Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-06-01, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 1. juni 2015síða 5

‹ fyrra síða allar 74 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

5 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 1. juni 2015 · Nr. 61 EINASTA BOÐ UM FULL­ VELDISRØDD Á FÓLKATINGI Danjal av Rana Tjóðveldi legði í morg­un valskrá sína til Fólka­tings­ valið 18. juni fram á Gamla Apotekið í Havn. Valskráin letur ongan iva vera um, at Tjóðveldi metir seg vera ein­ asta veruliga boð um at fáa eina fullveldisrødd á Fólka­ ting, hóast seks aðrir full­ veldisflokkar stilla upp. Høgni Hoydal, formaður floksins, legði dent á, at hann fegnast um, at fleiri røddir tala fyri føroyskum full­ veldi, men at í hansara huga­ heimi er Tjóðveldi ein­asta boðið upp á ein óheft­an full­ veldissess í fólka­ting­in­um. – Allir hinir tríggir stóru flokkarnir drukna í donskum partapolitikki, segði Høgni Hoydal, sum ei heldur metir teir tríggjar smáu flokkarnar og uttanflokkalistan hava nakran møguleika at vinna sær ein fólkatingssess. Lyklaorðini hjá Tjóðveldi upp undir fólkatingsvalið eru fullveldi og sjálvsvirðing. – Valstríðið skal í ár handla um tey stóru tingini, hvør støða Føroya er og hvussu vit kunnu flyta vald­ ið heim til Føroya, segði Høgni Hoydal undir tíð­inda­ fundinum í morgun. Tjóðveldi leggur í val­ skrá síni stóran dent á, at flokkurin fer á danating at verja føroysk áhugamál. Í valskránni verður stórur dentur lagdur á, at danir flyta alsamt meiri av sínum valdi til Bruxelles, og seinastu árini hava eisini dømi verið um, at danir hava tikið støðu saman við ES ímóti Før­oy­ um. Eisini varð víst á, at nógv av tí ES-lóggávu, sum verður sett í gildi í Danmark uttan politiska viðgerð í Fólka­ tinginum, eisini ávirkar før­ oyskar borgarar. – Tí mugu vit hava eina sterka fullveldisrødd á Fólka­tingi, sum kann vera á varðhaldi fyri før­oysku tjóð­ina. Nærum hvørja viku verða avgerðir tiknar í uttan­ ríkis­nevnd Fólkatingsins, sum so ella so ávirka rættind­ ini hjá før­oysk­um borgarum, uttan at føroyingar verða spurdir eftir. Tí er neyðugt at hava eitt fullveldisumboð, sum kann rópa varskó, segði Høgni Hoydal. Tað er eingin sjálvfylgja, at Tjóðveldi stillar upp til fólka­tingsval. Partur av poli­ tikki floksins er at avtaka føroysku fólkatingssessirnar, men kortini metir flokkurin, at betri er at gera sína ávirk­ an galdandi, so leingi møgu­ leikin er har, enn at halda seg burtur. Flokkurin ætlar sær tó ikki at blanda seg upp í danskan politikk, men fer á fólkating fyri at verja føroysk áhugamál. Flokkurin hevur tí ikki bundið seg til at stuðla nakrari ávísari stjórn undan valinum. – Vit fara at stuðla tí stjórn, ið viðurkennir rættin hjá føroyska fólkinum at gera egna grundlóg uttan uppíblanding, segði Høgni Hoydal. Hann vísti á, at aftur og aftur vísti tað seg at vera ein trupulleiki, at danska stjórn­in ikki viðurkennir rætt­in hjá føroyingum at skipa síni tjóðskaparligu viðurskifti sjálvir. – Í 2010 tóku allir før­oyskir flokkar og ting­menn undir við einum stjórnar­skip­anar­ uppskotið, inntil danski for­sætisráðharrin stóð í Før­oy­um og segði, at hatta var ólógligt, greiddi Høgni Hoydal frá, og vísti á, at aftur og aftur stingur hesin sami trupulleikin seg upp, at danir ikki viðurkenna føroyskan sjálvsavgerðarrætt. Tjóðveldi heldur, at ver­ andi fólkatingslimir í ov stóran mun hava nýtt sínar sessir til biddaragongd fyri føroysk áhugamál. Umframt at skaða umdømi Føroya, metir flokkurin, at hetta setir óheppin spurnartekin um, hvør ræður í Føroyum. Flokkurin heldur eisini, at tað er heilt burtur við at biðja danska forsætisráðharran fíggja føroyska heilsuverkið, tá Landssjúkrahúsinum mangl­ar pengar. – Loysnirnar, og fíggingin, skal finnast í Føroyum. Valdið skal liggja í Føroyum. Tá føroyskar verkætlanir standa á donsku fíggjarlógini er nær­liggjandi at spyrja, hvør veru­liga ræður, segði Høgni Hoydal. Aðalmálið er tó enn, sum áður, at flyta Føroyar longur á tjóðskaparleið. – Vit mugu loysa tær bind­ingarnar, sum forða okk­um at koma víðari í tjóð­ skapar­málinum. Tí mugu vit fáa eina avtalu í lag við danir um, at føroyska fólkið sjálvt kann avgera