mánadagur 1. juni 2015síða 7
‹ fyrra síða allar 74 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 1. juni 2015 · Nr. 61
POLITIKKUR
LAÐI SÍNI GOMLU
Summir
viðmerkjarar
og
valevni vístu speiskliga á, at
fólkatingsessirnir høvdu ikki
stórvegis týdning og skuldu
avtakast við tíðini. Ein bein
rakin lýsing av einum val
stríði við lítlum og ongum
innihaldi.
Sambandsflokkurin vísti
á fyrimunirnar við ríkis
felagsskapinum.
Tjóðveldi
lovaði at vera tann kritiska
føroyska røddin á Christ
iansborg í samstarvi við
Norðuratlantsbólkin,
og
Fólkaflokkurin
lovaði
at
fjálga um samstarvið á út
búgvingarøkinum.
Eitt var kortini ikki sum
fyrr. Flestu flokkarnir lovaðu
hesaferð, at teirra umboð fór
at røkja starvið á fólkatingi
fulla tíð. Greiður skilnaður
skuldi gerast millum løg
tingsarbeiðið og starvið á
Christiansborg. Tað bleiv eitt
av høvuðsevnunum undir
valstríðnum.
Tjóðveldi, sum var lítið
sannførandi undir valstríð
num, var ikki av somu
áskoðan. Tað var torført hjá
teimum at verja hugsjónina,
at umboðið hjá teimum
kundi sita í løgtinginum og á
Christiansborg samstundis.
Orkan fór fyri tað mesta at
vísa aftur fordómum móti
flokkinum, og Høgni Hoy
dal gjørdi ikki stórvegis
háva burtur úr úrslitunum,
hann hevði rokkið seinastu
tingsetu.
Edmund knógvaði
løgmann
Sambandsflokkurin
hevði
tað lætt. Flokkurin hevði
viðrák um hetta mundi, tí
ríkisfelagsskapurin
spenti
trygdarnetið undir føroyska
fíggarkervið, tá Eik Banki
fór á húsagang í 2010. Við
herrópum um búskaparligt
støðufesti og vælferð var
spurningurin bara, hvussu
greiður sigurin fór at verða.
Upp móti triði hvør setti
krossin við Sambandsflokk
in, sum fekk 30,8 prosent av
atkvøðunum. Tað var besta
úrslitið hjá flokkinum síðan
1977, tá sambandsmenninir
vunnu annan sessin við
Pauli Ellefsen sum formanni.
Tá fekk Sambandsflokkurin
heili 31,7 prosent av atkvøð
unum.
Edmund Joensen fekk
enn setu á fólkatingi. Garv
aði politikarin av Oyri hevði
í farnu fólkatingssetu tikið
nógvar pengar við sær til
Føroya.
Ríkisfelagsfrá
dráttur varð veittur teimum
føroysku lesandi í Danmark,
umframt at føroysk hav
gransking og verkætlanin
við Saltsiloini á Tvøroyri fekk
stuðul úr Danmark. Sam
bandsfólk takkaðu honum
fyri avrikið við 1578 persón
ligum atkvøðum, 24 fleiri enn
Kaj Leo Johannesen, sum var
floksformaður og sitandi løg
maður.
Toppskorarin
rakk ikki til
Valúrslitið tann 15. septemb
er var ein staðfesting av, at
ramligi
tjóðskaparandin,
sum Høgni Hoydal legði
lunnar undir í 1998, var nógv
viknaður.
Tjóðveldi
fekk
2000 atkvøður færri enn
í 2007 og misti fólkatings
sessin, sum flokkurin hevði
sitið tryggur á síðan 2001.
Treyðugt so, Høgni Hoy
dal hevði størstu persón
ligu undirtøkuna hesaferð.
1605 atkvøður fullu honum
í lut. Tað var kortini 1000
færri atkvøður enn til fólka
tingsvalið í 2007. Persón
liga atkvøðutalið hjá topp
skoraranum var hesa ferð
ikki nær námind tí, sum
tað hevði verið fyrr. Hetta
var fyrstu ferð í meira enn
50 ár, at annar av valdu
fólkatingsmonnunum
ikki
fekk fleiri enn tvey túsund
atkvøður.
Valstríðið
hjá
Sjúrði
Skaale varð mett at vera væl
frágingið, og fleiri føroyingar
tóktust hava skilt boðskapin.
Tað var beinleiðis orsøkin til
fyrsta veruliga bakkastið hjá
Tjóðveldi við Høgna Hoydal
sum formanni. Umskiftið var
veruleiki. At flokkurin misti
fólkatingsessin
til
gamla
partamannin, sum nú var
javnaðarmaður, gjørdi ikki
ósigurin mjúkari.
Poul Michelsen bjóðaði seg fram á uttan
flokkalista á fólkatingsvalinum í 2011. Hann
fór úr Fólkaflokkinum í oktober 2010, tí
flokkurin var læstur fastur í blokeringum
eftir hansara tykki. Hann stovnsetti liberala
tjóðskaparflokkin Framsókn. Fólkatingsvalið
var kærkomið høvi at varpa ljós á feskasta
flokkin. Framsókn slapp ikki at stilla upp,
tí kravið er, at flokkurin skal vera valdur
á Føroya Løgting fyri at stilla upp til
fólkatingsvalið. Tí var Poul Michelsen
á uttanflokkalista, har hann sjálvsagt
umboðaði sjónarmiðini hjá nýggja
flokkinum. Við teimum
672 atkvøðunum legði
Framsókn
bragdliga
fyri í politikki.
Eitt ár eftir, at hann tók við sum formaður í
Sjálvstýrisflokkinum, legði Kári á Rógvi, sáli, frá
sær aftur. Hann fekk bara 69 atkvøður á valinum
og var tann triði í røðini hjá flokkinum.
Sjálvstýrisflokkurin hevði eitt sera vánaligt
val. Brotasjógvarnir vóru øgiligir innanfloks
hesar mánaðirnar, har floksformaðurin og
fyrrverandi formaðurin, Kári P. Højgaard, vóru
ósamdir um kósina, sum flokkurin skuldi halda.
Valkvøldið small Kári á Rógvi um og varð í
stundini fluttur á sjúkrahúsið. Alt vísti seg at
vera í lagi, men blóðtrýstið var ov høgt. Um mi
dnáttarleiti sendi hann út tíðindaskriv, har hann
boðaði frá, at hann legði frá sær sum formaður.
– Seinastu tíðina havi kent nakað nógva strongd,
serliga av tí ágangi, sum eg havi verið fyri innan
floks. Saman við familjuni hevði eg longu tikið
avgerð um at siga øll
álitisstørv í flokkinum
frá mær, skrivaði
hann.
Poul brynjaði
Framsókn
Kári á Rógvi
legði frá sær
Ein fegin Sjúrður Skaale,
nývaldur fólkatingsmaður
fyri Javnaðarflokkin