mánadagur 1. juni 2015síða 62
‹ fyrra síða allar 74 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 23 l 1. JUNI 2015
Ókeypis lýsingarblað
4
Jens Lisberg
Best kendu country røddina í Før
oyum, eigur Jens Lisberg. Jens
Lisberg hevur sera drúgvar royndir
innan tónleik og gjøgnum mong ár,
hevur hann verið við í eini ørgrynnu
av tónleikatiltøkum, har hann hevur
spælt til dans, á konsertum o.l. Hann
hevur saman við bólki luttikið á stóra
danska festivalinum, Scandinavian
Artists Countryfestival í Silkeborg. Har luttóku nøvn sum Stella Parton, Bjorø
Håland og Tombola Band úr Svøríki.
Jens hevur ikki verið so virkin í nøkur ár og gleðir seg tí almikið at luttaka á
Sørvágs Country- og Bluesfestivali saman við sínum bólki. Jens fer at framføra
løg hjá Jim Reeves og annan nýcountrytónleik.
Í bólkinum eru: Jóhan Martin Jacobsen, guitar, Jákup Zachariasen, guitar,
Sámal Midjord bass, Bernhard H. Petersen, tangentar og guitar og Per
Ingvald Petersen, trummur. Í kórinum eru Sigga Hansen, Fríðgerð M.
Ellefsen og Barbara á Tjaldrafløtti.
The Reverends
Nú koma teir á Sørvágs Country- & Bluesfestival 5. & 6. juni.
The Reverends er ein av bólkunum, sum festivalgestirnir leingi hava spurt
eftir, hetta er ein sera spennandi bólkur, sum í fleiri ár hevur verið virkin í
Danmark og gav í 2009 út vælumtóktu fløguna "When Youre Done".
Limirnir í The Reverends hava hvør sær íblástur úr ymsum tónlistaligum
greinum og tí er úrslitið eitt slag av alternativum countrytónleiki, ið er heldur
óvanligur í føroyska tónleikaheiminum. Sjálvir rópa teir tað norðurlendskt
americana.
Manningin í The Reverends er: Niclas Thorsteinsson, sang – Janus Kamp
mann, guitar – Kristin Nolsøe Bech, bass – Rúni Mouritsen, trummur og Jens
V. Jacobsen, guitar
Kristel Lisberg
Kristel Lisberg fer at framføra á Sørvágs Country- & Blues
festivali, sum verður á Dungasandi tann 5. & 6. juni.
Kristel, sum var tilnevnd sum ársins songkvinna á FMA í
ár og, sum í løtuni er aktuell við stak- og sjónbandalagnum
September, fer at framføra egin løg, bæði kend og ókend,
”Hetta staklagið er sera persónligt fyri meg. Tað er ognað
beiggja mínum, sum ikki er ímillum okkum meira”, greiðir
Kristel frá og leggur afturat ”Eg arbeiði miðvíst við egnum
tilfari og eri í holt við ymsar verkætlanir. Næstu tíðina fara
fleiri einstøk løg at koma út, og síðani fari eg at taka støðu
um fyrstu fløguna”.
Afturat egna tilfarinum, fer hon at tríva í nøkur góð
Country løg, sum hon ofta sang til konsertir saman við pápa
sínum Jens Lisberg. “Eg havi altíð dáma sera væl coyntry og
tað var sum so har alt byrjaði hjá mær” – sigur Kristel.
Afturat sær hevur Kristel dugnaligar tónleikarar,
teir eru: Brandur Jacobsen, trummur – Eyðun
Johannesen, bass – Magni W. Husgaard, klaver
og Bartal Augustinussen, guitar.
Blátt Gras
Í fjør vóru teir einamest kendir í Vágum. Síðani fløguútgávuna í november 2014,
hava teir javnan verið at hoyrt í útvarpsrásunum. Blátt Gras gav út fløguna
“Ávegis” eftir at hava verið í Nashville í North Carolina í USA og tikið upp.
Eftir at fløgan kom út, og kanska serliga eftir, at bólkurin vann heiðurin á
FMA at eiga besta sang innan country, folk og blues, so hevur eftirspurningurin
verið sera stórur. Tað var nemliga sangurin “There is room at the table”, ið bleiv
kosin ársins sangur.
Bltt Gras hevur verið runt nógvastaðni í Føroyum og móttøkan hevur verið
sera jalig. Manningin á fløguni er: Ragnar Joensen, Terje Johannesen, Jóhan
Mikkelsen, Richard H. Johansen, Gunnar Steintún og David Johnson. Rógvi
Johannesen hevur loyst Gunnar av á bassinum eftir at Gunnar fór á skúla í
Norra.
Hetta er triðju ferð, at Blátt Gras er umbiðið til Sørvágs Country og Blues
Festival. Manningin lovar, at hóast hetta er triðju ferð, so verður okkurt nýtt
tilfar, sum áhoyrararnir skulu gleða seg at hoyra.
Laura van den Elzen er uttan iva ein av bestu kvinnuligu country sangarum
í Evropa. Laura er bert 17 ára gomul og hevur longu nú framført nøkur ár á
altjóða country tónleikapallum.
Tá hon var 12 ár, var hon nr. 2 í stórari sjónvarpstónleikapping, sum
samlaði milliónir av hyggjarum í Hollandi og Belgia, hvørja viku.
Nú meira enn 4 ár seinni, spælir hon eina rúgvu av konsertum í Hollandi
og á stórum festivalum í Evropa, serliga í Týsklandi, Belgia og Hollandi.
Áhoyrarnir hava tikið sera væl ímóti Lauru og verður hon fagna alla staðni
har hon framførir.
Laura framførir tónleik av Dolly Parton, Linda Ronstadt, Miranda Lambert
og fleiri øðrum, hon framførir eisini nakað av nýggjasta countrytónleikinum
og so syngur hon eisini rock sangir hjá Tinu Turner, tað er, sum Laura kallar
tað “country-Rock” og "country-Pop" tónleikur. Harumframt fer hon eisini at
framføra tónleik, sum hon sjálv hevur skrivað.
Í fjør hittust Laura van den Elzen og Hallur Joensen undir eini konsert í
Berlin. “Vit fingu tár í eyguni av at hoyra Lauru synga – ein rísandi stjørna”
sigur Hallur Joensen um Lauru van den Elzen, sum fer á pallin í Sørvági tá ið
Country- & Blues festivalurin verður tann 5. og 6. juni 2015.
Hagni
Christian
sen
Áhugin hjá Magna fyri tónleiki
byrjaði av álvara, tá hann í 1980
byrjaði at lurta eftir m.a. Shakin
Stevens. Heima hjá teimum var
nógv lurta eftir tónleiki, tá vóru
tað Cliff Richard, Buck Owens
og onnur, ið vóru frammi. Seinni
byrjaði hann so at spæla í orkestri.
Í 1997 kom hansara fyrsta
andaliga fløga út.
Í alt hevur Magni givið seks
fløgur út sjálvur. Mest spælda
lagið hann syngur, man vera
"Við vegin", sum Martin Joensen
skrivaði og sum Magni syngur
saman við Sigrið Rasmussen.
Magni hevur spælt
nógv kring landið
til møtir, konsertir,
sølustevnir,
vígslur, føðing
ardagar o.a.
Laura, ein
rísandi
country
stjørna