mánadagur 1. juni 2015síða 51
‹ fyrra síða allar 74 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 23 • 1. JUNI 2015
33
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
TEMA
Norðoyastevna
Vilmund Jacobsen
J
ón Absalon Østerø er formaður í
Norðoyar Frítíðar-og Ítróttarráði,
stytt NFÍ. Hann situr sum formaður
á triðja ári, men hevur verið í nevndini
í eini fimm ár.
Tað er NFÍ, ið samskipar norðoya
stevnu, sum verður hildin fyrsta viku
skifti í juni. Soleiðis er eisini í ár, nú
norðoyastevna - sum hin fyrsta før
oyska summarstevnan - verður hildin
næsta vikuskiftið.
Tað er eisini her, at fyrstu stigini í
FM-kappróðrinum fara at rulla.
Tá Vikublaðið skifti orð við Jón
Absalon seinasta fríggjadag, var hann
staddur í Noregi, har hann arbeiðir
sum elektrikari.
NFÍ hevur eina trímannanevnd og
formaðurin í nevndini, sum sjálvur
kemur heim mikudagin fyri norðoya
stevnu, sigur, at tey hava havt úr at
gera við at samskipa.
– Telefonin hjá mær ringir nógv, og
nógv er at fáa upp á pláss, men eg fái
tosað, meðan eg arbeiði, sigur hann
brosandi.
Tá vit skiftu orð við Jón Absalon,
var nógvur larmur aftan fyri í telefon
ini.
– Vit seta okkum í samband við
ítróttarfeløg, samkomur og onnur og
spyrja, um tey vilja vera við í norðoya
stevnuskránni, og síðan er tað okkara
uppgáva at samskipa.
Jón Absalon Østerø sigur, at tað er
Klaksvíkar Kappróðrarfelag, ið tekur
sær av øllum á bryggjuni, og tað er
eisini onkur, ið tekur sær av eitt nú
dansitiltøkum á stevnuni.
– Leygarkvøldið verður nevniliga
stórdansur við Jens Marna Band í KÍ-
høllini, og tá verður roknað við nógv
um fólki.
Formaðurin í NFÍ sigur, at nevndin
annars tekur sær av mongum ymisk
um uppgávum, og tað er nógv, sum
skal fáast at hanga saman - og at
sampakka, áðrenn stevnan byrjar.
– Í stuttum kann eg siga, at okkara
uppgávur - út yvir at samskipa - eisini
fevna um faklar til skótar og fýrverk,
sum verður skotið um middnáttarleitið
leygarkvøldið.
Hann vísir á, at skótar fara at
ganga við faklum heim í Vágstún
leygarkvøldið, og tá teir eru komnir
yvir hagar, fer Jógvan við Keldu at
halda røðu. Eftir røðuna verður fýr
verk, og tá fýrverkið er skotið, verður
midnáttarsangur.
– Vit hava fingið ein stóran flytibil,
har nakrir harmonikuleikarar og sang
arar fara at spæla og syngja fyri til
midnáttarsangin. Hesi fara líka sum
at stýra og skipa fyri sanginum.
Hann sigur, at sunnudagin verður
eisini skrúðgonga úr Klaksvíksgarð
inum og heim í Vágstún, har nýggi
skúlastjórin á samanlagda skúlanum
í Klaksvík, Vagn Foldbo, fer at halda
røðu.
– Jú, vit gleða okkum øll til norð
oyastevnu, og eg haldi, at tað hevur
eydnast okkum at skipa eina góða,
áhugaverda og fjølbroytta skrá fyri
norðoyastevnudagarnar, sigur Jón
Absalon Østerø, formaður í Norðoya
Frítíðar-og Ítróttarráð, sum vegna NFÍ
bjóðar øllum hjartaliga vælkomnum
til Klaksvíkar á ársins fyrstu summar
stevnu.
Vælkomin á norðoyastevnu!
– Vit gleða okkum til norðoyastevnu. Tað hevur eydnast at skipa eina góða, áhugaverda
og fjølbroytta skrá fyri norðoyastevnudagarnar, og vegna Norðoya Frítíðar-og Ítróttarráð
vil eg bjóða øllum hjartaliga vælkomnum, sigur Jón Absalon Østerø
– Tað eru nógvir træðrir, sum skulu bindast saman
til norðoyastevnu, sigur formaðurin í Norðoya
Frítíðar-og Ítróttarráði, Jón Absalon Østerø
Vit ynskja øllum
eina góða
Norðoyastevnu
gudjonegholm@olivant.fo 21 12 93
Loys kloakktrupulleikan!