mánadagur 1. juni 2015síða 6
‹ fyrra síða allar 74 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 1. juni 2015 · Nr. 61
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Uni Holm Johannesen
– Hetta er størsta senjasjónin
í føroyskum politikki. Eingin
hevði droymt um hetta.
Úrslitið var ikki meira
enn komið á sjónvarps
skíggjan, tá tíðindamaðurin
kom á tal við nývalda fólka
tingsmannin Sjúrð Skaale,
sum var fullkomiliga tikin á
bóli. Í beinleiðis viðtalu kom
ovfarni havnarmaðurin við
bragdligari niðurstøðu. Hetta
var mest óvæntaða valúr
slitið í føroyskum politikki
nakrantíð.
– Eg eri púra tikin av fót
um, staðfesti hann.
Dagarnar
fyri
valið
bendu einstøk tekin á, at
Sjúrður Skaale fór at hevja
seg upp um Høgna Hoydal
og somuleiðis vinna fólka
tingssessin frá sínum gomlu
floksfeløgum í Tjóðveldi.
Vikurnar
fyri
fólka
tingsvalið vóru buldrutar
hjá Sjúrði Skaale. Ósemjan
millum Høgna Hoydal og
hann um stjórnarskipanar
uppskotið elvdi til, at hann
salaði um og tók seg úr
flokkinum, hann hevði virk
að fyri síðan 1998. Skaale var
í opnum og almennum stríði
við leiðsluna. Samstarvið var
ikki virðiligt, og hann valdi
flokkin frá.
Tann 22. august, gott og
væl tríggjar vikur fyri fólka
tingsvalið, fór hann upp í
Javnaðarflokkin. Við einum
skinklandi trúvirði brynjaði
hann seg til at vinna sessin
á Christiansborg frá mann
inum, hann hevði arbeitt fyri
í 13 ár, Høgna Hoydal.
Dugdi retorikkin
til lítar
Sjúrður Skaale, sum varð
valdur tingmaður á fyrsta
sinni í 2008, hevði drúgva
greinarøð í Dimmalætting og
Sosialinum í 2010 um polit
isku skipanina í Føroyum.
Stevið var ørkymlandi eftir
hansara tykki, og hann tekn
aði í bløðunum eina greiða
mynd av, at veljarin hevði
onga ávirkan á politisku
kósina.
– Eftir tvey ár í politikki
má eg staðfesta, at í Føroyum
er einki vallyfti bindandi. Tá
atkvøðurnar eru taldar, veit
eingin, hvør hevur vunnið.
Veljarin avger ikki, hvør
flokkur skal í stjórn. Hvør
skal vera løgmaður. Ella hvør
politikkur skal rekast. Og
so rópa vit tað fólkaræði…,
skrivaði hann.
Sjúrður Skaale var vald
ur í løgtingið fyri Tjóð
veldi, men var nú, stutt fyri
fólkatingsvalið, partur av
tingbólkinum hjá Javnaðar
flokkinum. Veljarar ivaðust
stórliga. Við floksskiftinum
umboðaði
hann
sannliga
eisini manglandi trúvirðið
millum politisku skipanina
og veljaran.
Er Sjúrður Skaale full
veldismaður?
Ella
tekur
Sjúrður Skaale undir við
hóvligu tilgongdini hjá Javn
aðarflokkinum, sum er sam
ríkisflokkur? Tað vóru iva
málini, hann skuldi royna
at kveistra burtur í valstríð
num.
Hann legði fyri í sjón
varpssendingini “Í andglett
inum”,
har
journalistar
settu valevnunum stevnu
at kjakast um, hvør føroyski
leikluturin skuldi vera á
Christiansborg. Har treiv
hann orðini, sum í ávísan
mun komu at mynda hans
ara valstríð, at hann “var
ikki ein steinur”, men ein
persónur, sum gjørdi sær
meiningar við støði í egn
um royndum. Við sínum
retorisku gávum setti hann
polarisering upp ímóti poli
tikki, Edmund Joensen upp
ímóti Høgna Hoydal – at tá
eitt rópar loysing, annað
rópar samband, verða Før
oyar ikki fluttar ein milli
metur. Føroyskur innanríkis
politikkur skuldi ikki dragast
við niður í fólkatingið. Nei til
polarsering og partapolitikk,
ja til politikk og úrslit, segði
hann.
Sjúrður Skaale hevði í
nógv ár verið fólksins ogn
og talaði til bæði ung og
gomul. Hann var kendur
frá skemtirøðunum Pipar
og Salt, E elski Føroyar og
satiriskum skemtisangum.
Hann hevði átt virknan lut í
almenna kjakinum í nógv ár
– ein bastardur við nógvum
meiningum, rópar hann seg
sjálvan í greinasavni, hann
gav út í 2010.
Innihaldsleyst
Lítið innihald var eisini í
tama valstríðnum í 2011.
POLITIKKUR
TÁ SJÚRÐUR SKAL
Fyri fólkatingsvalið hevði Annika Olsen
boðað frá, at hon ætlaði sær formanssessin
í Fólkaflokkinum frá Jørgeni Niclasen, tá
landsfundur varð í november. Hetta valið var
av somu orsøk ein styrkiroynd hjá henni og
sitandi formanni. Og Jørgen Niclasen tapti
so dyggiliga. Annika Olsen fekk gott og væl
800 atkvøður fleiri enn hann.
– Á einum liði er tað ikki altíð liðformað
urin, sum skorar málini, segði Jørgen Nicla
sen eftir valið. Tað eydnaðist ikki Anniku
Olsen at koppa formanninum á landsfund
inum tveir mánaðar seinni.
Annika bukaði
Jørgen