Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-06-01, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 1. juni 2015síða 9

‹ fyrra síða allar 74 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 1. juni 2015 · Nr. 61 Amboð STILLADS BÍLIGA TIL LEIGU LØTT ALUMINIUM STILLADS BÍLIGA TIL LEIGU. ÚTKOYRING UM ALT LANDIÐ STILLADS.FO GUTTORM MORTENSEN TLF 251160 Arbeiði Vit mála hús Vælgjørdir feðgar átaka sær at mála sethús fyri avtalaðan prís. 314820 Málara arbeiði Vit átaka okkum alt uttandurða málara arbeiða. Ring ella skriva til okkum og fá eitt tilboð. malarin.fo@hotmail.com 273766 BETONGSAGING TLF. 560056 Vit saga út fyri vindeygu, hurðum,garageportur, ventilatiónshol o.a,ring og fá ein góðan prís.www. betongsaging.fo 560056 Bátar og bátaútgerð Yamaha 200 hk páhengsmotorur Páhengsmotorur,4 takt V6, Yamaha 200 hk,árg 07, ca. 1700 tímr. verður seldur við øllum og tí klárur at seta í bátin. kr 65.000 + mvg 215122 Býli í Føroyum Hús/Íbúð ynskist til leigu í Tórshan Hús/Íbúð uml. 80-90 kvm. ynskist til leigu sum skjótast í Tórshavn.Helst í miðbýnum. Friðarlig,hvørki royki ella drekki,fari væl um og eingi húsdjór. 587254 Íbúđ/hús ynskist til leigu Hygg her! Vit eru ein familja, 2vaksin og 3børn, í akut mangla eitt stađ at búgva frá 1juni. Bæđi hava fast starv og fara væl um. 565601/235102 Rúmlig íbúð ella smærri hús ynskjist til leigu í Høvuðsstaðarøkinum Vit eru 4 fitt og vanlig fólk. Mamma og trý børn. Vit eiga ongan bil og tí er ynskiligt at bussur koyrir tætt framvið. Max 6000 við el og varma. 274813 el. 315473 Høli við Miðbýnum til leigu Høli við høvuðsveg í Havn til leigu.Vælegna til skrivstovu, viðtaluhøli o.a.. 282621 Íbúð/hús í Tórshavn søkist Íbúð/hús í havn, 2 kømur, søkist. seinast tann 01-07- 2015. Kostnaður 7000,- um mánaðin við øllum. 212696 Býli uttanlands Summarhús/hús til leigu í Nordurjútlandi Summarhús í Hou býi liggur tætt vid badistrond og shopping, 7.min gongd, pláss fyri 5 gistandi,tøkar vikur: 24 og hesar dagar 30.6 - 4.7 og vika 33 houbo@live.dk Umbýti av húsum í summarfrítíðini Vit bjóða eini hús í Struer út alla summarferiina í býti við hús í Havn ella nærhendis frá 30. juli til 4. august til 2 vaksin og 2 tannáringar. 217796 Framleiða Íbúð ella kamar Lesandi søkir íbúð ella kamar til framleiðing í Keypmannahavn, frá 1 august í styttri ella longri tíðarskeið. Alt hevur áhuga 269352 ella 448352 Dýr Border Collie Border Collie hvølpar til sølu. Johan Groth Danielsen 316311-216312 1. fittur hundahvølpur Ein fittur hundahvølpur hannur er svartur og hvítur. Kunnu latast til djóravinir. Ring frá kl 14 og út á seinrapartin. 361497 Sandur Fundir Aðalfundur Aðalfundurin verður í hølum felagsins týsdagin tann 09.06.2015 kl. 19.00. Hondbóltsfelagið Tjaldur Kristina Háfoss Fólkatingsvalevni og løgtingskvinna fyri Tjóðveldi Tað gevur als onga mein­ing, tá um­boð Javn­ aðar­floksins á Fólkatingi sigur, at tað – í samband við fólkatingsvalið – er neyðugt at velja millum hugsjónir ELLA úrslit. Hetta er tað sama sum, at tú fert á eina ferð, uttan at vita hvaðar tú ætlar tær. Tað gevur heldur onga meining. Í hvørtfall ikki um ætlanin er, at