Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-06-01, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 1. juni 2015síða 24

‹ fyrra síða allar 74 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 23 • 1. JUNI 2015 6 MIÐLAHÚSIÐ ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ Austerlitz FD 600 við Óla Olsen Í 1929 keyptu Jógvan og Karl Andrea­sen á Høvdanum og Bartal Johansen í Kass, allir strandingar, stóru sluppina Austerlitz, sum í 1909 var smíðað í Boulogne, Fraklandi. Hon fermdi 1200 skippund av saltfiski væl stúvað. Sluppin hevði ongan motor, tá ið hon kom til Føroya, og áðrenn farið varð til fiskiskap í 1930, fekk hon ein 93 hesta skandia motor ísettan. Í 1947 fekk sluppin nýggjan 240 hesta alfa diesel motor. Austerlitz fekk stýri­hús í 1936, og í sambandi við at hon í 1947 skifti motor, fekk hon brúgv. Heimildarmaður okkara er Hilm­ar Kass, sonur skiparan Bartal Johan­sen í Kass (1898-1984), sum førdi Auster­ litz øll árini, hon var til fiski­skap eftir at vera komin til Føroya. Hilmar fór at sigla við Austerlitz í 1943, tá ið teir sigldu úr Íslandi við ísfiski á bretska marknaðin (Aberdeen). Úrtøkan hesi árini var sera góð. Í 1948 fór Hilmar at ganga upp á stýrimansskúla, men kom umborð aftur í Austerlitz sum bestimaður í 1951 og 1952, tá ið hann fór at føra 100-tonsaran Vón til fiskiskap. Vanliga gongdin hjá Austerlitz hesi árini var, at hon fór á Suðurlandið um várið og til Grønlands um summarið. Manningin táttaði í 30 mans. Um heyst­ið var hon á sildaveiði við gørn­ um norðan fyri Føroyar. Austerlitz var á sildaveiði øll árini frá 1953 til 1968. Eftir at hon í 1968 var givin at vera til fiskiskap, var sluppin nøkur ár niðri í Stornoway og keypti sild. Hin 1. desember 1973 varð Austerlitz søkt millum Stong og Eystnes. Teir gomlu vóru kønir at meta um veðrið. Tá ið Hilmar Kass í februar 1943 skuldi fara fyrsta túrin við Auster­litz, fór faðirin Bartal, sum førdi skipið í samfull 39 ár, til Havnar at taka siglingarordrar. Og tá ið hann kom inn aftur á Strendur, segði hann bara: ”Vit fara ongan veg í kvøld.” Hilmar, sum var sera spentur at sleppa fyrsta túrin, skilti einki, tí tað var mest at kalla stilli, eitt lítið lot høgt, og so kavaði av møkum. Men faðirin hevði grein í sínum máli, tí um náttina gjørd­ ist av allar ringasta veðri, so ringt, at Austerlitz sleit landketuna, men var liggjandi fyri sjóketuni, so hon fór ikki á land. Mynd: Hilmar Kass Lesarar eru vælkomnir at senda okkum gamlar bilmyndir saman við stuttum teksti og upplýsingum til: maggi@sos.fo B ilurin hesa vikuna er ein Ply­ mouth Fury frá 1960 hjá Andre­ asi Poulsen undir Gøtueiði. Bilurin, sum bleiv brúktur til post- og rutukoyring, var ein 7-persónabilur við setrum á aftastu rekkju, sum vendu aftureftir. Drongurin á myndini er Per, sonur Andreas Poulsen. Tað komu tríggir Plymouth Fury til landið í 1960 við V8 motori og 240 hk. Plymouth Fury vórðu framleiddir í ymiskum útgávum av Chrysler Cor­ pora­tion í USA frá 1956 til 1978. Tað var bilasølan Norrøna v.Petur Háberg og Jens Christian Christiansen (Kissa), sum umboðaði Plymouth í Føroyum. Rósing Rasmussen í Runavík var umboð hjá bilasøluni Norrønu í Eysturoy. Myndaeigari: Per Poulsen SKIPASØGA BILASØGA Plymouth Fury frá 1960 Væl stýrdi køna hond, tá kavaguvan fjaldi lond, og brot í íðu vóð, og brim í grasið stóð. So manga skaðanátt tit nýttu tykkar ytsta mátt og tykkar besta skil at leggja knørrin til. (H. A. Djurhuus)