Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-06-01, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 1. juni 2015síða 10

‹ fyrra síða allar 74 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 1. juni 2015 · Nr. 61 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ÍTRÓTTUR Tróndur Arge Um vikuskfitið hevur stórt styrki og fitness til­ tak verið í Høllini í Hoy­vík. Fríggjakvøldið skuldi sterk­ asti maður í Føroyum finn­ ast, meðan tað leygardagin vóru fitness kappingar fyri menn og kvinnur á skránni. Allar tríggjar kapping­ar­ nar vóru væl avgreiddar og áskoðararnir fingu vøddar og lekrar kroppar fyri allar pengarnar. Tá alt kom til, so stóðu Linda Oliversdóttir Andrea­ sen, Rani Dahl-Olsen og Bjarni Nielsen eftir sum vinn­ar­ar. Meg sleppa tit ikki av við Roknast kundi við, at dyst­ urin fyrst og fremst skuldi standa millum Bjarna Niel­ sen og Jákup Suna Berg, men tá Jákup Suni mátti geva av­ boð, var Bjarni greiður favo­ rittur. Hetta heitið livdi hann upp til. Bjarni vann nevnliga fimm av teimum seks kapp­ ing­unum, meðan hann í sættu kappingini gjørdist numm­ar tvey. Bjarni var best­ur í Max lyft, reps (lyfta vektir oftast gjørligt í 75 sekund), at ganga við vektum, at halda tveimum bilum á hvør sínari rampu og í sonevndu Atlas-stein­un­ um, har fleiri steinar skulu lyftast upp á sítt pláss skjót­ ast gjørligt. Einasta kappingin, har Bjarni varð bastur, var í kapp­ ingini, har ein 100 kg tungur stokkur skuldi koppast um ein aksil. Hesa kappingina vann Rói Holgarsson – Regin Vágadal hevur ver­ið føroya sterkasti maður eini fimm ella seks ferðir. Tað ætli eg mær at taka, sigur Bjarni Nielsen um fram­ tíðina. Jákup Súni Berg, sum ikki var ikki við vegna skaða, ætlar ikki at geva Bjarna nakað. – Hetta gevur mær bara meiri motivatión. Eg ætli mær at vinna heitið aft­ur, sigur Jákup Súni Berg. Linda vann Bikini Fitness Tríggjar kvinnur høvdu meld­að seg til Bikini Fit­ ness Føroyar 2015. Her vann Linda Oliversdóttir Andrea­ sen frammanfyri Odu Kjart­ ans­dóttir Strøm og Maritu Debes Magnussen. Í Bikini Fitness kapp­ing­ ini eru tvey umfør, har lut­ takarnir verða dømdir eftir. Eitt presentations umfar og eitt “symmetri” umfar. Í báð­ um førum vann Linda, sum sostatt eisini gjørdist vinnari av kappingini. Rani bestur hjá monnunum Hjá monnunum vann Rani Dahl-Olsen framman fyri David Arge Galán. Tá stigini vóru tald saman stóð ájavnt millum Rana og David. Í styrki­fitness er eru tað trý um­før, har luttakarnir verða dømdir uppá. Tað fyrsta var eitt “sym­ metri” umfar. Síðani eitt styrki­umfar við “deadlyft” og síðani skulu luttakarnir rógva 500 metrar skjótast gjørlit. Reglugerðin sigur, at fyrsta umfar telur 50 pro­ sent, meðan hini bæði um­ før­ini telja 25 prosent. Av tí LINDA, RANI OG BJARNI ERU BEST Linda Oliversdóttir Andreasen og Rani Dahl-Olsen vunnu fitness kappingarnar, meðan Bjarni Nielsen endurvann heitið sum sterkasti maður í Føroyum