mánadagur 1. juni 2015síða 15
‹ fyrra síða allar 74 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 1. juni 2015 · Nr. 61
ítróttur
í málinum, tí málmøguleikar
hevði HB nokk av í seinna
hálvleiki.
B36 fall seinasta
hálva tíman
Seinasta hálva tíman var
lítið um B36. Útskiftingin um
miðjan seinna hálvleik, tá B36
skifti Camara út og Andrias
Eriksen inn, merkti liðið hjá
B36. Camara, ið kanska ikki
var serliga sjónligur í spæl
inum, strekti allíkavæl liðið
hjá HB langt alla tíðina, við
tí at hann søkti renningar í
bakrúmið. Tá Camara fór út,
tóktist tað sum um at tann
hóttanin fór. Skiftingin við
førdi at Lukasz Cieslewicz
spældi sum fremsti maður,
meðan Róaldur Jakobsen
varð fluttur eitt pláss fram
sum tann offensivi á mið
vøllinum. Bæði Róaldur og
Lukasz tóktust ongantíð at
koma til sín rætt á teimum
nýggju
plássunum.
Tað
spældi tó eisini nógv inn,
at HB tann seinasta hálva
tíman fyrst fekk skora, og
síðani var nógv meira ágang
andi enn B36’ararnir.
Samanumtikið var javn
leikur eisini eitt rættvíst
úrslit
av
dystinum.
B36’ararnir eiga at iðra seg
um, at teir ikki fingu meira
enn tað eina málið í fyrra
hálvleiki, meðan HB leikar
arnir iðra seg um, at teir ikki
avgjørdu dystin í seinna
hálvleiki.
Komandi umfar
verður avgerandi
Felags fyri bæði HB og B36
er, at bæði liðini royna at
elta oddaliðið, NSÍ. Við tað
at NSÍ tapti sunnudagin, og
at HB og B36 spældu javnt,
er munurin upp til oddin nú
minkaður. B36 hevur fýra
stig upp til fyrsta plássið,
meðan HB hevur fimm stig
upp.
Tann munurin kann tó
minka uppaftur meir kom
andi umfar, tá runavíkingar
skulu í Gundadal at spæla
ímóti HB. Vinnur HB heima
dystin móti NSÍ, er HB einans
tvey stig aftanfyri NSÍ á
fyrsta plássið, ið kemur at
gera kappingina í oddinum
uppaftur meira spennandi.
Tapur HB hinvegin, so fer
NSÍ aftur átta stig framum
HB, og tá verður verri at
heinta runavíkingar aftur.
B36 skal í komandi umfar
inum spæla truplan útidyst,
tá teir skulu til Suðuroyar at
spæla ímóti TB.
fótbóltur
Gott veður, ein rúgva av
áskoðarum og stemningur.
Góða veðrið sunnudagin gjørdi,
at ein rúgva av áskoðarum
vóru til grannauppgerðina í
Gundadali. Sum dysturin leið,
bleiv stemningurin í bæði B36
og HB skýlinum eisini góður
Ringt at seta fingurin á nakað
ringt til dystin. Dysturin var
leiktur í góðum ítróttaranda,
har karmarnir eisini vóru
í topp sunnudagin.
3
Teitur Matras
Gestsson
Hevði sum heild gott tamarhald
á, men var ongantíð veruliga
settur undir trýst. Hevði ikki líka
nógvar avgerandi bjargingar sum
Tórður Thomsen í B36 málinum
5
René Shaki
Joensen
Spældi á nýggjari positión, og
skuldi venja seg við nýggja
leiklutin. Kom tó væl frá
uppgávuni, og var ein konstant
hóttan, tá hann fór framvið
4
Jóhan Troest
Davidsen
Sum heild ikki nógv at seta
fingurin á. Stýrir verjuni hjá HB
væl og kemur væl frá uppgávuni.
3
Rógvi S. Holm
Verjir eisini í flestu førum
væl, og spældi ein fínan dyst.
3
Alex José Dos
Santos
Var ikki líka eyðsýndur frameftir,
sum hann onkuntíð hevur verið.
Defensivt var tó ikki nógv at seta
fingurin á.
4
Fróði
Benjaminsen
Var við í nógvum góðum støðum
hjá HB, men manglaði tann
neyðuga neyvleikan. Er tó sera
nógv verdur fyri liðið hjá HB
3
Bartal Wardum
Ein ungur maður, ið ikki
ræðist uppgávuna. Spælir sum 18
ára gamal á sentrala miðvøllinum
hjá HB, og kemur væl frá
uppgávuni
4
Teit Jacobsen
Ein annar ungur leikari, ið
tekur av møguleikanum. Kom
væl frá dystinum sunnudagin.
Kom fram til nógvar avgerandi
støður, og við eitt sindur meira
neyvleika, kundi hann væl havt
skora fyri HB
3
Levi Hanssen
Var kanska ikki so sjónligur
sum onkuntíð áður, men stríddist
væl og er góður fyri rytmuna í
spælinum hjá HB.
4
Andrew av
Fløtum
Spældi ein góðan dyst, har tað
eydnaðist serliga væl at halda
uppá bóltin. Um Andrew og
Arnbjørn Hansen kunnu finna
rætta samstarvið, kann tað blíva
gullvert fyri HB
5
Arnbjørn Hansen
Skoraði eitt frálíkt mál, og
var maðurin, ið var við í mestsum
øllum teimum farligu støðunum
hjá HB. Skuldi tó havt skora fleiri
mál sunnudagin.
3
Símun Samuelsen
Tað setti trýst á B36 seinastu
løtuna, at Símun kom inn. Var tó
inni nakað stutt.
P
oul Ingason
Inni ov stutt til at gera eina
meting
spælarameting
Fyrsta grannamálið hjá Arnbjørn
Arnbjørn Hansen skoraði sunnudagin sítt fyrsta
mál í eini grannauppgerð móti B36. Sum heild
hevur tað gingið væl hjá Arnbjørn at skjóta
mál í ár. Hann hevur fingið 6 mál í 9 dystum.
Myndir: Bjarni Enghamar
1 til 6
B36 - HB 1-1 (1-0)
1-0 Lukasz Cieslewicz, 44.
1-1 Arnbjørn Hansen, 60.
Dómari: Petur Reinert
B36: Tórður Thomsen – Høgni Eysturoy, Hørður Askham, Odmar Færø,
Gestur Bogason Dam ■ – Róaldur Jakobsen, Eli F. Nielsen
– Hanus Thorleifsson (Benjamin Heinesen, 74), Lukasz Cieslewicz,
Hans Pauli Samuelsen ■ – Ibrahima Camara (Andrias H. Eriksen, 59)
HB: Teitur M. Gestsson – René S. Joensen, Johan T. Davidsen,
Rógvi Holm ■, Alex dos Santos – Fróði Benjaminsen, Bartal Wardum,
Teit Jacobsen (Símun Samuelsen, 80), Levi Hanssen
– Andrew av Fløtum (Poul Ingason, 90), Arnbjørn Hansen ■
Allan Enghamar
hb
Vit høvdu teir á knøunum stóran
part av dystinun, men megna
ikki at gagnnýta teir møguleikar
vit fáa. Serdeilis keðiligt nú
oddaliði eisini misti stig. Men vit
stríðast víðari og takað alt tað
positiva við til næsta dyst og
byggja víðari harfrá
fjepparin