, dag
førda ítróttarhøll og so ta
spildurnýggju fimleikahøll
ina.
– Kringumstøðurnar við
Løkin eru munandi batn
aðar, men enn verður hugt
frameftir, tí ætlanir eru
frammi um at gera meira
burturúr. Millum annað er
ætlanin á komandi fíggjar
ætlan at seta pengar av til
prosjektering av nýggjari
svimjihøll, sum enn tó ikki
er endaliga viðgjørd politisk,
sigur hann.
– Men hugsanin hevur
verið, at talan skal vera um
eina fólksliga høll, ið bæði
hevur
pláss
fyri
elituni
og vanligum fólki, so hon
bæði kann brúkast til tær
kappingar,
sum
eru,
og
vera eitt hugnaligt stað við
ymsum hentleikum, ið hoyra
til. Tankin hevur verið, at
svimjihøllin
kundi
verið
bygd upp í norðursíðuna
á ítróttarhøllini, so vit fáa
hallarumstøður, ið veruliga
skapa ein ítróttardepil.
Enn er eingin avgerð tikin
um, hvat møguliga kann
gerast niðan fyri vøllin, tí har
er støðan tann, at Runavíkar
kommuna eigur oman til
Løkin,
ið
rennur
skamt
frá vøllinum, og so eigur
Nes kommuna tað, sum er
hinumegin.
– NSÍ hevur einki felags
høli, og ein møguleiki kundi
verið, at gjørt tað niðan
fyri vøllin, men eisini er ein
møguleiki, at tað verður
uttan fyri vøllin, so tað í eini
framtíðarætlan
møguliga
kann koma at liggja millum
tveir vøllir. Núverandi vøllur
verður nógv brúktur, so tað
er skjótt brúk fyri at fáa ein
vøll aftrat, og tá kundi eitt
felagshús blivið partur av tí
ætlanini, sigur Kári.
– At vit fáa góðar um
støður við Løkin, hevur eis
ini øgiliga nógv at siga fyri
trivnaðin, tí tað ger sítt til,
at fólk kunnu trívast her
og vilja búgva í økinum, tá
neyðugu hentleikarnir eru
til staðar.
– Skýlið við fótbóltsvøllin í Runavík er bara ein liður í at gera alt økið
við Løkin til ein rættiligan ítróttardepil, sum nú fevnir um væl útgjørdan
fótbóltsvøll, dagførda ítróttarhøll og so ta spildurnýggju fimleikahøllina,
sigur formaðurin í mentanarnevndini í Runavíkar kommunu
Kári Egholm
Jacobsen, formaður í
mentanarnevndini í
Runavíkar kommunu,
avmyndaður við
konstruktiónini til
nýggja skýlið við Løkin
í bakgrundini
Mynd: Hilmar Jan Hansen
NSÍ
fegnast
Hilmar Jan Hansen
– Tað verður øgiliga
gott at fáa eitt skýlið
við Løkin, og nógvir
fyrimunir eru við tí. Eitt
er, at fólk koma at fáa
betri og turrari pláss, tá
tey eru til dyst, men so
hevur skýlið eisini eina
savnandi funktión, tí tá
standa fólk ikki spjadd
um alt økið, men leita
sær til áskoðaraplássini,
sum eru undir taki, sigur
Sonni L. Petersen, for
maður í NSÍ.
– Heldur ikki verður
tað so nógv av hesum,
at fólk sita í bilinum hjá
sær og hyggja, tí skýlið
tekur jú eisini nakað
av útsýninum. Og teir
í Guliganz eru í øllum
førum spentir upp á
tað, tí nú fer nógv meira
at kunna hoyrast til
áskoðararnar, tá dystir
eru.
Sonni sigur, at skýlið
er nakað, tey hava longst
eftir í mong ár, men nú
tað kom, var tað næstan
soleiðis, at Runavíkar
kommuna »yvirhálaði«
NSÍ og fótbóltsfólkið á
staðnum.
– Vit hava kanska ikki
júkað so nógv um at fáa
tað, men tá møguleikin
nú knappliga var har,
var tað ein góður møgu
leiki vit frøast um. Fólk
frá
felagnum
koma
eisini at hjálpa til við
timburarbeiðinum,
so
okkara partur skal ikki
liggja eftir, sigur NSÍ-
formaðurin.
– Fingu vit so eisini
eitt felagshús hinu meg
in vøllin, høvdu umstøð
urnar verið fullkomnar
hjá okkum. Men vit
fegnast um tað, sum
nú verður gjørt, og vit
kunnu ikki annað enn
rósa kommununi fyri,
at hon tekur sær væl av
NSÍ.