Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-06-01, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 1. juni 2015síða 8

‹ fyrra síða allar 74 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 1. juni 2015 · Nr. 61 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tað gongur væl í Danmark og í veruleikanumn er valið 18.juni mest ein spurningur um Helle Thorning ella Lars Løkke skulu húsast í forsætismálaráðnum POLITIKKUR Árni Gregersen Sjálvandi er eitt val til eitt tjóðarting ein hátíðardagur fyri fólkaræði. Vit sleppa at seta kross við tey valevnir, sum vit halda fara at duga best at stjórna landinum komandi fýra árini – ella vit velja tey, sum vit halda røkja okkara áhuga­mál best. Fólkatingsvalið 18.juni í Danmark er val í einum sam­ felag, har tað gongur framá í løtuni. Búskaparfrøððingarnir siga, at kreppan er farin aft­ ur­um og at tølini greitt vísa, at ferð aftur er á bú­skap­in­ um. Fleiri fólk koma hvønn mánaða til arbeiðis og tað gongur væl við útflutn­ing­ in­um. Spurningurin í almenna geiranum er um fleiri fólk skulu setast í starv ella um tað er nóg mikið við teimum sum eru. At fylgja við valstríðnum hesar fyrstu dagarnar ber eisini klárt boð um, at landið er í uppgangstíð. Sjónligast sæst hetta, tá ið valevnini velja sær evnir at kjakast um. Tá er tað ikki stórir hug­ sjónarligir spurningar, men meira spurningar, sum bein­ leiðis ávirka danska sam­ felags­borgaran í gerandis­ deg­num. Lars ella Helle So í veruleikanum snýr sjálvt valið í Danmark seg, hvørt Helle Thorning skal halda fram sum forsætisráðharri – ella um hon noyðist at víkja fyri Lars Løkke Rasmussen. Í dag eru 17 dagar eftir til krossurin skal setast. Blái bólk­urin í Fólkatinginum við Lars Løkke Rasmussen á odda hevur leingi ligið ómeta­liga væl fyri í veljara­ kann­ingunum, men seinastu kanningarnar eru ikki so góðar og tað gerst alt tættari millum bláa og reyða bólkin í Fólkatinginum. Í løtuni vísa hesar velj­ara­ kanningar, at reyði bólkurin vinnur fram og er bert eitt vet aftanfyri bláa bólkin. Afturgongdin er so stór, at summir viðmerkjarar halda, at ongantíð áður hev­ ur nakar politiskur leiðari í Dan­mark mist so stóra undir­tøku uppá so stutta tíð. Thomas Larsen, sum er ein viðurkendur viðmerkjari fyri Berlingske skrivar, at Løkke sjálvur hevur ein stór­an part av skuldini fyri, at hann ikki stendur seg so væl, nú valstríðið av álvara er farið í gongd. Hann nevnir tó eisini, at tey sum hava arbeitt fyri Helle Thorning eiga eisini ein part, tí teimum er eydnast at skapa eina mynd av Lars Løkke, sum ein sum sjuskar og sum ikki hevur skil á egn­ um skjølum. Samstundis er eydnast teimum at skapa eina mynd av einum sterkum og stórum stjórnarleiðara. Líka síðani á nýggj­ árinum hava teir bygt eina nýggja mynd av forsætis­ráð­ harranum. Hendan myndin er av einums tjórnarleiðara, sum dugir væl og hevur skil á tí, sum hon fæst við. Tað hevur eydnast teim­ um at fáa tey flestu at gloyma, hvussu buldraslig tíðin við Helle Thorning ann­ars hevur verið seinastu árini. So at siga ongin tosar um, at samgongan sum kom eftir seinasta val skrædnaði og SF fór úr samgonguni og lítið verður tosað um, at forsætisráðharrin eitt skifti meir ella minni var á veg úr donskum politikki til eitt al­ tjóða starv. Kjaksendingin Lars Løkke Rasmussen er í andstøðu og átti at verið hann, sum kom við nýggjum politiskum boðskapum, men eisini har tykist at halta, eftir at tey bæði í gjár møttust til fyrstu kjaksendingina. Tað var sitandi for­sætis­ ráð­harrin, sum megnaði at seta dagsskránna. Helle Thorning valdi at vera tann áleypandi og royndi alla tíðina at seta spurnartekin við trúðvirði hjá Lars Løkke. Hetta var alt væl lagt til rættis. Serliga kundi ein leggja til merkis, at hon so at siga ongantíð lat Lars Løkke sleppa at tosa uttan at avbróta. Til ber ikki at velja ein slíkan stíl uttan so, at ein hevur avgjørt hetta framm­ anundan. Tað sær út til, at valmaskinan hjá danska Javnaðarflokkinum er betur smurd enn tann hjá Vinstra, tí meðan kjaksendingin koyrdi, vóru alla tíðina væl sam­skipaðar viðmerkingar á sosialu miðlunum, sum so at siga alla tíðina lupu á trú­ virði hjá Lars Løkke. Sjálvur hevði andstøðu­ leiðarin valt at vera meira hóvligur í fyrstu kjak­send­ ing­ini, men tað sum stendur eftir er, at hann als ikki var nóg framfýsin við at koma við politiskum boðskapum, sum seta dagssskránna. Eygleiðarar halda, at eft­ir orðaskifti millum tey bæði í gjárkvøldið, stendur tað meira og meira greitt, at mun­urin á tí politikki, sum báðir blokkarnir vilja reka, er í veru­leikanum ómetaliga lítil. Sum nevnt í byrjanini, so eru tað smáir gerandis­ trupulleikar, sum tey vilja loysa uppá hvør sín máta. Í dag hevur ein spurn­ing­ ur verið um, hvussu tað ber til, at kommunurnar enn lata dagstovnar sleppa at hava dagar, har allir stovnar eru afturlætnir. Ein trupulleiki hjá nógv­ um fólkum, men neyvan ein stórur politiskur hug­sjón­ ar­ligur spurningur. Sama hevur verið ein av døgunum um skatt av at búgva í egnum húsum. Valstríðið er júst byrjað, so enn er sjálvandi onki avgjørt. Kortini kann staðfestast, at tað er reyða helvtin, sum hevur havt viðgongd í velj­ ara­kanningum. Afturgongdin er stór hjá bláu helvtini, so í løtuni stendur meira ella minni á jøvnum millum báðar partar. Fyri okkum í Føroyum kann hetta hava við sær, at tey bæði fólkatingsumboðini vit velja, kunnu fá eitt av­ger­ andi orð í komandi Fólka­ ting­inum. HELLE ELLA LARS FORSÆTISRÁÐHARRI – TAÐ ER DANSKA FÓLKATINGSVALIÐ Lars Løkke, Vinstra, hevur ikki viðgongd í veljarakanningunum í løtuni. Summir viðmerkjarar í Danmark halda ikki, at nakar hevur tveitt eina leiðslu burtur so skjótt uppá so stutta tíð. Helle Thorning sær út til at vera væl fyri og valmaskinan hjá danska Javnaðarflokkinum koyrir eisini munandi betur enn tann hjá Vinstra. Her í kjaki í TV2 sunnukvøldið Mynd: Polfoto