mánadagur 1. juni 2015síða 68
‹ fyrra síða allar 74 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 23 l 1. JUNI 2015
Ókeypis lýsingarblað
10
Halleluja
Sofus
Eftir eitt brak av eini framførslu
á Country- & Bluesfestivalinum
í fjør, er Halleluja Sofus aftur á
skránni í ár, og hann lovar enntá,
at framførslan í ár verður lívligari
enn seinast.
– Eg komi á Festivalin við einum
opnum sinni og góðum humøri,
sangirnir vera meira upptakt enn
í 2014. Sangirnir verða deilvís av
nýggju fløguni og so góðir gamlir
slagarar, orkestrið telur einar 8
og tónleikarnir eru stórt sæð teir
somu sum seinast. – sigur Sofus og leggur aftuat at tað ikki er greitt enn
um fløgan verður klár til útgávu áðrenn festivalin.
Festivalgestirnir hava nógv at gleða seg til, tá Halleluja Sofus fer á pallin
tá Sørvágs Country- & Bluesfestivalur verður 5. & 6. juni.
Uni Debess
& The
Tomcats
Aftur í ár at spæla á Sørvágs Country
& Blues Festivali, og manningin boðar
frá góðsku og drúgvum royndum.
Uni sigur frá, at teir í løtuni eru í
studio, har teir leggja seinastu hond
á eina nýggja fløgu, sum hevur verið í
ger í uml. hálvtannað ár.
Tónleikurin á hesu fløgu er meiri
yvir í funk/rock/blues, sum var nógv
at hoyra í 1960'unum og 70'unum.
Hóast fløgan ikki verður tøk fyrr enn
uml. Septembur 2015, so fer bólkurin
at spæla nøkur av løgunum av nýggju
fløguni á festivalinum í ár.
Manningin í bólkinum er:
Uni Debess - sang, gittar og munn
harpu
Finnur Hansen - orgul og kór
Edvard Nyholm Debess - bass og
kór
Rógvu á Rógvu - trummur
Robert og Vinmenn
Robert McBirnie hevur í tveimum umførum verið tann, sum hevur stýrt pall
unum og pallskiftunum á Country- & Bluesfestivalinum, men soleiðis verður
tað ikki í ár, tí í ár fer Robert saman við vinmonnum, sjálvur at framføra.
Robert og Vinmenn eru alt góðir og garvaðir tónleikarar, sum hava spælt
saman í nógv ár, ja tríggir av teimum í meira enn 30 ár.
Manningin er:
Robert Mc.Birnie, Guitar og Sang, Ólavur Øster,
Guitar, Finnur Hansen, Keyboard og Sang, James
Olsen, Trummur og Sang. Jón Mc.Birnie, Bass
Skráin fevnir ógvuliga breitt , heilt frá Blues yvir
til Rhythm and Blues og til Country & Country-Rock.
Og so sjálvandi nakað av tí føroyska hjá Robert
sjálvum, sum hann vónar, at fólk fara at syngja við til!!
Vágaverk/Váðaverk
Fyri fyrstu ferð er Vágaverk/Váðaverk á skránni hjá Country- & Bluesfestivalinum.
Seinastu árini hevur hesin bólkur verið ein av mest spældu bólkum í føroysku úrvarpsrásunum,
Vágaverk hevur givið tvær fløgur út, tann fyrra “Vágaverk/Váðaverk” kom út í 2002, av tí perlurekkjuni av løgum á
tí fløguni, kunnu vit millum onnur nevna hesi løgini, sum hvørt mansbarn man kenna, Medistari í Karry, Á trappuni hjá
Lenu, Eftir 1001 Nátt og Jung & Freud & Fromm og úr seinnu fløguni, sum kom út í 2014 “Drekkivatn”, kunnu vit úr tí
perlurekkjuni av løgum nevna Hvar Baby - Ljóta verð, Gamla mer – Býtisbarn og Tað var tá. Drekkivatn varð á FMA fyrr í ár,
vald til ársins fløgu í 2014 undir bólkingini Blues, Folk & Country.
Teir, sum spæla við Vágaverk á Country- & Bluesfestivalinum eru: Jóan Jakku Guttesen, sang - Sámal Ravnsfjall, sang
– Ronny Nielsen, sang – Brandur Jacobsen, trummur – Jón Mc.Birnie, bass – Kim Hansen, ljómborð, Leivur Thomsen, guitar
og Ólavur Øster, guitar
KK-Band
KK-Band er mannað við trimum monnum, KK (Kristján Kristjánsson)
- sang & guitar, Þorleifur Guðjónsson – bass & sang og Kormákur
Geirharðsson – trummur & sang. Teir spæla up-tempo tónleik sum
flirtrar við Blues, Bluegrass, Country, Rock og Rockabilly við onkrari
balladu inn ímillum. Henda manningin hevur spælt saman síðani 1992.
Kristián Kristjánsson (KK) er føddur í Minneapolis, Minnesota USA,
hann flutti til íslands, tá hann var 10 ára gamal. Hann bleiv ein partur
av blues tónleikaverðini í Íslandi í 70’unum. Í 1985 fór hann eina 5 ára
fjakkaraferð í Evropa, har hann livdi av at spæla á gøtuni runt í teimum
Evropeiisku býunum. Síðst í 1990 flutti KK aftur til Íslands og hevur
hann búð har síðani.
Á síni tónleikaleið, hevur KK fingið fleiri enn 20 gull-, platin- og
multi-platin heiðurslønir og 2 Íslendskar Music Academy Awards.
Harafturat hevur hann fingið fleiri viðurkenningar fyri ymisk tónleikalig
projektir. Hann hevur millum annað eisini skriva tónleik til film,
sjónvarp og sjónleik.
Frá 1985 til 2010 turneraði KK rættuliga nógv kring heimin, hann hevur millum annað spælt í Kina, Kanada, Frankaríki,
Týsklandi, Stórabretlandi, Spania og USA. Hann hevur innspælt og gjørt tónleik saman við teimum kendastu Íslendsku
tónleikarunum, herundir Bjørk og Sigurrós.
The European
Highwaymen
Aftanfyri navnið The European Highwaymen eru tveir royndir og
kompromileysir tónleikarar, sum ongantíð hava latið seg lokka av mótabluffi
og dagsins trendum.
Tónleikarnir eru G. Thomas og Arly Karlsen. Teir hava turnerað lond
og ríkir í ein mansaldur, framført á mongum countryfestivalum í Norra og
aðrastaðni í Evropa og USA.
Báðir hava teir ein røð av útgávum aftan fyri seg og hava selt væl av
plátum/fløgum, har fleiri av løgum teirra hava verið á hitlistunum í fleiri
londum. Hesir báðir tónleikarnir eru ein serstakliga góð samanseting har
G.Thomas hevur nærleikan av outlaw tónleikinum hjá sær og Arly Karlsen
hevur Mr. Cash í blóðinum. Teir hava nú sungið og spælt saman í 7 ár.
The European Highwaymen framføra bæði egið skrivað tilfar og nýtt og
gott gamalt