sítt tilknýti til Danmark, segði Høgni Hoy­ dal á tíðindafundinum í morg­un. Føroyar og Danmark fara hvør sín veg á altjóða pallinum. Tí vil Tjóðveldi á fólkating at røkja føroysk áhugamál, og ikki vera hvørki en sambands- ella ES-rødd, greiddi Høgni Hoydal frá, tá Tjóðveldi legði valskránna fram í morgun POLITIKKUR Hesi stilla upp: Pauli T. Petersen, Vestmanna Páll á Reynatúgvu, Sandur Torbjørn Jacobsen, Glyvrar Magni Arge, Argir Annita á Fríðriksmørk, Hoyvík Tór Marni Weihe, Hoyvík Sirið Stenberg, Vágur Kristina Háfoss, Hoyvík Høgni Hoydal, Hoyvík Gunvør Balle, Argir Óluva Klettskarð, Klaksvík Jóhann Lützen, Klaksvík Danjal av Rana Eftir ein steðg frá tingarbeiði í fýra ár, hevur Torbjørn Ja­ cob­sen nú aftur latið seg tøla, og stillar upp til fólka­ tingsvalið fyri Tjóð­veldi. Hann leggur tó dýran við, at hetta ikki merkir, at hann eisini stillar upp til løg­tings­ valið. Tað er eingin loyna, at stríðið millum Høgna Hoydal og Torbjørn Jacobsen til tíðir hevur verið hart. – Flokkurin hevði eitt eyka floksting, har avgerð skuldi takast, hvørt eg skuldi koyrast úr flokkinum. Eina tíð hevði eg eisini møtiforboð í tingbólkinum, og talan var um, hvørt eg skuldi koyrast úr honum eisini, greiðir Tor­ bjørn Jacobsen frá. Hann sigur, at tað, sum slættaði sjógvin, var fólka­ tingsvalið, ið varð hildið í januar 2005. Høgni Hoydal og Torbjørn Jacobsen end­aðu ovast á listanum hjá Tjóð­ veldisflokkinum, og bleiv hetta av mongum tulkað, sum at Torbjørn Jacobsen enn hevði stóra undirtøku í flokk­inum. – Stríðið millum meg og Høgna Hoydal var í stóran mun partur av tí geografisku skismu, sum vit síggja í flokk­inum og í landinum sum heild. Vit vóru ongantíð ósamdir um grundleggjandi virði floksins, men tað er eingin loyna, at vit hugsa ymiskt um ávís mál, orsaka av okkara baklandi, segði Tor­bjørn Jacobsen. Torbjørn Jacobsen sigur, at hann stillar upp fyri at tryggja flokkinum eina størri geografiska breidd. – Vit hava einki løg­tings­ umboð norðan fyri bø­garð­ arn­ar í Havn­ini. Søguliga sæð hava Eysturoyggin og Norð­oyggjar havt stóra tjóð­ veldisumboðan í løg­ting­ inum, men hon er fullkomi­ liga horvin nú. Hetta økið er sjálvur motorurin í Føroyum og tí mugu vit hava eina sterka umboðan eisini frá hes­um økinum. So hóast Torbjørn Ja­ cobsen ikki vil siga nakað um, hvørt hann stillar upp til løgtingsvalið, tykist prátið tó benda á, at hann ætlar sær eisini inn á løgting í heyst. Danjal av Rana Magni Arge stillar á fyrsta sinni upp til fólkatingsval fyri Tjóðveldi. Hann hev­ ur stillað upp fyrr, til løg­ tingsvalið í 1988. Tá endaði hann nummar fimm á listan­ um. – Eg sat eitt stutt skifti á tingi sum varamaður. Tá var eg ein ungur maður, men tað stutta skiftið eg sat á tingi gav mær ikki hug at halda á við tí, greiðir Magni Arge frá. Hann valdi tí aðra leið, men sigur, at hann alla tíð­ ina hevur fylgt væl við í tjóð­skaparmálinum. Hann harmast um, at verandi um­ boð als ikki tala tí føroysku sakina. – Okkum tørvar eina sterka tjóðskaparrødd av tala føroysku sakina. Verandi fólkatingsumboð tykjast royna skapa popularitet ella legitimitet fyri sínum egna sessi við at bidda pening til Føroya, men tað er ikki hetta, sessirnir eru til, sigur Magni Arge. Hann eftirlýsir einum meiri hugsjónarligum polit­ iskum kjakið, heldur enn prát­ið um fígging til hesa ella hasa ætlanina. Hvar skulu vit vera um 10, 15 ár, spyr hann. Magni Arge vísir á, at Danmark knýtir seg al­samt tættari at ES, bæði hvat lóggávu og loyaliteti við­víkur. – Danmark hevur í fleiri umførum valt ES fram um ríkisfelagsskapin. Tí tørvar okkum at fáa skipað forhold millum tey trý londini í ríkisfelagsskapinum, so vit hvør í sínum lagi kunnu taka avgerðir okkara vegna, heldur enn at Danmark tekur avgerðir um Føroyar yvir høvdinum á okkum, sigur Magni Arge. – Vit hava víst at vit kunnu sjálvi. Landsliðið vann herfyri 1-0 á útivølli móti Grikkalandi. Hvør hevði trúð tí fyri 25 árum síðani? Hvør hevði, fyri 25 árum síðani, trúð, at mest framkomna flogfelag, við mest framkomnu tøkni í heiminum, fór at vera lítla føroyska flogfelagið Atlantsflog? Jú, víst kunnu vit sjálvi, sigur Magni Arge at enda. Tobbi ger comeback Vit hava víst at vit kunnu