mánadagur 1. juni 2015síða 14
‹ fyrra síða allar 74 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 1. juni 2015 · Nr. 61
14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur
André Olsen
B36 og HB býttu stigini
millum sín sunnudagin, tá
liðini møttust í oddabrak
inum í Gundadali. Felags
fyri bæði liðini, er, at bæði
fáa brúkt tað eina stigið.
Oddaliðið, NSÍ, ið bæði HB
og B36 royna at elta, setti
á heimavølli stig til móti
Víkingi. Harafturat skal HB
í komandi umfarinum møta
júst NSÍ á heimavølli. Um HB
vinnur tann dystin, kann tað
skapa veruligan spenning
millum tey ovastu liðini í
deildini.
Tað sást tíðliga sunnu
dagin, at bæði liðini løgdu
nógva orku í at vinna dystin.
Leikararnir komu sum heild
væl inn í dystin, og serliga
í nærdystunum, varð lagt
nógv fyri.
Fyrri hálvleikur var sum
heild javnur spælimessiga,
men um tað var nakað lið, ið
var eitt vet omaná, so var tað
heimaliðið, B36. Tað tóktist
sum um at samstarvið mill
um teir fremstu mennirnar
hjá B36, riggaði betur enn hjá
mótstøðuliðnum. Serliga væl
sær tað út til at rigga millum
Róaldur Jakobsen, Lukasz
Cieslewicz og Hans Paula
Samuelsen. Í nógvum av
teimum góðu støðunum hjá
B36 í fyrra hálvleiki vóru teir
tríggir íblandaðir. Størsta
møguleikan fingu teir um
miðjan fyrra hálvleik, tá
Lukasz Cieslewicz slapp til
baklinjuna í vinstru síðu.
Lukasz spældi bóltin útfrá
til Hans Paula Samuelsen, ið
sparkaði bóltin við kós móti
málinum, sum á málstrikuni
var bjargaður av einum HB
leikara.
Spælimessiga var HB eis
ini væl við allan fyrra hálv
leik.
Størsta
møguleikan
hjá teimum fekk Arnbjørn
Hansen, tá eini tíggju min
uttir vóru eftir av fyrra hálv
leiki. Ungi og evnaríki Teit
Jacobsen bjóðaði av í høgru
síðu móti Odmari Færø, har
Odmar Færø gleið, soleiðis
at Teit slapp til góða støðu
í høgru síðu. Teit valdi at
spæla bóltin uppá tvørs,
har Arnbjørn Hansen skuldi
havt lagt HB á odda úr sera
góðari støðu. Avslutningin
fór tó beint á B36 málverjan,
Tórður Thomsen.
Lukasz hugsar skjótt
Tá 44 minuttir av dystinum
vóru leiktir, legði B36 seg á
odda. Málið kom eftir støðu,
har HB leikararnir ilskaðust
um eitt fríspark, sum B36
fekk á miðjum vølli. Meðan
HB leikararnir skeldaðu um
frísparkið, ger B36 skjótt av.
Lukasz Cieslewicz biður um
bóltin á miðjari HB hálvuni,
og bjóðar so av. Hann heldur
uppá bóltin eina løtu, inntil
hann hevur ein spælimøgu
leika í Hans Paula Samuelsen
til vinstru. Hans Pauli kemur
í góða støðu, og velur, eins og
Lukasz gjørdi fyrr í hálvleik
inum, at spæla bóltin uppá
tvørs av feltinum. Har kemur
sami Lukasz Cieslewicz og
smekkar bóltin í málið til 1-0.
Eitt frálíka væl spælt mál,
har bæði Lukasz Cieslewicz
og Hans Pauli Samuelsen
hugsaðu skjótt og klókt.
At B36 var á odda í hálv
leikinum var eisini í tráð við
leikgongdina, tí hóast spælið
gekk javnt fyri seg, so var
tað B36, ið var vandamiklari
í fyrra hálvleiki.
HB dominerar
seinna hálvleik
Tað er eingin ivi um, at HB
í seinna hálvleiki var greitt
omaná. Men fyrstu tíggju
minuttirnar í seinna hálv
leiki, var tað tó ikki nógv,
ið bendi á, at HB skuldi
vera so greitt omaná. Besta
møguleikan fyrstu løtuna
av seinna hálvleiki, hevði
Róaldur Jakobsen fyri B36,
tá hann varð spældur leysur
við frálíkari avlevering frá
Lukasz Cieslewicz.
Men so brádliga vaknaði
HB. Tá 60 minuttir vóru farn
ir, javnaði HB eisini. Málið
kom burtur úr mestsum
ongum.
