mánadagur 1. juni 2015síða 67
‹ fyrra síða allar 74 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 23 l 1. JUNI 2015
Ókeypis lýsingarblað
9
AFTANKVIRRA
ÓNLEIKAVERK
FAKTA
Nýtt tónleikaverk verður framført á
Country- og Bluesfestivalinum 2015. Sørvágs
Tónleikarfelag framførir.
Á Sørvágs Blues & Country Festivali
fer orkestrið at framføra ymiskt m.a.
popp, marsj, fólkalag, country og eitt nýtt
lag, sum Atli Kárason Petersen (abbasonur
gamla læraran Napoleon Petersen í Sørvági)
hevur skrivað.
Lagið eitur Gamli Dávur, og er umbiðið av
Sørvágs kommunu, í samband við, at Sørvágs
kommuna í ár verður 100 ár sum sjálvstøðug
kommuna.
Gamli Dávur sigst verða tann, ið breyt
bátsbandið. Bátsbandið varð tikið av í 1865.
Árini eftir, at bátsbandið varð tikið av,
trífaldaðist útróðrarveiðan tey næstu seks
árini. Sjey ár seinni kom fyrsta sluppin.
Áðrenn hetta hevði "vanligi" maðurin skyldu
at rógva út við báti hjá presti ella bónda, og
kundi tí illa manna egnan útróðrarbát.
Sum onnur hornorkestur í Føroyum tekur
Sørvágs Tónleikarfelag árliga lut í mongum
tiltøkum. Í ár hevur orkestrið væntandi einar
20 framførslur.
Felagið hevur ment seg nógv seinnu árini.
Tróndur Herason Olsen er á triðja ári
dirigentur hjá felagnum. Seinastu mongu
árini hava John Mouritsen, Páll Joensen
og Mads K. Johannesen staðið á odda fyri
felagnum.