hava ein politikk, ið røkkur longur enn eina viku ella eitt ár. Neyðugt er sjálvandi, at hava politikk og fremja úrslit, ið røkka inn í framtíðina. Politikkur er grundaður á hugsjónir, og tí skulu tey, ið umboða føroyingar á Løg­ tingi, eins væl og á Fólkatingi, sjálvandi hava hugsjónir við sær á ting. Grundað á hugsjónina, verður roynt at røkka úrslitum og málum, soleiðis at hugsjónin og virð­ini í hesi verða gjørd til veruleika – til frama fyri alt fólkið. Á ein hátt er hugsjónin eitt slag av kumpass. Hon vísir altíð veg, hóast tað ofta er trupult at síggja nakra greiða kós í tí politiska meld­ ri­num. Hugsjónin er eisini eitt slag av vekt, ið kann nýtast til at viga allar politiskar av­ gerðir á. Undangongumaðurin Olof Palme, ið m.a. var for­ mað­ur í svenska Javn­aðar­ flokkinum, var í stóran mun ein hugsjónarmaður. Mill­um mongu niðurstøður hans­ara var henda: “Í somu løtu teir sokallaðu praktisku mennirnir seta til síðis hugsjónir og virðir á tí politiska pallinum, er veg­urin lagdur til forfall av fólka­ræðinum”. Er Javnaðarflokkurin ósamdur í hesum, og vil Javn­ aðarflokkurin á Fólkatingi veruliga umboðast av einum “praktiskum manni”? Er Javnaðarflokkurin á Fólka­ tingi ósamdur við Palme? Endurgjald fyri goldin barnagjøld og hjúnafelagagjøld Umsókn um stuðul til uppihaldspening fyri fyrra hálvár 2015 saman við kvittanum fyri goldnum barna- ella hjúnafelagagjøldum, skal vera Almannaverkinum í hendi í seinasta lagi 03.06.2015. Kvittanir skulu eisini vísa, til hvønn barna- ella hjúnafelagagjøld eru goldin. Um goldið er til TAKS, er ikki neyðugt at lata inn kvittanir. Sambært lóg um stuðul til uppihaldspening verður stuðulin útgoldin seinast í juni og desembur. Umsóknir móttiknar aftan á 03.06.2015 kunnu ikki væntast at verða avgreiddar fyrr enn í desembur 2015. Verður søkt fyrstu ferð, skal avrit av gjaldsavgerð um barna- ella hjúnafelagagjald frá Ríkisumboðnum ella samsvarandi útlendskum myndugleika sendast inn saman við umsóknini. Stuðul verður ikki veittur, um bert er álagt at gjalda kr. 12.996 árliga. Stuðul verður tí ikki veittur umsøkjara, sum bert rindar vanligt barnagjald til eitt barn. Umsóknarbløð kunnu heintast á heimasíðu okkara www.av.fo undir oyðubløð. Á heimasíðu okkara undir familja og børn er meira at lesa um stuðulin. Seinasta freist fyri stuðli 2014 Fyri at fáa stuðul til upphæddir goldnar í 2014, skal umsókn vera latin inn í seinasta lagi 1. juli 2015. Verður umsóknin latin inn seinni, fellur rætturin til stuðul av goldnum upphæddum 2014 burtur. Frávik kann ikki gerast frá freistini. Tað er tí sera umráðandi, at umsóknin verður latin inn rættstundis. Smyrilsvegur 20 100 Tórshavn Telefon 36 00 00 Telefaks 36 00 01 23” Professional skíggi 15" Latitude E5550 • Intel Core i5 • 8 GB ram • 128 GB SSD • 3 ára garanti MK520 Tráðleyst knappaborð og mús Simple Dockingstøð Fyrivarni verður tikið fyri útseldum vørum og prísbroytingum. Allir prísir eru við MVG. Alt hetta á einum stað. Kt-útgerð Kt-skipanir Kt-loysnir Skrivstovulutir Innbúgv Support Alt samlað -25% 10.822,50 Vanligur prísur 14.430,- LÝSINGARTORGIÐ FÓLKATINGSVAL 2015 Valgreinar