Bartal
Wardum
smekkaði eitt innlegg inn
í feltið aftaná at HB hevði
havt innkast. Í feltinum stóð
altíð vandamikli Arnbjørn
Hansen, ið stútaði bóltin væl
í málið til 1-1.
Tað sum eftir var av dyst
inum, sat HB á tí mesta.
Størstu møguleikarnar hjá
HB í seinna hálvleiki, hevði
Arnbjørn Hansen. Hann var
í trimum støðum sera nær
við at leggja HB á odda, men
hvørjaferð, var tað B36 mál
verjin, Tórður Thomsen, ið
vardi væl fyri.
Í HB eiga teir at iðra seg
um, at onkur av bóltunum í
seinna hálvleiki ikki endaði
fótbóltur
H E S A V I K U N A
5
Tórður Thomsen
Kom sum heild væl út úr
feltinum fleiri ferðir, og hevði
nógvar avgerandi bjargingar í
seinna hálvleiki. Millum bestu
leikararnar á liðnum hjá B36
4
Høgni Eysturoy
Ein góður dystur frá høgra
bakkinum. Hevði gott tamarhald
á vinstru síðu hjá HB, har teir
sjáldan komu ígjøgnum.
3
Hørður Askham
Spælir sum heild ein fínan
dyst, men tykist eitt sindur
passivur, tá HB javnar til 1-1.
4
Odmar Færø
Spældi ein góðan dyst. Brýtur
ofta væl álop hjá mótstøðu
liðunum, umframt at hann
stendur sera væl í verjustøðu.
3
Gestur Bogason
Dam
Hevði ein góðan málmøguleika
í fyrra hálvleiki, men tók ikki av.
Var nógv útfordraður í verju
støðu, har Teit Jacobsen og René
Shaki Joensen spældu.
3
Róaldur
Jakobsen
Er góður spælistýrari á miðvøll
inum hjá B36. Bleiv tó eitt sindur
vekk í seinna hálvleiki, tá hann
var fluttur longur fram á vøllin.
3
Eli Falkvard
Nielsen
Hevur av álvara bitið seg fastan
á miðvøllinum í ár. Stríddist væl
og var við í nógvum í dystinum, tó
uttan at hava avgerandi leiklut.
3
Hanus
Thorleifsson
Var við í onkrum fínum álopum í
fyrra hálvleiki. Ikki líka sjónligur
í seinna hálvleiki, og var eisini
útskiftur
5
Lukasz
Cieslewicz
Spældi framúr væl fyrstu 60
minuttirnar í dystinum. Bleiv eitt
sindur vekk seinasta hálva tíman,
men er ein eyðsýndur profilur á
liðnum hjá B36.
4
Hans Pauli
Samuelsen
Var kanska ikki so sjónligur sum
onkuntíð áður, men legði upp til
málið, umframt at hann var við í
rættuliga nógvum góðum støðum
í fyrra hálvleiki.
3
Ibrahima Camara
Fekk lítið burturúr við
bóltinum, men hótti alla tíðina
bakrúmið hjá HB. Tá Camara fór
út, forsvann tann hóttanin, og tí
var tað lættari hjá HB liðnum at
skumpa liðið longur niðan tá.
2
Andrias Eriksen
Kom inn eitt keðiligt
tíðspunkt, tí HB skoraði lítla løtu
aftaná. Kom ongantíð veruliga til
sín rætt, tí B36 hevði tað trupult
seinasta hálva tíman.
2
Benjamin
Heinesen
Var inni nakað stutt, men var
ikki veruliga eyðsýndur. Tó so,
kundi Benjamin Heinesen at havt
avgjørt dystin í yvirtíðini, tá hann
kom til góðan møguleika.
spælarameting
Grannarnir
deildu stigini
Í einum góðum og spennandi dysti, býttu B36 og HB
sunnudagin stigini millum sín. Dysturin var sum heild
væl spældur, har tað væl kundu komið fleiri mál
Hava færri stig enn í fjør Felags fyri bæði HB og B36
er, at bæði liðini hava færri stig aftaná 14 umfør í ár, enn tey
høvdu í fjør. Í fjør fylgdust liðini eisini lið um lið eftir stigatalvuni
mestsum alla tíðina. HB hevur aftaná 14 umfør í ár, trý stig
færri enn í fjør, meðan B36 hevur heili 7 stig færri í ár.
Myndir: Bjarni Enghamar
1 til 6
Lissi Mouritsen
B36
Flott hvítir - bert spurningur um
tíð til vit eru nr.1 !
fjepparin