mánadagur 1. juni 2015síða 61
‹ fyrra síða allar 74 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 23 l 1. JUNI 2015
Ókeypis lýsingarblað
3
Vilmund Jacobsen
Nú Country-og Bluesfestivalurin í Sør
vági stundar til, ynskir borgarstjórin í
Sørvágs kommunu, Sune Jacobsen,
vegna kommununa at bjóða øllum
- bæði nær og fjar - hjartaliga væl
komnum til bygdar at hugna sær og
taka sær av løttum eina løtu.
Borgarstjórin fegnast almikið um,
at Sørvágur eigur fólk, sum nú ár um
ár megna at reisa eitt so stórt tón
leikatiltak á føtur, sum festivalurin er.
At hetta hevur eydnast - við fjøl
broyttari og forvitnisligari skrá og
dugnaligum føroyskum og útlendsk
um tónleikanøvnum - undrar tó ikki
borgarstjóran.
Ríkt tónleikalív
Sørvágur eigur eitt ríkt tónleikalív,
sum røkkur heilt aftur til tíðina í
sekstiárunum, tá lærarin, Leif Nolsøe,
byrjaði við undirvísing og hornorkestri
fyri børn og hálvvaksin í bygdini.
Sørvágur hevur átt nógvar horn
blásarar, og bygdin eigur góðar tón
leikarar og tónleikabólkar.
Áður hevur Sune Jacobsen tikið
til, at høvdu øll, sum spæla á ymisk
ljóðføri í Sørvági, verið savnaði á eini
felagsmynd, hevði hetta verið eitt
rættiliga stórt tal - og helst nógv
størri, enn flestu duga at ímynda sær.
- Mín tónleikaførleiki er til hús
brúks, men eg eri onga løtu í iva um
týdningin av tí arbeiði, sum lagt er í
ungdómin og tónleikalívið í bygdini
annars.
Borgarstjórin er heldur onga løtu í
iva um, at tónleikaáhugin, sum tíðliga
í tíðini er kveiktur í Sørvági, hevur havt
positiva ávirkan á trivnað og mentan
í bygdini.
Hjartaliga vælkomin
- Vit í bygdaráðnum eru sera fegin um
Country-og Bluesfestivalin í Sørvági,
og vit takka øllum, sum á ymiskan
hátt standa aftan fyri hetta stóra og
vælskipaða tiltak, ið er til frægd fyri
so mong. Vit gleða okkum at taka
ímóti øllum gestunum, og øll skulu
vera hjartaliga vælkomin til bygdar,
sigur Sune Jacobsen, borgarstjóri í
Sørvágs kommunu.
Sune Jacobsen, borgarstjóri
BORGARSTJÓRIN
BJÓÐAR VÆLKOMIN
– Vit eru sera fegin um Country-og Bluesfestivalin í Sørvági, og vit takka øllum teimum,
sum á ymiskan hátt standa aftan fyri hetta stóra og vælskipaða tiltak, ið er til frægd
fyri so mong. Vit gleða okkum at taka ímóti øllum gestunum, og øll skulu vera hjartaliga
vælkomin til bygdar, sigur Sune Jacobsen, borgarstjóri í Sørvágs kommunu
Sørvágs Kommuna
www.sorvag.fo
Øllum verður
ynskt vælkomnum á
Country & Blues festival
5. - 6. juni