mánadagur 1. juni 2015síða 16
‹ fyrra síða allar 74 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 1. juni 2015 · Nr. 61
16
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ÍTRÓTTUR
Lagt til rættis: Tróndur Arge
FRÍSPARK: LOYNDARFULLI FIFA
HEIMURIN: MUTUR, VALSNÝT
OG ATGONGUMERKJAGØLUR
ÚR BÓKARÚGVUNI
HETTA SIGUR ÍTRÓTTARHEIMURIN
5 SKJÓTIR
“Foul!: The Secret World of
FIFA: Bribes, Vote Rigging
and Ticket Scandals” er ein
umstrídd bók hjá viðurkenda
Andrew Jennings um snýt og
mutur í FIFA heiminum.
Í bókini kemur Andrew
Jennings heilt tætt uppá
loyndarfulla heimin í FIFA,
sum altjóða fótbóltssam
gongina.
Í farnu viku var forsetaval
í FIFA, har Sepp Blatter end
urvann
forsettasessin
á
fimta sinni. FIFA er í dag
undir illgurna fyri snýt og
mutur á fleiri økjum í sam
band við hvítvasking av
pengum, mutur í samband
við hvar HM endaspølini
skulu verða og í samband við
lýsingar- og stuðulsavtalur.
Í bókini kemur Andrew
Jennings heilt tætt at ISL
(International
Sport
and
Lesiure)
fyritøkuni,
sum
fleiri ár vann rættin at um
sita lýsingar og stuðulsav
talurnar.
Sum heild gevur bókin
eisini góða grundvitan um
FIFA og hvussu tað er sett
saman.
LES HANA UM...
Tú vilt vita meiri um hvussu
FIFA veruliga er sett saman
og hvar ákoyringarnar um
mutur og svik koma frá.
IKKI LESA HANA UM...
Um tú ikki ert sinnaður at
fordjúpa teg í FIFA umhvørv
inum og lesa eitt sindur uppá
fótbóltssøgu.
HVUSSU ER HON AT LESA...
Hon kann blíva drúgv um tú
væntar action, men fyri ein
sum hevur áhuga fyri FIFA
og hevur ein agrundvitan, so
er hon væl skrivað, gjøgnum
førd og til tíðir við góðum
humor.
HVAT SIGUR TÚ?
Hevur tú terpað onkrar av
FIFA greinunum seinastu
dagarnar, so er hon verd at
lesa.
trondur@sosialurin.fo
Royn tína vitan um
ítróttin her og nú!
1 Hvat ár bleiv Sepp Blatter valdur til FIFA forseta á fyrsta sinni?
2 Hvussu oftani hevur Arsenal vunnið FA Cup?
3 Lionel Messi skoraði tvey av trimum málum í 3-1 sigrinum á
Athletic Bilbao í sponsku steyåakappingini. Hvør skoraði tað
triðja?
4 Hvør føroya sterkasti maður?
5 Hvør vann Fitness Føroyar hjá kvinnum?
6 Ein spælari bleiv útvístur í 14. umfari í Effo-deildini. Hvør?
7 Hvør var einasti spælarin at skjóta hattrick í 14. umfari í Effo-
deildini?
8 Hvør er spælarin á myndini?
1: 1998 2: 12 ferðir 3: Neymar Jr 4: Bjarni Nielsen 5: Linda Oliversdóttir Andreasen 6: Atli Gregersen (Víkingur) 7.
Andreas Lava Olsen(Vìkingur) 8: Jonas Flindt Rasmussen
Svarini standa niðast á síðuni, men royn teg nú fyrst
Í hesum táttinum umrøða vit ítróttarbøkur. Hetta eru bøkur, sum vit hava lisið og meiningarnar eru allar okkara egnu...
Sitat úr ítróttarheiminum...
1-3 røtt: Tú mást lesa in.fo og Sosialin nakað meir
4-5 røtt: Nú byrjar at líkjast
6-7 røtt: Tú fylgir bara væl við
8 røtt: Fantastiska flott, tillukku!
Fimm skjótir spurningar til føroysk ítróttarfólk...
★★★★★★
Til lukku, tú ert
úttikin til landsliðið
fyri fyrstu ferð. Nær
fekst tú boðini?
– Eg fekk boðini leygar
kvøldið, so eg hevði eitt sind
ur ringt við at leggja meg.
Tað ávrikaði tó ikki nakað til
dystin móti HB.
Hevði tú vænta tað?
– Nei. Liðiið hevur verið í
framgongd seinnu árini, so
tað hevur verið trupult at
koma á liðið. Men eg eri sera
glaður fyri at verða úttikin.
Væntar tú at fáa frí
frá arbeiði til at spæla
á landsliðnum? (Hann
arbeiðir á Bilrøkt
hjá Jákupi á Borg)
– Eg havi ikki boðað frá, at eg
eri komin á landsliðið enn.
Men eg haldi eg fari bara at
spyrja pápa Jákup, hann be
stemmar.
Hvat gert tú um Jákup
ringir
dagin
áðrenn
landsdystin og vil hava
teg til arbeiðis aftur?
– Eitt gott boð er at eg sløkki
fartelefonina. Kanska heldur
ikki so smart at fara til kaffe
í landsliðsklæðum, meðan
teir arbeiða.
Hvør er tín
fótbóltsfyrimynd?
Eg veit ikki um eg beinleiðis
havi
eina
fyrimynd,
men kanska Ryan Giggs.
Hann
hevur
krúllur
og
bringjuskegg sum eg.
trondur@sosialurin.fo
– Tit sleppa ikki av við meg
enn. Regin Vágadal hevur
verið føroya sterkasti maður
eini fimm ella seks ferðir. Tað
ætli eg mær at taka.
Bjarni Nielsen, føroya sterkasti
maður annað árið á rað.
– Eg eri skipari á bátinum vit kalla FIFA. Nú fara vit at fáa bátin aftur til lands – aftur til
strondina. Strandafótbóltur kann spælast allastaðni. Tað mugu vit gera okkurt við.
Sepp Blatter í takkarrøðuni, eftir at hann vann forsetavalið fyri fimtu ferð. Akkurát hvat
hann meinar veit hann nokk bara sjálvur.
– Soleiðis havi eg altíð spælt. Eg fari ikki at broyta tað, tí onkrum ikki dámar tað.
Neymar Jr, eftir at hann fekk alt Athletic Bilbao liðið eftir sær í Copa del Rey finaluni, tí
hann hevði hug at gera gjøldur burturúr teimum við fintum. Barcelona vann 3-1.
?
FAKTA Andrew Jennings hevur í
nógv ár gravað í skuggasíðunum av
ítróttinum. Helst er hann førandu á
sínum øki. Hann er “leikbannaður”
í høvðussatinum í FIFA, tí hann
hevur verið so ágangandi við sínum
journalistikki. Hevur eisini gjørt
dokumentarar fyri BBC, sum millum
annað eru at finna á youtube.