mánadagur 1. juni 2015síða 66
‹ fyrra síða allar 74 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 23 l 1. JUNI 2015
Ókeypis lýsingarblað
8
Sørvágs Country- & Bluesfestivalur
er mentur sera nógv, síðani fyrstu
fyrireikingarnar byrjaðu í 2011, og
skipað varð fyri fyrsta festivalinum
í 2012. Tá varð nógv gjørt fyri at
fríðka um, og at gera festivaløkið
so “Western-kent” sum møguligt.
Eisini var frá fyrstan tíð lagdur
dentur á, at festivalurin skuldi verða
ein familjuvinarligur festivalur, sum
ikki kostaði nógv meira enn at
gongumerkið kostaði fyri at koma
inn. Tað hevði við sær, at øll barna
tiltøkini innan fyri festivaløkið vóru
ókeypis.
Alt hetta verður enn hildið fast
við og festivalurin er samstundis
útbygdur nakað, millum annað
hevur Eik Banki, í samstarvi við fyri
reikarnar, lagt sín árliga Bassadag í
Vágum hósdagin áðrenn festivalin á
festivaløkinum.
Nú hósdagurin bleiv ein dagur
fyri børnini var hildið, at so máttu
tey eldru sleppa framat hóskvøldið.
Sum sagt so gjørt: á festivalinum
2014 varð skipað fyri fyrsta Eldra
tiltakinum í dansistovuni. Tiltakið
eydnaðist serstakliga væl, og aftur
meldingarnar hava verið sera jaligar,
og tí er ætlanin, at hetta eisini skal
verða eitt afturvendandi tiltak.
Sørvágs kirkja er eisini blivin
partur av festivalinum við Aftan
kvirru, fyrilestri og framsýning bæði
kvøldini, har tey so seta punktum við
eini serligari Countryguðstænastu
sunnudagin, har Countrytónleikurin
og festivalhugtakið líkasum setir
dám á tað annars traditionellu guðs
tænastuna.
Festivalurin 2015 verður eis
ini víðkaður nakað. Avtala er gjørd
við tey, ið skipa fyri árliga Trucker
festivalinum, sum annars higartil
hevur verið hildin á Norðoyastevnu
í Klaksvík, at hesin verður hildin í
Sørvági dagin eftir sjálvan Country-
& Bluesfestivalin. Allir truckarnir
koma vestur til Sørvágs og verða
parkeraðir á havnarøkinum leygar
dagin og verða tá pussaðir og
poleraðir og gjørdir klárir til sjálvan
Truckerfestivalin dagin eftir, tá vinn
andi bilarnir og eigarnir verða kosnir
innan alskins greinar.
Tað gleðir festivalfyrireikarnar,
at nærumhvørvið tekur so væl
ímóti festivalkonseptinum. Hetta
ger, at rættuliga nógv vilja vera við
hesar dagarnar. Tað nýggjasta er, at
samkomuhúsið Kedron, eisini hevur
avgjørt í samráð við festivalin, at
hava opið hús festivaldagarnar.
Víðkaður
festivalur
í Sørvági
Festivalurin 2015 verður eisini víðkaður
nakað. Avtala er gjørd við tey, ið
skipa fyri árliga Truckerfestivalinum,
sum annars higartil hevur verið
hildin á Norðoyastevnu í Klaksvík, at
hesin verður hildin í Sørvági dagin
eftir sjálvan Country- & Bluesfestivalin.
Dagfinn Olsen
Country- & Blues Festivalurin 2015
er við at síggjast aftur í Sørvági.
Pallur og annað er tikið fram, nú tað
nærkast til tann 4. festivalin í røðini.
– Tiltakið er vaksið ár undan ári,
og soleiðis er eisini í ár, sigur Súni
Selfoss, ið er ein av fyrireikarunum.
– Vit eru nøgd við forsøluna, sigur
Súni Selfoss.
Ung og eldri
Byrjað verður hósdag 4. juni. Í
samstarvi við Eik verður Bassadagur
og setir hetta hol á festivalskránna
klokkan 17.00.
Klokkan 18 er stórt eldratiltak
á skránni. Hetta hevur áður verið
í bio-høllini, men er í ár flutt í
nýggju Marghøllina í skúlanum, har
atkomumøguleikarnir eru sera góðir,
og allir hentleikar eru, so sum tað
sømir seg.
Nýtt verk og 100 ára dagur
– Fríggjadagin klokkan 17:00 setir
borgarstjórin, Súni Jacobsen, Country-
& Blues Festivalin 2015.
Sørvágs
Tónleikarfelag
byrjar
festivalin. Har spæla ung og eldri.
Talan er um lokala hornorkestrið við á
leið 30 leikarum. Bygdur er nútímans
musikkskúli í Sørvági, og hetta sæst
aftur, sigur Súni Selfoss.
Orkestrið fer at spæla eitt nýtt
verk, sum Atli Kárason Petersen hevur
skrivað. Sørvágs Kommuna, sum í ár
heur 100 ár á baki, hevur bílagt verkið.
Klokkan 18 fer fyrsti bólkur á
festivalpallin og hildið verður á til
klokkan eitt, tá Sofus Hansen endar
kvøldið.
Truckerfestivalur og børn
Um 12 tíðina leygardagin er innrás
væntandi av skínandi chromi og
stórum bilum, tí tá byrjar trucker
festivalurin, ið nú er í samstarvi við
Country- & Blues Festivalin.
Klokkan 15 verður Country- &
Blues Festivalurin tikin upp aftur og
tá er barnatiltak á skránni. Umframt
framførskur, so sleppa børn sjálvi
at royna seg á palli, um tey væl at
merkja sjálvi hava tónleik við á geyma.
Klokkan 18 verður festivalurin
aftur skotin í gongd, og tá fer Kristina
á pall.
-Annars hava vit kendu country
gøtuna aftur í ár. Vit hava festivalkirkju
og matstovur. Løðuhandilin er opin,
har alt, sum hoyrir country til, er at
fáa, umframt atgongumerki og ymiskt
til børnini. Svimjihylurin er opin all
ar festivaldagarnar. Aftankvirra er
í kirkjuni fríggja- og leygarkvøld
klokkan 20:00, sigur Súni Selfoss.
Country kirkjugongd
sunnudagin
– Tað er sera hugaligt at fyrskipa, tá
ein merkir, at øll taka undir við hes
um tiltakinum. Til dømis hava Inga
Poulsen Dam, prestur, og kirkjuráð,
skipað eina country kirkjugongd
sunnudagin, har Lisa Frederiksberg
luttekur við guitara og sangi, sigur Sú-
ni Selfoss, og minnir á, at tey øll árini
hava verið sera heppin við veðrinum.
– Góða veðrið er bílagt aftur hesa
ferð, leggur hann skemtandi afturat.
Festivalfyrireikararnir 2015 eru:
Maria Samson Christensen, Poul
Arni Jacobsen, Gitta av Kák,
Jákup á Stongum og Súni Selfoss
COUNTRY, A
OG NÝTT TÓ
Country-og blues
festivalurin í Sørvági
hevur í ár meira at
bjóða, enn nakrantíð
áður, og margfeldni
er eyðsæð í
festivalskránni
Súni Selfoss, fyrireikari