mánadagur 1. juni 2015síða 50
‹ fyrra síða allar 74 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 23 • 1. JUNI 2015
32
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
Sundalags Bátafelag, sum leygardagin skipaði
fyri bátahugna í Hvalvík, hevur leigað ein bygning
á havnalagnum í Hvalvík frá Sunda kommunu.
Hetta er ein lítil bygningur, sum felagið fer at
kunna brúka til ymiskar aktivitetir. Leigusáttmáli
er gjørdur yvir 20 ár, og sambært formanninum
í Sundalags Bátafelag, Dia Petersen, er hetta
ein lagaligur sáttmáli, sum ikki verður tungur at
bera hjá felagnum.
Nú Sundalags Bátafelag hevur fingið henda
leigusáttmála í hús, fær felagið eisini høvi at
byggja ein lítlan tilbygning aftrat á økinum, har
leigaða húsið stendur.
Bygningurin, sum felagið ætlar at byggja,
fer at húsa almennum wc, brúsu og øðrum, og
ætlanin er, at tilbygningurin skal standa liðugur
í apríl næsta ár.
– Soleiðis verður nýggi tilbygningurin við
sínum fasilitetum tøkur, tá bátahugni verður
aftur um eitt ár, og tá Sundalagsstevna verður
hildin í Hvalvík næsta summar.
Dia Petersen sigur, at ætlan felagsins er, at
meginparturin av arbeiðnum, sum skal gerast,
verður gjørt sjálvboðið.
Áðrenn farið verður undir nýggja tilbygningin,
ætlar Sundalags Bátafelag fyrst at gera onkrar
dagføringar í leigaða bygninginum, og eitt nú
skulu gólv, veggir og loft gerast av nýggjum.
Almenn wc við brúsu í Hvalvík
Nú Sundalags Bátafelag
hevur fingið leigusáttmála
í hús við Sunda kommunu,
fær felagið eisini høvi at
byggja ein lítlan tilbygning
aftrat á økinum, har
leigaða húsið stendur
Stiðjagøta 10 · Tórshavn · Tel. 35 38 97 · weihe@weihe.fo
ANNIJANNI
Tá hugurin er
til okkurt søtt
Hvønn dag bakar Róin alskyns køkur og dessertir
• Njót í Kaffihúsinum, saman við einum kaffimunni
• Keyp heim við til heimahugna
• Bílegg til serlig høvi
Bryggjubakki 14 • Tórshavn • Tel. 358787 • www.kaffihusid.fo