mánadagur 1. juni 2015síða 52
‹ fyrra síða allar 74 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 23 • 1. JUNI 2015
34
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
TEMA
Norðoyastevna
S
einastu árini hevur Klaksvíkar
Sjónleikarfelag
skipað
fyri
hallarkabarett á Norðoyastevnu.
Nógvir av fremstu føroysku skemt
arunum hava verið á palli, og eisini
onkur gestur úr útlandinum hevur
verið við.
Aftur í ár ber til at fara í Badmin
høllina í Klaksvíkar flenna á norðoya
stevnu.
Hesaferð verður showið kalla Eina
standandi skemt, og við hesum verður
sipað til, at hesaferð verður talan í
fittan mun um stand-up skemt, tey
kalla.
Tey fimm fólkini, sum fara at
standa fyri undirhaldinum, eru Hilmar
Jan Hansen, Ria Tórgarð, Súsanna
Tórgarð, Alvi Justinussen og John
Andersen.
Hetta eru øll fólk, sum eru kend
fyri at undirhalda – summi meira enn
onnur.
Í skemtinum fara tey at taka
aktuell og ævigtaktuell evni fram, og
tað verður ikki spart upp á krútið.
Fyrsta framsýningin av Einastand
andi skemtinum verður fríggjakvøldið
kl. 19.30. Fimm framsýningar eru á
skránni um vikuskiftið.
Einastandandi skemt
Aftur í ár verður undirhald í Badmintonhøllini, har fimm skemtarar fara at fáa fólk at flenna
Aftur í ár verður skipað fyri forvitnis
ligum og afturlítandi fótbóltsdysti á
norðoyastevnu.
Í 1990’unum vóru KÍ og GÍ tvey av
dominerandi feløgunum í føroyskum
fótbólti, og liðini spældu nógvar
spennandi og dramatiskar dystir ímóti
hvørjum øðrum.
Nú fara liðini enn einaferð at
dystast í serligum norðoyastevnudysti.
Hetta var roynt í fjør, og tá var talan
um óføra góðan og javnan fót
bóltsdyst, sum klaksvíkingar at enda
vunnu við brotsspørkum.
Nú fær GÍ møguleikan at hevna
tapið, og tað fara teir at gera við
spælarum sum Magna Jarnskor, Símun
Petur Justinussen, Janus Rasmussen,
Henning Jarnskor, John Petersen og
fleiri á liðnum.
Klaksvíkingar skulu royna at vinna
enn einaferð á GÍ, og KÍ fer at manna
seg við spælarum sum Toda Jónsson,
Jan Andreasen, Allan Joensen, John
William Joensen, Olgar Danielsen og
fleiri.
Dysturin millum KÍ og GÍ verður
spældur leygardagin kl. 17.30
Legendur á vøllin
90’ara hetjur hjá KÍ og GÍ fara at dystast á norðoyastevnu
Hesir garparnir bresta nú aftur saman á vølli
Mary um samskifti
í hjúnalagnum
Hóskvøldið hevur Mary á Argjaboð,
psykoterapeutur, fyrilestur í Christ
ianskirkjuni í Klaksvík. Hon fer at tosa
um samskifti í hjúnalagnum ella par
lagnum.
Fyrilesturin vendir sær til pør, gift
sum ógift. Mary viðger spurningin,
hvussu fólk kunnu varðveita kærleika
og nærveru við hjúnafelaga og børn.
Dagsins samfelag við nógvum av
bjóðingum og uppgávum í gerandis
degnum eru ein avbjóðing fyri par
lagið, og Mary fer at hugleiða um,
hvussu tað ber til at fyrihalda seg til
hesar avbjóðingar og varðveita eitt
gott hjúnaband og gott samskifti
millum limirnar í familjuni.
Fyrileysturin verður hóskvøldið kl.
19.30.
Sunnudagin 7. juni hevur Jóannes
Purkhús sína fyrstu norðoyastevnu
prædiku.
Verk hjá Lista
felagnum verða
sýnd fram
Norðoya Listafelag dregur listarverk úr
egnum savni fram til 30 ára framsýning
Norðoya Listafelag varð stovnað
í november 1985, og fyrsta fram
sýningin, sum felagið skipaði fyri,
var í Skúlanum við Ósánna á Norð
oyastevnu 1986.
Tí er í ár talan 30 ára føðing
ardag hjá felagnum, og listafram
sýningin á ársins norðoyastevnu er
tann 30. í røðini.
Norðoya Listafelag hevur tí
avgjørt, at framsýningin hesaferð
skal verða nakað øðrvísi, enn hon
hevur verið undanfarin ár. Vanliga
hevur framsýningin á norðoya
stevnu verið ein opin framsýning,
har serliga lokal listafólk hava sýnt
fram, men í ár verður framsýningin
við verkum, sum Norðoya Lista
felag hevur keypt og savnað gjøg
num árini.
Norðoya Listafelag eigur væl
meir enn 100 listaverk, sum telja
málningar, tekningar, træskurðir,
gipsskap og annað.
Mykines verður við
Tað hevur stundum verið ynski um
at fáa hesi listaverk meira fram
í ljósið, og Norðoya Listafelag
heldur hetta fer at gerast veruleiki,
tí felagið er blivið partur av nýggja
mentanarhúsinum, sum innan fá ár
skal gera á Posthúsinum.
Men nú á norðoyastevnu fáa
fólk møguleikan at síggja ein part
av verkunum, sum Norðoya Lista
felag eigur.
Leygadagin 6. Juni og sunnu
dagin 7. Juni verður framsýningin
í Skúlanum við Ósánna, og bert
verk hjá Norðoya Listaverk verða
at síggja og uppliva.
Teirra millum verða tveir av
kendu málningunum hjá felagnum
– Jarðarferðin og Morgun hjá
Mykines.
Verk hjá Mykines verða at síggja á ársins
Norðoyastevnuframsýning